mánadagur 16. apríl 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
“Ein livandi maður er deyð
ur!”
Hesi orðini runnu fram
fyri meg hetta avbera vakra
hóskvøldið, eg spákaði heim
undan Heygnum, har eg frá
húsfólkunum hevði fingið
at vitað, at Steinbjørn var
sloknaður
tríggjar
tímar
frammanundan.
Soleiðis kundi Steinbjørn
sjálvur havt tikið til. Og var
hann sjálvur í mínari støðu,
hevði hann bent á okkurt
uggandi:
“Hygg Reynið, hvussu tað
roðar í vesturskini! Nólsoyar
fjørður so spegilsblankur!
Sært tú ferðamannaskipið,
sum
stolt
stevnir
móti
fremmandum strondum?”
Og eitt sindur argandi
kundi hann sagt: “Hygg, hetta
vakra landið – og ikki skoyta
vit um at eiga tað sjálvir!”
Eg visti um mannin við tí
ikki sørt ramliga navninum,
Steinbjørn Berghamar Jacob
sen. Skyldskapur var og so
væl millum húsini har suðuri
í Sandvík, har forfedrar okka
ra sótu í nýbýli. Pápi var
gubbi hansara.
Men til tað gekk drúgv tíð,
til vit fyrstu ferð hittust.
Tað var tíðliga á sumri í
1969, at vit nøkur ungfólk
fóru vikuskiftisferð til Húsa
víkar. Í skúlatúninum hittust
vit, og tað var ikki um at tala,
at vit skuldu inn á gólvið.
Hetta var fyrsta løtan – í
lærarahúsunum í Húsavík:
Ingrid og Steinbjørn, Mari
anna og eg. Fýra ungfólk úr
31 niður í 21 ára aldur. Ein so
lívgevandi løta: Nógv varð
prátað, ætlanir vendar og
snaraðar. Hetta vinalagið
hevur staðið við, til deyðin
nú tók tann fyrsta okkara.
Tað var so nógv, ið bant
okkum báðar saman: skúla
skapur og arbeiðið í nevndini
í Móðurmálslærara-felagn
um, bókaútgávurnar vit har
arbeiddu saman um: “Ung
orð” og “Floygd orð”. Hesi
uppskotini átti Steinbjørn.
Øll verkevnini í Forlagnum
Fannum, vit saman fingu frá
hondini: leikirnir “Skipið”
og “Nólsoyar Páll”, ferðafrá
søgnin “Brá úr USA”, barna
bókin “Una og Uni”, og so
yrkingarnar, heildarsavnið
“Tinna og tám”, undan tí
“Tungl” og eftir tað “Karr”.
Og so politisku greining
arnar, bæði tá ið ráddi um
altjóða rák, men mest av
øllum: dreymurin um einar
frælsar Føroyar.
Og skal lyndi hansara
lýsast við einum orði, er tað
bjartskygni:
“Altíð tað grør í føroyskum
haga.”
“Okur skulu rógva, so
leingi okur eru omaná.”
Hetta
vóru
orðingar,
hann vendi aftur til – aftur
og aftur.
Seinasta løtan var fyri
minni enn viku síðan. Og
aftur hesaferð sótu vit sam
an, vit fýra, sum hittust í
Húsavík fyri 43 árum síð
ani. Hesin lívsfúsi maður
útmøddur í sjúkrasong síni.
Eg mintist aftur á fyrsta
savn hansara – yrkingarnar,
sum kendust okkum, ið tá
vóru ung, sum eitt frískligt
fleyr, og eg endurgav eftir
minninum henda gripin úr
rúgvuni:
“Sí Haggard á hesti,
Reyði rennur,
skinið, ljósið, sólin
maður og hestur
eldur.
O teir ríða
ríða
inn í sólina
(“Heimkoma”, 1966)
Tá fór eitt sorgblítt bros um
bleikdæmda
andlitið.
Vit
høvdu sagt hvørjum øðrum
farvæl.
Góði Steinbjørn!
Tú ert hjá okkum – so
ljóslivandi – fyrst og fremst
hjá konu tíni, børnum, ver
børnum og abbabørnum.
Men eisini hjá okkum, sum á
lívsleiðini fingu tann framí
hjárætt at kunna teljast mill
um tínar vinir.
Onkursvegna høvir tað
væl, at tú stendur undir børu
summarmáladag, nú ljósið av
álvara vinnur á myrkrinum,
og aftur vella nøkur orð úr
fyrsta savni tínum í minnið:
“Havið fløðir og fjarar,
og sólin er ævigur eldur.”
Hvíl í friði!
Árni Dahl
Nøvn
Ein góður vinur er farin
Mikudagin 18. apríl, kl.
14:00 er føroysk guðs
tænasta í kirkjuni á
Ríkissjúkrahúsinum.
Í samband við Norð
uratlantisku Mentanar
dagarnar á Ríkissjúkra
húsinum, verður skipað
fyri ymiskum tiltøkum
við grønlendskari, ísl
endskari og føroyskari
luttøku. Hesi londini
senda, sum kunnugt,
nógvar
sjúklingar
til
viðgerð á sjúkrahúsum
í Keypmannahavn, og
serliga á Ríkissjúkra
húsinum.
Tiltakið fer fram í
døgunum 16. – 18. apríl.
Høvið verður, m.a. til at
smakka ymiskar norð
uratlantiskar matvørur.
Mánadagin
16.
apríl
millum
kl,.
10:00
til
11:00 syngur Stanley
Samuelsen í forhøllini.
Onkur fer at siga frá
norðuratlantiskum
ævintýrum, og norður
atlantiskur bindikynstur
verður eisini á skránni.
Undir føroysku guðs
tænastuni,
mikudagin
18. apríl. kl. 14:00, skipa
Helgi
Breiner
Peter
sen
organistur
og
sangarinnurnar
Daisy
Johannesen og Kristin
Bæk fyri tónleikinum.
Bergur Jacobsen præ
dikar.
Føroysk
gudstænasta
á Ríkissjúkra
húsinum
Skipsreiðarin
Mærsk
McKinney Møller andaðist
fyrr í morgun, 98 ára gamal.
– Tað er við sorg at vit
boða frá, at Mærsk McKinn
ey Møller er deyður. Vegna
familjuna
vísi
eg
mína
djúpastu sorg yvir missin av
okkara pápa, abba og oldur
abba, sigur dóttir hansara
Ane Mærsk McKinney Møller
Uggla í eini fráboðan.
– Vit hava mist ein pápa,
sum aldrin sveik familjuna
ella sítt starv. Vit eru takksom
um, at pápi okkara varð rík
aður við einum langum og
innihaldsríkum lívi.
– Hann sveik ongantíð
ynskið sítt um at gera gagn,
og soleiðis setti hann nógv
og stór initiativ í gongd í síni
samtíð, verður víðari sagt.
Hann doyði á Ríkissjúkra
húsinum.
– Fríggjadagin var hann
annars á aðalfundi í fyritøku
sínari,
Mærsk McKinney Møller er deyður