Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eftir at tiltakið Barna­ Prix hevur ligið stilt í nøk­ur ár verður nú blást lív aftur í hesa sang­kapp­ingina. Í dag eru fleiri sang­ kapp­ing­ar fyri ung og vaks­in men eingin til børn­ini. Men tað vilja fyr­i­reik­ararnir nú broyta. – Tað er eingin ivi um, at tað er tørvur á at geva børnunum sum duga, hava hug og vilja syngja, ein pall at royna seg á, siga fyrireikararnir, sum tó ikki fara at sláa tað alt ov stórt upp hesaferð. Í fyrstu syftu fara tey bara at skipa fyri kapp­ing­ina í høvuð­ stað­num. Her verð­ur aud­i­tion í Rex fríggj­a­ dagin í hesi og fríggj­ adagin í næstu viku. 10 børn skulu kapp­ ast í finaluni sum verð­ ur 4. mai. Vinnarin av BarnaPrix 2012 slepp­ ur at syngja á G-fest­i­ valinum og á Summ­ar­ fest­i­valinum Eirikur Lindenskov Tað er úrslitið av drúgvu ting­in­g­unum, sum vit hava havt við donsku stjórnina um makr­el­málið, sigur Sjúrður Skaale, fólk­a­tings­ mað­ur fyri Javn­að­ar­flokkin.
 Hann vísir á, at tilgongdin at gera uppskotið um heim­ild­ ar­lóg, sum skal loyva ES at seta í verk tiltøk móti lond­um sum ikki fiska burð­ar­dygt, er nú komin væl á­leið­is. Fiskivinnunevndin í ES- ting­i­num fer væntandi at við­taka sítt álit um upp­skot­ ið týs­dag­in 24. apríl, og á­litið verð­ur so sett und­ir at­kvøð­ u­greiðslu í ES-tinginum í juli. Vænt­andi er, at ES-tingið fer at krevja, at uppskotið verð­ ur víðk­að í mun til tað sum fyri­ligg­ur, soleiðis at tað eis­ ini gevur ES loyvi til at seta bann móti innflutningi úr Føroyum av øðrum fisk­a­ sløg­um enn makreli.

 Tá ES-tingið hevur gjørt sína støðu upp, skal ein semja finnast millum ES-ting­ið og Ráð­harra­ráð­ið. Tað er í Ráð­ harr­a­ráð­num, at stjórnirnar í ES eru um­boðaðar. Málið er so­statt ikki liðugt viðgjørt, og tað er ikki greitt, hvussu end­aliga uppskotið fer at ljóða.

Málið hevur verið eitt heitt evni millum føroyska og danska Javnaðarflokkin –  og hevur stóran týdning fyri Sjúrð Skaale, tí hann er við í stjórnargrundarlagnum hjá Helle Thorning-Schmidt.
 – Tingingarnar um hetta hava verið truplar - bæði tí at Danmark, sum ES-for­ mans­land, er undir trýsti frá rest­ini av ES, og tí at danski makr­el­ídn­að­urin krevur, at Dan­mark skal fara í part við teim­um, sum vilja hava hørð tiltøk sett í verk móti Føroy­um. Javnaðarflokkurin hev­ur á Fólkatingið tikið fram spurningin um, hvørt upp­skotið til heimildarlóg er í sam­svari við altjóða viðtøkur. Danska stjórnin er síð­ani farin víðari við hesum til løgfrøðiligu tænastuna hjá Ráðharraráðnum. Nið­ ur­støð­an er, at uppskotið í sjálv­um sær ikki er brot á al­tjóða lóg. Hinvegin má í hvørjum einstøkum føri metast um, hvørt ítøkilig upp­skot um tiltøk eru í samsvari við altjóða lóg. Tað veldst um hvat tiltøkini bera við sær, og hvørjar grund­ gevingarnar eru, sigur Sjúrð­ ur Skaale, sum vísir á, at komandi fríggjadag kemur má­l­ið fyri í Europanevndini í fólkatinginum, og í tí sam­ bandi hevur danska stjórn­in fyribils tikið hesa yv­ir­ski­ paðu støðu til málið, sum tað nú fyriliggur:

 1. Tá heimildarlógin, sum skal loyva tiltøkum, kem­ur til at­kvøð­u­greiðslu í Ráð­ harra­ráð­num, skal Danmark, sum er for­mans­land, at­kvøða blankt.

