mánadagur 16. apríl 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Óhugnalig uppliving
FÓTBÓLTUR Fyrst small Fabrice Muamba um á vøllinum og um vikuskifti doyði
Piermario Morosini. Poul Thomas Dam hevur skift um troyggju við báðar tveir
Rólant Waag Dam
Tvær hendingar hava skakað fót
bóltsheimin seinastu tíðina. Fyri
júst einum mánaði síðani, 17. mars,
fekk tá 23 ára gamli enski Bolton-
leikarin Fabrice Muamba ein hjarta
tilburð á vøllinum. Muamba var
deyður í samfullar 78 minuttir, áðr
enn læknarnir fingu gongd í hjarta
hansara aftur.
Um vikuskiftið small aftur ein
fótbóltsleikari um. Hesaferð var
tað 25 ára gamli italiumaðurin
Piermario Morosini, sum smokkaði
saman undir dysti. Morosini hevði
sáttmála við Udinese í bestu italsku
deildini, men var leigaður út til
Livorno í næstbestu deildini.
Hesir báðir hjartatilburðirnir
hava skakað fótbóltsheimin. Ikki
minst 24 ára gamla havnarmannin
Poul Thomas Dam.
U17 og U21
– Tvær ferðir í mínum havi eg býtt
um blusu aftaná ein dyst. Fyrstu
ferð eg býttu um blusu, fekk eg
blusuna hjá Muamba. Næstu ferð
skifti eg um við Morosini, fortelur
Poul Thomas Dam, sum sanniliga
hevur fingið okkurt at hugsa um
seinastu dagarnar. Eins og Muamba
og Morosini var Poul Thomas mett
ur sum ein ógvuliga evnaríkur fót
bóltsleikari í Føroyum. Hann hevur
umboðað Føroyar bæði á U17, U19
og U21-landsliðnum.
Og tað var í samband við eina
NM-kapping hjá U17-landsliðnum,
at Poul Thomas fekk troyggjuna
hjá Muamba. Føroyar spældu ikki
móti Onglandi, men høvdu eina
avtalu við enska landsliðið um, at
leikarar á liðunum báðum fingu
troyggjurnar hvør hjá øðrum.
– Hin ferðin var við U21-lands
liðnum í Italia. Tá kom Morosini
yvir til mín aftan á dystin. Hann
spurdi, um vit skuldu býta um
troyggju og eg segði sjálvandi ja,
greiðir Poul Thomas frá.
Hevur fylgt báðum
Poul Thomas dylir ikki yvir, at
hann síðani, at hann fekk blusuna
hjá Muamba og Morosini hevur
fylgt væl við, hvar hesir báðir hava
spælt.
– Við Muamba hevur tað verið
so nemt, tí hann hevur spælt við
Bolton allatíðina. Men eg plagdi
eisini at googlað Morosini fyri at
vita, hvar hann spældi og hvussu
tað gekk hjá honum, sigur Poul
Thomas.
Ógvuliga kløkkur
Tá Muamba small um á vøllinum
hugsaði Poul Thomas ikki stórvegis
um tað. Gaman í, hann hevði fingið
blusuna hjá honum fyri nógvum
árum síðani, men so var tað heldur
ikki meiri enn tað. Men tá Morosini
nú eisini small um, gjørdist Poul
Thomas rættiliga skakkur. Í sær
sjálvum er tað ógvuliga óhugnaligt,
at tveir sunnir ungir menn fáa
hjartastopp. Men hjá Poul Thomas
er tað upp aftur meiri óhugnaligt, at
teir einastu leikararnir, hann hevur
býtt um blusu við, báðir hava fingið
hjartastopp.
– Eg bleiv øgiliga kløkkur, nú
Morosini eisini small um. Eg havi
eisini verið eitt sindur uppI at
koyra um alt hetta, tí tað er nokk so
óhugnaligt. Men tað er ikki so nógv,
eg kann gera við tað, ásannar Poul
Thomas Dam.
rolant@sosialurin.fo
Eg havi verið eitt sindur
uppI at koyra um alt hetta,
tí tað er nokk so óhugnaligt
Læknarnir stríddust tað, teir vóru mentir, men Morosini var ikki til at bjarga
Mumba fær hjálp á vøllinum, eftir at hann fekk
hjartastopp undir dysti fyri Bolton