mánadagur 16. apríl 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri Simonsen
Atlantic Airways Tekniska
deild
vann
leygardagin
firmakappingina hjá Rás2
fyri veturin 2011/2012. 46 fyri
tøkur kring landið tóku lut í
firmakappingini hesaferð.
Í finaluni møtti Atlantic
Airways Tekniska deild por
tørunum
hjá
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
Finalan, sum var send
beinleiðis á Rás2, varð hildin
í Miðlahúsinum, eins og tey
undanfarnu árini. Liðini og
fjepparar møttu til eitt ábit
og eina hugnaliga samveru
í
Miðlahúsinum
áðrenn
finaluna.
Ein spennandi finala
Talan gjørdist um eina spen
nandi finalu, har avgerð
in ikki fall fyrr enn ímóti
endanum. Bæði liðini fingu
fult hús teir fyrstu seks
spurningarnar, tá støðan var
javnleikur 18-18, men í sjeyn
da spurningi snávaðu por
tørarnir, og Atlantic Airways
legði seg á odda 21-18.
Tá 9 av 11 innleiðandi um
førum vóru avgreidd var
støðan 27-24, og hendan støð
an helt sær tey tvey næstu
umførini, har hvørki liðið
fekk nakað stig, so Atlantic
Airways vann finaluna við
27-24.
Stigagevingin er skipað á
tann hátt, at svarar liðið rætt
áðrenn 15 sekund eru farin,
so fær liðið trý stig. Ganga
millum 16 og 25 sekund til
rætta svarið kemur, so fær
liðið tvey stig. Ganga mill
um 26 og 35 sekund til rætta
svarið kemur, so fær liðið
eitt stig. Spurningarnir til
finaluna vóru eins og gjøgn
um veturin, spurningar úr
Portalinum, Vikublaðnum og
so ljóðspurningar úr savni
num hjá Rás2.
Stjórarnir vóru
við á liðunum
Magni Arge, stjóri á Atlants
flog var partur av liðnum hjá
Atlantic Airways, og Heri
Ellingsgaard, stjóri á Klaks
víkar Sjúkrahúsi var partur
av liðnum hjá portørunum.
Ein steðgur var miðskeiðis
í
kappingini
leygardagin,
og tá valdi Magni Arge at
flyta seg frá miðjuni, og út
á veingin til seinnu helvt
av kappingini. Spurdur um
hví hann gjørdi so, svaraði
Magni Arge, at hevði talan
verið um flúgvandi útskift
ingar, so hevði hann neyvan
verið leingi á liðnum, og at
tað var betur, at onkur sum
visti betur enn hann sat
nærri liðskiparanum.
Bjóðaðu taparunum við
Atlantic Airways Tekniska
deild vann høvuðsvinningin,
sum er ein ferð fyri 20 fólk
við Norrønu. Annika Lar
sen Black frá Smyril Line
handaði
vinningin
til
Atlantic
Airways.
Bergur
Jacobsen,
liðskipari
hjá
Atlantic Airways boðaði frá,
at teir 9 finaluluttakarnir
hjá Atlantic Airways vóru
samdir um at bjóða teimum
9 finaluluttakarunum hjá
portørunum hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsi við á túrin, sum
teir hava vunnið.
Annar vinningur, sum
portørarnir
fingu
aftan
á lokna kapping, var ein
døgurði fyri teir 9 finalulut
takarnar á matstovuni "11" í
Tórsgøtu í Havn.
– Vit hava havt trupulleik
ar við at manna hetta liðið og
at fáa 20 fólk við upp á ein
túr uppá 4-5 dagar er næstan
ómøguligt. Vit tosaðu síðani
um, at vit kanska áttu at
bjóða portørunum við, um
vit vunnu, og Magni Arge
segði, at tað sá hann ikki sum
nakran trupulleika, segði
Bergur Jacobsen við Rás2,
aftan á finaluna í Miðlahúsi
num.
Bergur Jacobsen undir
strikar, at teir ætla avgjørt
at verja heitið til komandi
kappingarár. Í 2011 vann
Reyni Service í Klaksvík
firmakappingina. Vinnari í
2010 varð P/F Poul Hansen
heilsøla, og í 2009 vann
Tryggingarfelagið
Føroyar
firmakappingina hjá Rás2.
Atlantic Airways
vann Firmakappingina
Tekniska deild hjá Atlantic Airways gjørdist tann fjórða fyritøkan, sum
síðani 2009 hevur vunnið firmakappingina hjá Rás2