fríggjadagur 13. apríl 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 43 · 13. apríl 2012
15
VIKUSKIFTI
sær onkran av spurvunum. Hann tekur
eina bók upp úr lummanum og skrivar
upplýsingarnar í bókina, so hann seinni
kann brúka teir í sínum granskingar
arbeiði.
At festa ringar á beinini á
fugli, so til ber at fylgja tí ein
staka fuglinum gjøgnum lívið,
hevur verið ein týdningarmikil
liður í arbeiðinum at savna saman
ta vitan, sum vit í dag hava. Í ár eru
liðin júst 100 ár, síðani fyrstu fuglar
nir vórðu ringmerktir í Føroyum. Hetta
hendi, tá danin Hans Rudolphi vitj
aði í Havn og merkti 45 likkuskurar.
Tríggjar fráboðanir komu aftur
um hesar skurarnar: ein úr
Minetu í Portugal, ein úr
Casablanca í Marokko og
ein úr Eysturoynni. Síðani eru merktir
fleiri enn 100.000 fuglar í Føroyum.
Hetta arbeiðið er hildið fram, og í
2011 vórðu tilsamans 2.702 fuglar av 37
ymisk sløgum merktir í Føroyum, sam
stundis sum 126 fráboðanir komu aftur
um fugl, sum var merktur og sæddur
aftur í Føroyum.
Merking av føroyskum
gráspurvum
Teir fyrstu gráspurvarnir í Føroyum
vórðu merktir í Mikladali. Hetta var í
1963, tá Elias Eliasen hetta árið merkti
níggju gráspurvar. Ein uppgerð vísir, at
síðani tá eru tilsamans 2.167 gráspurvar
ringmerktir í Føroyum. Merkingarnar
eru gjørdar í 12 ymiskum bygdum
kring alt landið: Frá Sumba í suðuri,
Mykinesi í vestri og Kirkju og Viðareiði
fyri norðan. Av teimum merktu grá
spurvunum, sum eru fráboðaðir, eru
allir fingnir ella sæddir aftur í Føroyum.
Einans tveir eru funnir í aðrari bygd
enn har teir upprunaliga vórðu merktir.
Sostatt er føroyski gráspurvin sera
støðufastur, og flytur seg bert í lítlan
mun.
Av teimum báðum gráspurvunum,
sum vórðu fingnir aftur í aðrari bygd
enn har teir vórðu merktir, hevði tann
eini flogið frá Vestmanna til Kaldbak,
har hann varð afturfingin 217 dagar
seinni – tann 3. juli í 1969. Hin hevði
flogið úr Nólsoy til Havnar, har hann
varð funnin deyður 337 dagar seinni,
7 juni 1998. Hesir báðir gráspurvarnir
eru sostatt
teir einastu merktu gráspurvarnir í
Føroyum, sum hava flutt seg ein longri
tein.
Ferðingarmynstrið í Havnini
Hans gongur enn runt í Havnuni. Nú
stendur hann uttanfyri eini hús við
Íslandsvegin. Hann hevur tikið kikaran
upp fyri eyguni, tí hann hevur júst fingið
eyguni á ein gráspurv við litringum á
beininum. Hetta má kannast nærri.
Niðast á høgra beini er ein reyður
plastikkringur og ein hvítur uppiyvir. Á
vinstra beini er ein stálringur niðast og
ein bláur plastikkringur omanfyri. Hans
hyggur í bókina. Tann reyði ringurin á
høgra beini sigur honum, at fuglurin
er merktur við Háskúlan. Tann hvíti
og tann blái ringurin siga honum, at
hesin fuglurin varð merktur fyri níggju
mánaðum síðani, og at hann er sæddur
og skrásettur einaferð fyrr. Tá var hann
í viðarlundini. Hetta er sostatt ein av
minni støðuføstu gráspurvunum. Men
hetta er jú eisini ein ungur steðgi.
