mánadagur 16. apríl 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Dystaðust
í felags
FM-tiltaki
Badminton, borðtennis, judo Felags FM-finalutiltakið í
badminton, borðtennis og judo var í høllini á Hálsi leygardagin,
og við hópin av góðum og spennandi finalum góvu tær
smærru ítróttargreinarnar sær sjálvum eitt gott umdømi
Pætur Albinus
Leygardagin varð skipað fyri árliga
FM-finalutiltakinum
hjá
bad
minton, borðtennis og judo. Hesi
ítróttarsambondini, sum seinnu
árini hava gingið hond í hond um
at skapa teir bestu karmarnar um
at avgreiða sínar finalur, megnaðu
tað aftur til fulnar hesaferð. Nógvir
áskoðarar vóru komnir saman á
høllini á Hálsi at síggja finalurnar,
sum í fleiri førum gjørdust tættar
og spennandi.
Borðtennis stílaði fyri
Tað var serliga í borðtennis, at final
urnar gjørdust tættar. Í kvinnu
finaluni hittust tvær ungar gentur
úr TBF á Tvøroyri, nevniliga 14
ára gamla Anna Mikkjalsdóttir og
15 ára gamla Lív Øster. Lív Øster
legði bragdliga fyri og vann tvey
tey fyrstu settini, men júst sum
hon skuldi avgera dystin, fann
Anna Mikkjalsdóttir sítt góða spæl
fram og gjørdi hon ikki matari
enn at vinna trý tey næstu settini
og harvið dystin 3-2. Eitt sera gott
comeback og eitt gott avrik frá bara
14 ára gomlu tvøragentuni, sum eis
ini gjørdist føroyameistari hjá ung
lingum.
Hjá monnunum var eisini stórur
spenningur, har 15-faldaði føroya
meistarin, Peter H. Niclasen, hitti
ein av sínum lærusveinum, 19 ára
gamla Fróða F. Jensen, í finaluni.
Dysturin var javnur allan vegin,
men tá ið Peter H. Niclasen var á
odda 3-2, tók dysturin eina vend.
Fróði vann nevniliga eitt tætt sætta
sett og javnaði til 3-3, áðrenn hann í
avgerandi setti spældi yvirlegið og
nú – eftir at hava tapt í hálvfinaluni
trý ár á rað – kann kalla seg føroya
meistara.
Rannvá, Rannvá, Rannvá
Hóast Rannvá D. Carlsson hevur
verið undir drúgvari uppvenjing
eftir at í fjør hava slitið kross
bandið, og bara vant í nakrar fáar
vikur undan FM, megnaði hon
at vinna heili trý meistaraheiti á
finaludegnum. Nevniliga í bland
aðum tvímansleiki, tvímansleiki
og einmansleiki. Í blandaðum tví
mansleiki vann hon saman við
Akseli Poulsen á Niclasi Eysturoy
og Guri Poulsen, meðan hon í tví
mansleiki saman við Guri Poulsen
vann á mammu sínari, Bjørg Djur
huus, og Honnu Elisu Arge.
Í einmansleiki vant hon burturúr
Guri Poulsen og vann bæði settini
sannførandi 21-7, 21-10.
Hjá monnunum vóru tað tveir
leikarar búsitandi í Danmark,
sum myndaðu finaluna. Nevniliga
Niclas Eysturoy, sum býr í Århus,
og Benjamin Gunnarstein, sum býr
í Middelfart. Niclas Eysturoy er við
at spæla seg upp í tær hæddirnar,
hann var í áðrenn álvarsliga skaðan,
og hetta prógvaði hann eisini á
finaludegnum við at vinna 2-0 í
finaluni.
Hann gjørdist eisini føroya
meistari í tvímansleiki, har hann
saman við Akseli Poulsen vann
2-0 á Gunnarstein-brøðurunum,
Benjamin og Nikolai.
Svarta beltið vann
Judo hevði á finaludegnum seks
finalur, og í trimum av teimum
høvdu teir hesaferð loyvt ungum
luttakarum upp í part. Hetta eydn
aðist væl og var uttan iva eitt
stórt upplivilsi hjá teimum minni
royndu.
Flestu eyguni vórðu vend mót
vegis opna bólkinum, har luttakarar
úr øllum vektklassum kundu melda
seg. Í hesi finaluni dystaðust Petur
Sigurð Johannesen úr Sunda Judo
felag ímóti svarta beltinum hjá Áka
Davidsen úr Havnar Judofelag.
Dysturin bleiv ógvuliga hend
ingarríkur, og í einum kasti hjá
Áka Davidsen var tað stór ósemja
ímillum
høvuðsdómaran
og
teir
báðar
hjálpardómararnar,
hvussu nógv stig tað skuldi geva.
Høvuðsdómarin metti fyrst, at
Áki Davidsen hevði vunnið dystin,
men tað endaði við, at hann fekk 10
stig og teir fingu loyvi at dystast
víðari. Petur Sigurð Johannesen
hevði tá ov knappa tíð og megnaði
einki at gera við Áka Davidsen, sum
vardi borg og tryggjaði sær føroya
meistaraheitið.
Tey yngru í judo sluppu at royna seg á finaludegnum
Mynd: Álvur Haraldsen