Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Inntøkan av ferða­manna­ skipum fer at hækka Rannvá G. Fossaberg – Tað ringasta er, um tað er sunnudagur, mjørki og hvørki matstovur ella handl­ar hava opið. Tað sigur Theresa T. Kreutzmann, sum er stjóri á Kunningarstovuni í Tórs­ havn. Hóskvøldið skip­aði Kunningarstovan saman við Tórshavnar Havn fyri kunn­ andi fundi, har tosað varð um, hvussu vit kunnu veita betri tænastu til vitj­andi, ið koma við stóru ferða­manna­ skipunum. Í næsta mán­aði verður farið undir at sam­ skipa vitjaninar av ferða­ mana­skipunum, sum leggja at í Tórs­havn, eftir einum nýggjum leisti. Port Readyness gevur úrslit – Tað snýr seg um, at vit skulu samskipa arbeiðið betri, soleiðis at allir partar ar­beiða saman og gera ein felags innsats, sigur Theresa T. Kreutzmann, sum fegnast um, at áhugin fyri at betra um tænasturnar til gestir við ferðamannaskipum er stórur. Eini 50 fólk, ið øll á ein ella annan hátt fáast við ferðavinnu, vóru møtt upp til fundin, og øll vóru tey á einum máli um, at vit skulu veita betri tænastu til henda bólkin av ferðafólkum. Sum nakað nýtt fer vinnan nú undir at fyrireika vitjaninar av ferðamannaskipum eftir einum nýggjum leisti, sum nevnist Port Readyness. Hetta er eitt konsept, ið snýr seg um, at mann samskipar vitj­aninar á ein ávísan hátt. – Áðrenn skipini koma, skulu vit verða væl fyrireikað at taka ímóti ferðafólkunum. Hvørji eru hesi fólkini, hvat vilja tey fáa burtur úr vitj­an­ ini, og hvussu er teirra ment­ an, eru spurningar, ið vit skulu seta okkum, tá vit fyri­ reika eina vitjan av ein­um ávísum nationaliteti, greiðir Theresa T. Kreutzmann frá. Serliga mentanarfatan er lyklaorðið í Port Readyness kon­septinum. – Port Readyness verður brúkt í eitt nú Grønlandi og í Canada, og tað hevur víst seg at rigga. Ferðafólkini leggja fleiri pengar eftir sær, tá vitjanirnar eru samskipaðar eftir Port Readyness-leist­ inum. Ferðafólk vilja brúka pengar Ofta verður sagt, at fólkini, sum eru við teimum stóru ferðamannaskipunum, sum koma in á Havnina, ikki leggja nakrar pengar eftir sær, og at vit einki fáa burtur úr hesum vitjaninum. – Tað er ikki rætt, at ferða­ mannaskipini als einki leggja eftir sær, tí tað gera tey. Men vit kunnu fáa tey at leggja enn meira eftir sær, sigur Theresa Kreutzmann og leggur afturat, at ferðafólk sum heild hava hug at brúka pengar. – Tey fæstu fara at ferðast við tí fyri eyga als ikki at brúka pengar. Trupulleikin er tann, at gestirnir við ferða­ mannaskipunum sleppa ofta ikki av við pengarnar, meðan tey eru her, sigur Theresa Kreutzmann. Nú tá vitjaninar av ferðamannaskipunum verða samskipaðar eftir Port Readyness-ætlanini, verður vinnan ivaleyst betri før fyri at taka ímóti gestunum og ganga teirra ynskjum á møti. – Ferðafólkini hava eina ávísa væntan av vitjanini, og skulu tey hava eina jaliga uppliving, mugu vit royna at liva upp til ta væntanina, sum tey hava. Býurin má vera livandi Sambært stjóranum á Kunn­ingarstovuni er tað av alstórum týdningi, at ferða­fólkini fáa eina góða upp­living, tá tey vitja í Før­ oyum. Sum nú er, er størsti trupulleikin tann, at handlar og matstøð hava stongt, meðan gestirnir við ferða­ manna­skipum ganga runt í Havnini. – Fáa ferðafólkini við ein­ um ferðamannaskipi eina keðiliga fatan av Føroyum, kann tað føra til, at skipið velur at droppa Føroyar sum destinatión, sigur Theresa T. Kreutzmann. Hon heldur, at tað er umráðandi, at ferða­ fólk­ini fáa møguleika at ganga runt í einum livandi býi. – Handlarnir mugu hava opið, og tað sama er gald­ andi fyri matstøðini. Tíbetur eru fólk frá handils- og mat­stovu­vinnuni sinnað at hava opið eitt nú sunnu- og halgidagar, tá stór ferðamannaskip leggja at, sigur Theresa Kreutzmann. Hon heldur, at føroyingar eru farnir at hugsa øðrvísi um ferðafólk og ferðavinnuna sum inntøkukelda, og tað fegn­ast hon um. – Tað tykist, sum ein hug­ burðsbroyting er farin fram, tí á fundinum hóskvøldið var týðuligt, at vinnan veruliga vil gera eina roynd fyri at betra um tænastuna til gestir við ferðamannaskipum, greið­ir Theresa T. Kreutzmann frá. Hon heldur, at ikki einans ferða­fólkini fáa ágóðan av, at Havnin verður livandi teir dag­arnar, tá tað ikki hendir tað stóra í býnum. – Tað hevur eina av­ smitt­andi effekt. Bæði havnar- og bygdarfólk fáa við hesum møguleika at fara í býin eitt nú ein sunnudag, har tey kunnu hugna sær við at fara í handlar ella á matstovur saman við familju og vinum, sigur Theresa T. Kreutzmann. rannva@sosialurin.fo Ein nýggj samskipanarætlan skal fáa ferðafólk at leggja fleiri pengar eftir sær, tá tey koma til Føroya. Royndir frá útlondunum vísa, at Port Readyness er ein ætlan, ið riggar