 2. Í sambandi við at­kvøð­u­ greiðsl­una skal stjórnin koma við eini serligari fráboðan, har dent­ur verður lagdur á ser­ligu við­ur­skiftini millum Da­n­mark og Føroyar

 3. Stjórnin skal gera greitt, at Danmark, vegna Før­ oyar, kann fara at føra eina rættarsak í altjóða hand­ils­ fel­ags­skapinum WTO móti ES.

 4. Danmark skal leggja dent á at tryggja, at um í­tøk­ i­lig tiltøk skulu setast í verk, skulu grund­gevingarnar fyri hesum hald­ast væl og virð­i­liga. Um neyðugt skulu grundgevingarnar roynast við ES-dómstólin.

 Hann sigur, at Danmark kann ikki einsamalt steðga ES í at seta í verk tiltøk móti Føroyum. Men at for­mans­ land­ið í ES ikki atkvøður fyri ein­um uppskoti, sum tað ann­ars er breið semja um í ES, er eitt týdningarmikið pol­i­tiskt signal.

 – Føroyar hava ikki sjálv­ støðugan limaskap í WTO, og tí kann tað eisini gerast av stórum týdningi, at Danmark - sum sjálvt er partur av ES - vegna Føroyar vil føra eina møguliga sak móti ES í WTO- høpi. At Danmark vil leggja stór­an dent á at møgilig í­tøkilig tiltøk eru lóglig - og eis­ini er til reiðar at leggja ætl­anir um eitt møguligt til­tak móti Føroyum fyri ES- dóm­stólin - kann tryggja, at tær víðgongdu kreftirnar inn­an ES ikki fáa sín vilja, si­g­ur Sjúrður Skaale.

Hann vísir eisini á, at makrelstríðið er dømi um, at tað at Dan­ mark er ES-limur meðan Før­oyar standa uttanfyri, kann skapa trupulleikar fyri rík­is­felagsskapin. – Tað dylist ikki, at Før­oy­ ar og Danmark í hesum føri eru í hvør sínum parti. Tí er Javn­að­ar­flokkurin væl nøgd­ ur við ta støðu, sum danska stjórnin fyribils hevur tikið til mál­ið sum tað stendur, sig­ur Sjúrður Skaale. Danska stjórnin stuðlar ikki makrel-tiltøkum 10 skulu kapp­ast í Barna­ Prix 10 Gekk upp á bilin politikkur Danska stjórnin hev­ur tikið støðu til, at hon ikki stuðl­ar makrel- til­tøk­um ímóti Før­oy­um, og hon fer møg­ u­liga eisini at føra sak móti ES vegna Føroyar Sunnunáttina hevur onkur gingið seg uppá ein bil, sum stóð parkeraður á Kongabrúnni í Havn. Løgreglan fekk í øllum førum eina fráboðan beint eftir døgurða í gjár har ein persónur ringdi inn og segði frá, at onkur hevði framt herverk á bil hansara. Viðkomandi hevði gingið heldur harðliga upp á biltakið, soleiðis at fleiri buglur vóru komnar á bilin. Persónurin vildi boða løgregluni frá hesum, men vakthavandi á Politistøðini upplýsir, at tey ikki hava nakað at ganga eftir. Men málið er í øllum førum skrásett. Vakthavandi heitir tí á fólk, sum møguliga hava sæð okkurt, ella sum kunnu koma við fleiri upplýsingum, um at boða frá hesum. – Samráðingar millum føroyska og danska Javnaðarflokkin hava ført til hetta úrslitið, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður