Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Fyri fýra árum síðan fór Vinnu­háskúlin undir at hava dugna­skaps­skeið, og áhug­in fyri luttøku á hesum skeið­um er vaksandi. Áhugin er nú so stórur at skúlin hevur hvørt ár tvey skeið við 15-20 luttakarum. Skeið­ið varar í seks mánaðir. Petur Hans Dahl, vara­ stjóri á Vinnu­há­skúla­num veit ikki, hví áhugin vaks­ur. Hann viðmerkir tó, at tá ein báts­vanlukka er hend, søkja fleiri inn á skúlan at taka dugnaskapsroyndina. Í sambandi við dugna­ skaps­skeiðið skulu allir næm­ing­arnir út at sigla við Lív, sum Vinnuháskúlin leigar til endamálið. Tá slep­ pa allir næmingarnir at roy­ na at standa við róðrið. Varaskúlastjórin fegn­ast um stóra áhugan, tí í Før­ oy­um eins og í Dan­mark krevst einki prógv fyri at kunna føra bátar undir 20 tons. Heldur ikki teir skjóttgangandi bát­ar­nar. Onnur lond krevja, at skip­ arin skal hava út­búgv­ing. Petur Hans Dahl væntar, at hetta krav við lóg verður sett í gildi í Føoyum um ikki so langa tíð. Í dugnaskapsskeiðinum er íroknað eitt skeið í at føra skjót­t­gangandi bátar. Petur Hans Dahl sigur, at í undir­vísingini verður stórur dent­ur lagdur á at greiða næm­ingunum frá, at sigling og rúsdrekka ikki hoyra sam­an. Einki promillumark er ásett í sjólógini, men STCW-sáttmálin, altjóða sátt­mál­in um trygd á sjón­ um, kom í gildi 1. januar í ár. Hesin sáttmáli er gald­andi fyri Føroyar, og í hesum sátt­mála­num er pro­millu­ mark­ið ásett til 0,5. Tað er sama mark, sum stend­ur í ferðslulógini. Fleiri og fleiri taka dugnaskapsprógv Einki prógv krevst fyri at føra bátar undir 20 tons. Kortini er grundarlag hjá Vinnuháskúlanum fyri at hava tvey dugnaskapsskeið um árið Randi Jacobsen Í september í fjør tók Rósa Samuelsen, táverandi lands­ stýris­kvinna avgerðina at legg­ja Nærverkið og Al­man­ na­stovuna saman. Sam­an­ legg­ingin hevði við sær, at ein stjóri var til avlops, og val­ið hjá landsstýriskvinnuni fall á Petru Jónsdóttir. Hon skuldi vera stjóri á saman­ lagda stovninum. Mary í Garði, sum var stjóri í Nærverkinum, varð loyst úr starvi. Tað var hon hørm um, men Mary í Garði varð kort­ ini ikki slept upp á fjall. Sum tænastumaður ella tæn­astu­k­vinna hevði hon rætt tilløn trý ár fram, og í vár gjør­di Almannamálaráðið av­talu við hana um, at hon skul­di setast í starv sum deild­ar­stjóri í ráðnum. Hetta er eitt nýtt starv, sum ikki varð lýst leyst. Tað váttar Eyðun Mohr Han­sen, aðalstjóri í ráðnum. Hann sigur eisini, at hetta er vanlig mannagongd, tá ið ræður um tænastumenn, sum kortini eru í lønar­ skipan­ini. Tað kostar ikki Al­manna­ mála­ráðnum nakað at gera eitt nýtt starv upp á henda mát­an, tí tænastumaðurin skal kortini hava løn, og ráð­ ið hevur avtalað við Mary í Garði, at hon heldur fram við somu løn sum framman­ und­an. Nýtt starv til upp­ sagdan stjóra Mary í Garði, sum í sep­tem­b­er varð loyst úr starvi­num sum stjóri í Nær­ verki­num, er sett í nýtt starv sum deildar­stjóri í Al­mann­a-mála­ráð­num