Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Olympisku leikirnir í London eru tríggjar og ein hálvan mánað burtur, og harvið nærkast í stórum størsta og mest spennandi avbjóðingin hjá nøkrum føroyskum ítróttarfólki nakrantíð. Í vikuskiftinum skipaði Havnar Svimjifelag fyri SMS kappingini. Pál Joensen luttók og gjørdi orduliga um seg við at seta fýra føroysk met. Tað kann vera, at hetta var síðsta ferðin, at tað var møguleiki fyri at síggja Pál Joensen kappsvimja í Føroyum. Pál fer ikki at luttaka í nakrari kapping heima á landi, áðrenn hann um mánaðarskiftið juli/august skal í olympiska eldin í London. Um tað gongur, sum ætlanin í løt­ uni er, so flytir størsta ítróttar­ stjørna føroyinga nakrantíð av land­inum eftir summarfrítíðina, tá ið hann sambært venjaranum Jón Bjarnason ætlar sær undir hægri lestur, og tá verður neyvan pláss til luttøku í kappingum heima á landi. Nú fæst at síggja, um og nær Pál aftur verður at síggja í føroyskum hyljum. Men tað kann ikki sigast annað, enn at Pál gjørdi ein orduligan vørr, nú hann við kós ímóti olympisku kappingini segði føroyskum svimji­ hallum farvæl. Pál setti fýra nýggj met í viku­ skiftinum. Ikki minst merkisvert var tað, tá ið hann í gjár kutaði meiri enn sjey sekund av metinum í 400 metra blandaðari svimjing. Gamla metið setti Pál í Oyggjaleikunum í Álandi í 2009. Tá var tíðin 4:26.18. Tá ið hann í gjár setti nýtt met var tíðin 4.18.97!! Hetta var seinnapartin í gjár. Fyrrapartin setti Pál met í 200 metra bringusvimjing. Pál átti sjálvur gamla metið, sum hann setti í Oyggjaleikunum í 2009. Tá var tíðin hjá honum 2:16.06. Sunnumorgunin legði hann teir tvey hundrað metrarnar afturum í tíðini 2:15.59. Leygardagin setti Pál nýggj føroysk met í 200 metra firvald og 200 metra blandað! Pál Joensen er stak væl nøgdur við avrikið og støðuna soleiðis, sum hon er, nú tað eru tríggir og ein hálvur mánaði til olympisku leikirnar: – Tað er eingin ivi um, at eg eri betri fyri, enn eg nakrantíð áður havi verið, sigur Pál Joensen. Bartal Hestoy úr Havnar Svimji­ felag hevur seinastu tíðina gjørt risa framlop. Hann svam 400 metra blandað saman við Páli Joensen í gjár. Málið hjá Bartali var at kvali­ fisera seg til EM kappingina, sum verður í mai. Um tað skuldi eydnast, so var kravið, at Bartal megnaði teir 400 metrarnar í tíðini 4:27.50. Tað eydnaðist honum ikki, men tað rest­aði ikki so nógv í. Tíðin hjá Bartali var 4:28.27. joannes@sosialurin.fo Pílarnir peika ímóti London Svimjing Føroyska heimsstjørnan setti í vikuskiftinum fýra føroysk met, sum eru staðfesting av, at tað orduliga gongur rætta vegin í fyrireikingunum til olympisku leikarnar í summar