Tá fuglar verða merktir, er tað sum
oftast bert við einum metallringi við
einum nummari skrivaðum í. Tølini í
ringinum eru rættuliga smá, so neyðugt
er at hava fuglin í hondini fyri at kunna
lesa tølini av. Hetta kann antin gerast
við at fanga fuglin aftur ella finna hann
deyðan. Tí er torført at fylgja ring
merktum fugli í tí dagliga, men setir tú
litringar um beinini á honum, er hetta
eingin trupulleiki. Tá kanst tú eygleiða
fuglin og kanna hvussu hann ferðast
gjøgnum dagin.
Tílíkar merkingar eru eisini gjørdar
av føroyskum gráspurvum. Á vári 2002
vórðu 112 gráspurvar merktir við lit
ringum á sjey ymiskum støðum í
Havnini. Gjøgnum várið og summarið
var møguleiki at eygleiða hesar merktu
gráspurvarnar og síggja hvussu teir
ferðaðust í Havnini. Kanningarnar
vístu, at gráspurvarnir bert sjáldan
ferðaðust millum tey ymisku økini
í býnum, men fyri tað mesta hildu
teir seg í mesta lagi 700 metrar frá tí
staðnum, har teir vórðu merktir. Hetta
líkist úrslitum, sum eru funnin fyri
ferðingarmynstrið hjá gráspurvum í
øðrum londum.
Stutta livitíð
Út frá úrslitum frá merkiroyndum ber
eisini til at siga hvussu leingi ein fuglur
livir. Um ungarnir verða merktir, meðan
teir eru í reiðrinum, ber til at fylgja
teimum líka til teir doyggja. Kanningar
av føroyska gráspurvinum vísa, at hann
gerst ikki serliga gamal. Miðal livitíðin
hjá einum føroyskum gráspurvi er
einans 1,3 ár. Tað er serliga ta fyrstu
tíðina, at nógvir av teimum nýfloygdu
ungunum doyggja. Kanningarnar vísa,
at longu eftir fýra mánaðum eru helvtin
av teimum nýfloygdu ungunum deyðir,
og einans 25% av teimum unnast at ger
ast eldri enn 16 mánaðar gamlir. Líkn
andi úrslit eru funnin aðrastaðni.
Kettan størsti fíggindin
Tá fólk boða frá merktum fugli, eru hes
ir sum oftast deyðir. Í flestu førum eru
teir deyðir av ókendum ávum, men er
deyðsorsøkin kend, verður hendan eis
ini skrásett. Av teimum fráboðaðu før
oysku gráspurvunum vórðu 98 funnir
deyðir. Í 68% av førunum var deyðs
orsøkin ókend, men annars var kettan
tann størsti syndarin. 18% av teimum
deyðu gráspurvunum vóru tiknir av
kettum, 6% vóru eitraðir og 3% doyðu,
tá teir rendu móti rútum á koyrandi
bilum.
»Hasar lorta ketturnar«, hugsar
Hans, men ketturnar fær hann einki
gjørt við.
Tvøroyri: uml. 1942
Skálavík: áðrenn 1965
Húsavík: uml. 1978
Skúgvoy: uml. 1959
Dalur: uml. 1987
Skopun:1981
Sandur: áðrenn 1965
St.Dímun: uml. 1987
Sumba: uml. 1952
Lopra: uml. 1970
Runavík: áðrenn 1959
Klaksvík: 1944-46
Svínoy: uml. 1944
Viðareiði: uml 1962
Hattarvík: uml. 1970
Kirkja: miðsk. 1960unum
Húsar: tíðliga í 1950unum
Fuglafjørður: 1948
Trøllanes: tíðliga í 1950unum
Mikladalur: tíðliga í 1950unum
Norðagøta: 1949
Ljósá: uml. 1982
Oyrareingir: áðrenn 1980
Hvalvík: aftaná 1960ini
Saksun: aftaná 1960ini
Kaldbak1961
Sandavágur: uml.1957
Miðvágur: uml. 1957
Sørvágur: áðrenn 1955
Nólsoy: 1964
Tórshavn: 1946
Bøur: 1981
Gásadalur: áðrenn 1981
Mykines: uml. 1954
Kirkjubøur: tíðliga i 1950unum
Hestur: áðrenn 1980
Sandvík: uml. 1944
Vágur: uml. 1935-36
Strond:1981
Velbastaður: uml. 1950
0
20
40
60
0-5
5-10
10-15
15-20
20-25
25-30
30-35
35-40
40-45
45-50
50-55
55-60
60-65
65-70
>70
25%-markið 1.1
Miðjan
4
75%-markið
15
Miðal livitíð
16
Livitíð (mánar)
%
Tey, sum ynskja at vita meira um Føroyska gráspurvin,
kunnu lesa hesar greinarnar, sum eru at finna sum pdf-
fílur á heimasíðuni hjá Setrinum: www.setur.fo
Magnussen, E., and Jensen, J. K. 2009. Ringing recoveries
of house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands
during the years 1963-2007. Fróðskaparrit, 57: 182-189.
