Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Um tvær til tríggjar vikur verður greitt, hvussu makrel­ málið fyri 2012 verður loyst. Tá vita allir skipabólkar, hvat teir hava at fyrihalda seg til. Jacob Vestergaard, fiski­ málaráðharri, sigur, at nú verð­ur makrelsemjan løgd fyri flokkarnar. - Eg dugi ikki at ímynda mær nógvar snáv­ing­ar­stein­ ar í flokkunum, tó at tað sjálvandi kann koma fyri, at onkrir smálutir verða broyttir, sigur Jacob Vester­ gaard. Hann vil ikki fara niður í smálutirnar í semjuni, men tað liggur greitt, at makrel­ veikðan í ár skal geva lands­ kassa­num 120 milliónir krón­ ur. Hetta verður gjørt við til­ feingis­gjaldi, og nevnt hevur verið, at talan verður um eitt gjald á umleið tvær krónur fyri kilo. - Tá semjan er liðugt viðgjørd í flokkunum verður upp­skot til lógartekst lagt fyri Løgtingið, og eg miði ímóti, at fáa málið avgreitt áðr­enn hesin mánaðurin er farin, sigur Jacob Vester­ gaard. Eitt annað, sum fiskimenn longu nú kunnu fyrihalda seg til er, at makrelurin verð­ ur býttur út á allar skipa­ bólkar. - Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at allir skipa­bólkar skuldu fáa lut í makrel­fiskiskapinum, slær Jacob Vestergaard fast. Ikki olympiskt Stóru atfinningarnar móti makrel­fiskiskapinum í fjør var sonevnda olymp­iska fiskaríið. Hesar at­finn­in­ gar komu ikki minst frá Fólkaflokkinum og frá nú­ ver­andi fiski­mála­rá­ðharra, Jacob Vestergaard. So hóast fiski­mála­ráð­ harrin ikki vil fara niður í smá­lutirnar í semjuni, so er neyvan nakar ivi um, at ein­ støku skipini fáa egnar kvot­ ur. Harvið kunnu skipini sjálvi gera av, nær tey fiska sínar kvotur, fyri á tann hátt at fáa sum mest burtur úr. Ein partur av inntøkunum hjá landskassanum frá makrelinum stavar frá land­ ing­ar­gjaldi. - Mett verður ikki, at vit hava nóg mikið av frysti­ orku á landi í Føroyum í ár, og tí verður neyðugt at loyva móður­skipum inn í før­ oysk­an sjógv at taka ímóti makreli eisini. Tað verður so álagt teimum skipunum, sum landa til hesi móðurskip eitt ávíst landingargjald fyri kilo, sigur Jacob Vestergaard. Lógaruppskotið um makrel­fiskiskapin í ár er mest sum klárt, og tí vónar fiski­mál­a­ráðharrin, at tað kann avgreiðast skjótt í tingi­ num. - Av røttum átti hetta málið at verið avgreitt longu, men vónandi er klárt til makrelin um tvær til tríggjar vikur, sigur Jacob Vester­ gaard. Samgongan samd um makrelin Fríggjadagin samdust teir fýra samgonguflokkarnir um makrelin. Semja er um fiskiskap eftir makrelinum, tilfeingisgjald og hvussu hann skal landast Leo Poulsen Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, nokt­aði seg í morgun sekan í drápi, bæði í Oslo og á Utøya. Hann játtaði handl­ing­ ar­nar, men ikki revsibrot. Hann segði, at hann drap í sjálv­verju. Eftir at ákærurnar vóru upp­lis­nar, kortlegði Svein Hol­den, ríkisákæri, lívið hjá Breivik seinastu tíggju ár­ ini. Anders Behring Breivik stovn­aði eina røð av feløg­ um, sum stutt eftir fóru á heysin. Tað var millum annað gjøgnum nøkur av hes­um feløgum, at hann út­vegaði sær vápn og aðra út­gerð. Eitt tíðarskeið var hann lim­ur í Fremskritspartiet, men meldaði seg úr flokki­ num aftur, tí hann var ov lít­ið víðgongdur. Tað var ikki fyrr enn summarið 2011 at ætlanirnar um yvirgang veruliga tóku dik á seg. Tað var hetta árið, at hann bílegði hóp­in av kunsttøðum, sum hann síðani gjørdi bumbu­na burtur úr, sum sprong­di ein stóran part av stjórnarbygningunum í Oslo. Eftir at hava sprongt bumbu­na í Oslo, koyrdi Breivik upp til Utøya, har hann fór við ferjuni, »Tor­ bjørn« teir 600 metrarnar út á oynna. Beinanvegin, sum hann var komin í land, fót hann undir at skjóta frá hond. Lammað løgregla Tað hevur verið fýlst á, at løg­reglan bar so seint at við at koma út á oynna. Fyri tað fyrsta koyrdi løgreglan lang­an umveg sum gjørdi, at í staðin fyri teir 600 metr­ar­ nar, sum ferjan siglir, skuldu teir sigla 1500 metrar. Men tá tungt lastaða løg­ reglan var komin í gummi­ bátin, førdi hann ikki mann­ ing­ina. Ikki fyrr enn tá varð far­ið til Utvika, har ferjan sigl­ir frá. Tilsamans verður mett, at løgreglan í minsta lagi var hálvan tíma ov sein út á Utøya, og tí kundi mun­ andi lív verið bjargað. Ikki fyrr enn fleiri mán­ aðir seinni viðgekk løg­regl­ an, at hon púrasta varð tikin á bóli, og ikki var fyrireikað upp á so álvarsligan ágang. Átta persónar mistu lív­ ið av spreingingini í Oslo, meðan Anders Behring Brei­ vik skjeyt ikki færri enn 69 á Utøya. Meginparturin var ung­dóm­ar millum 14 og 19 ár. Sum nevnt byrjaði rættar­málið móti hóp­dráps­ manninum, Anders Behring Brei­vik, í morgun, og roknað verð­ur við, at rættarsakin fer at vara í 10 vikur. Aftur í dag gjørdi Anders Behring Breivik høgrasinnaða heilsan í rættinum, eins og hann gjørdi, seinast varðhaldsfongslingin varð longd Breivik góðtekur ikki rættin Rættarmálið móti Anders Behring Breivik byrjaði í tingrættinum í Oslo í morgun, og fyrrapartin eru ákærurnar lisnar upp móti hópdrápsmanninum, tey 77, sum vórðu dripin í Oslo og á Utøya, umframt tey, ið vórðu særd Semja er fingin um makrelin fyri 2012, og Jacob Vestergaard vónar, at lógarverkið er samtykt í Løgtinginum áðrenn apríl mánaði er farin