mánadagur 16. apríl 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tann 1. januar verður til
feingisgjald lagt á øll fiski
rættindi, vit eiga, bæði á nær-
og fjarleiðum
Tað staðfesti Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmað
ur, á landsfundinum hjá
Sambandsflokkinum leygar
dagin.
Sostatt verður hetta sein
asta árið, føroysk skip sleppa
at fiska ókeypis.
Løgmaður staðfesti eisini,
at samstundis verður eitt
brúksgjald lagt á allan aldan
laks.
Annars verður tilfeingis
gjald lagt á makrelin longu
í ár.
Burðardygd
Løgmaður staðfestir, at vit
eiga at broyta bygnaðin í
fiskivinnuni so at hon byggir
á aðalregluna um at hon skal
verða altjóða viðurkend sum
burðardygg.
Høvuðsendamálið við tí
er, at vit fáa størri úrtøku
og inntøkur úr okkara fiska
stovnum.
- Allur fiskur eigur at
landast um føroyskan keik
ant fyri at skapa virðisøking
í vinnuni og útlendskur
ognarskapur í høvuðsvinnu
ni eigur at avmarkast.
Men í yvirlýsingini, sum
aðalfundurin samtykti eftir
fundin, er orðingin eitt sind
ur bleytari, tí har stendur
bara, at spurningurin um
útlendskan ognarskap skal
endurskoðast.
Tað eru nevniliga summi
sambandsfólk,
sum
seta
spurnartekin við um tað er
rætt at avmarka útlendska
ognarskapin,
samstundis
sum endamálið er at gera
Føroyar til eitt íløguland og
at útlendskar íløgur í før
oysk vinnulív skulu vera
kærkomnar.
Ímillum tey fremstu
Løgmaður staðfestir eisini, at
fiskiríkidømið er ogn Føroya
fólks, men ein brúksrættur
kann verða latin fyri eitt
ávíst tíðarskeið soleiðis at
vinnan hevur tryggar karm
ar.
- Hetta áramál verður
uppá í minsta lagi átta ár og
í mesta lagi 12 ár sigur løg
maður.
- Vit eiga at seta okkum
sum mál, at um fimm ár eru
Føroyar millum fremstu lond
í heiminum, tá ið talan er um
virðisøking av matvørum úr
sjónum, sigur hann.
- Fyri at hava nakran
møguleika at røkka hesum
máli, er neyðugt at skipa
fiskivinnubygnaðin
við
færri og sterkari fyritøkum.
Hetta er tað, sum skal til,
fyri at vit skulu verða fult
kappingarfør við heimsins
lond, bæði tá ið talan er um
burðardygga veiðu og kapp
ingarførar
virðisøkingar
eindir.
Løgmaður sigur, at ein
kappingarfør virðisøkingar
eind kann vera antin skip
ella virki, ella bæði.
- Men tað kann so sanni
liga eisini tann strategiska
leiðslan í hesum eindum,
her hugsi eg um, at vit hava
bestu vitan innan veiðu,
framleiðslu á landi, mark
naðarførslu og sølu, segði Kaj
Leo Holm Johannesen.
Gjald og brúksrættur
- Tað skal ikki longur verða ókeypis at fáa fiskirættindi sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum her stendur í miðjuni, í práti við Eilif Samuelsen, fyrrverandi landsstýrismann,
vinstrumegin og Alfred Olsen. Aftanfyri sæst Hans Christian Abrahamsen. Løgmaður sigur, at hinvegin fáa reiðarar brúkrætt til okkara tilfeingi í eitt áramál
Hóast
løgmaður
var
rættiliga
avgjørdur
á
landsfundinum hjá Sam
bandsflokkinum um at
tilfeingisgjald skal leggj
ast
á
allan
fiskiskap
næsta ár, eru tað onnur
sambandsfólk, sum eru
meiri ivingarsom.
Ein av teimum er Bjørn
Kalsø, landstýrismaður í
mentamálum.
- Vit skulu ansa eitt
sindur eftir at vit ikki
stara okkum fullkomiliga
blind upp á tilfeingisgjald.
Hann
hevur
onki
ímóti, at spurningurin
verður viðgjørdur.
-
Men
vit
skulu
ansa eftir tá ið summu
halda, at vit skulu taka
tilfeingisgjald frá vinnu-
ni til at typpa hol á
fíggjarlógini við.
- Vit mugu ansa eftir, at
vit ikki forða vinnuni at
mennast, tí tað ber til at
fáa munandi meiri burtur
úr okkara fiskivinnu, áðr
enn vit skrúva tilfeingis
skrúvuna ov fast, legði
hann afturat.
Eisini
Johan
Dahl,
landsstýrismaður, mælir
til varsemi
Hann staðfestir, at eftir
hansara tykki tosa vit um
at taka 120-150 milliónir í
landskassan um árið í til
feingisgjøldum.
Men tá ið løgmaður
tosar um at leggja brúks
gjald á aldan laks, er
landsstýrismaðurin meiri
varin.
- Tað er ikki viðgjørd í
samgonguni, hvussu tað
gjaldið skal vera, um talan
skal vera um eitt víddar
gjald ella eitt framleiðslu
gjald.
- Eg síggi, at tað stend
ur
játtanarkarmunum,
men tað viðgerðina havi
eg ikki verið við til, sigur
landsstýrismaðurin.
- Tað snýr seg um at
leggja
tryggar
karmar
fyri vinnuna, men tað má
gerast soleiðis, at tað ikki
er ein forðing fyri vinnu
na, tí má fáa rúmar ræsur
at mennast, sigur Johan
Dahl.
Tilfeingisgjøld
mugu ikki
forða vinnuni
Tilfeingisgjald leggjast á
allan fiskiskap næsta ár
TILFEINGISGJALD Hetta verður seinasta árið, at tað verður
ókeypis at fáa burtur av okkara fiskatilfeingi, sigur løgmaður
Ein brúksrættur kann
verða latin fyri eitt ávíst
tíðarskeið soleiðis at
vinnan hevur tryggar
karmar