Magnussen, E., and Jensen, J. K. 2010. Breeding biology of
the house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands.
Fróðskaparrit, 58: 125-132.
Bengtson, S. A., Eliasen, K., Jacobsen, L. M., and Magnussen,
E. 2004. A history of colonization and current status of the
house sparrow (Passer domesticus) in the Faroe Islands.
Fróðskaparrit, 51: 237-251.
Eliasen, K. and Jacobsen, L.M. (2002)
Gråspurvens udbredelse og antal på Færøerne
set ud fra et metapopulations perspektiv.
NVD-rit, 2002:12, BSc. Thesis, p.1-63.
Bengtson, S. A., Eliasen, K., Jacobsen, L. M., and Magnussen,
E. 2010. Man-dependence of House Sparrows (Passer
domesticus) in the Faroe Islands: habitat patch
characteristics as determinants of presence and numbers.
In Dorete - her book, pp. 227-243.
Síðani 1963 eru tilsamans 2.167 gráspurvar ringmerktir í Føroyum. Av hesum vórðu
225 antin fingnir aftur ella sæddir. Hetta svarar til 10%. Góð helvtin av fráboðanunum
komu tær fyrstu átta vikurnar eftir, at teir vórðu merktir, 25% tær fyrstu tríggjar vikurnar.
Einans 25% av fráboðanunum komu seinni enn eitt ár, eftir at fuglurin varð merktur.
Gráspurvurin er lutfalsliga nýggjur
fuglur í Føroyum. Teir fyrstu komu til
Vágs í 1935 ella 1936. Síðani hevur
hann spjatt seg um so at siga alt
landið og er nú at finna í 94 av teimum
118 føroysku bygdunum. Á kortinum
sæst nær gráspurvurin er komin til
tær ymisku bygdirnar í Føroyum.
Búsetingarmynstrið
hjá gráspurvanum
í Føroyum
Gráspurvurin gerst ikki gamal fuglur. Myndin vísir hvussu long tíð gekk, frá
tí at ungarnir vórðu merktir – antin í reiðrinum ella sum ungfuglar – til teir
vórðu funnir aftur deyðir. Longu 4 mánaðir eftir merkingina, var helvtin deyð
av teimum merktu spurvunum. Av hesum vóru helvtin av teimum deyðu
spurvunum longu deyðir eftir 1.1 mánað. Tá 16 mánaðir vóru frálidnir, vóru 75%
av gráspurvunum deyðir. Tann elsti gráspurvurin, sum vit vita um í Føroyum,
gjørdist næstan 10 ár. Í miðal livir føroyski gráspurvurin 16 mánaðir.
Tal av merktum
gráspurvum í Føroyum
árini 1963 til 2007
2.167
Partur afturfingin
(%)
10,4
Tíð (vikur) liðin frá at spurvarnir vórðu
merktir, til teir aftur vórðu fráboðaðir.
Miðja
7,7
25%-markið
3,1
75%-markið
53,8
Miðaltal
52,0