Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tað eru í høvuðsheitum tveir vegir at fáa tamar­ hald á almenna hús­ar­ hald­inum. Antin at skapa vøkstur ella at minka um rakstur. Mið­flokk­ urin hevur víst á gongd­ ar leiðir at skapa vøkstur við politiskum átøk­um. Higartil hevur hesin politikkur ligið á láni í stutta sam­gongu­skeið­ num. Men hesin poli­tikkur má nú setast á skránna. Lív í flakavinnuna Okkara uppskot er at fáa lív aftur í flakavinnuna við frystum fiski úr øðr­ um londum. Nógv flaka­ virkir standa tóm og arbeiðsloysið er stórt. Tí er upplagt, at landið, með­ an kreppan enn leikar á, fíggjar eina slíka skip­an við pengum, sum í løtu­ ni liggja deyðir. Real­urin hevur slíkan kapital. Landið eigur í eina avmarkaða tíð at fíggja goymslu av fryst­um fiski, sum virkir kring landið so kunnu seta í framleiðslu, tá høvið býðst. Trupulleikin hjá flaka­virkisvinnuni er kapi­tal­tørvurin, og tí eigur landið at lyfta hesa upp­gávuna. Øll vita, hvussu svika­ ligt arbeiðið á einum flaka­ virki er, nú lítil fiskur er á grunninum. Teir dagar, tá arbeiðsfólk noyðast at vera heima og fáa pengar úr ALS, kundu virkini heldur arbeitt tiðnaðan fisk. Tað hevði økt um framleiðsluna á landi. Tað hevði gjørt tað hugaligari at arbeitt á flakavirki. Tað hevði minkað um ar­beiðsloysið og harvið mink­að um trýstið á arbeiðs­loysisskipanina. Og tað hevði givið fleiri skatta­inntøkur. Nú vilja so teir vanligu búskaparfrøðingarnir siga, at slík skipan er kappingaravlagandi. Ja, tað er rætt, so leingi, sum kapping er. Men tá ongin kapping er, 1700 fólk eru arbeiðsleys, og lítið av fiski er til, hava vit øll ein trupulleika. Og so leingi sum kappingaravlaðingin snýr seg um fígging og ikki stuðul, burdi vandin fyri at skeikla marknaðarkreftirnar verið lítil. Tí hvussu sær út við kappingarstøðuni á fíggingarmarknaðinum ídag? Peningastovnarnir velja nakrar út, sum teir hava álit á, og geva øðrum krakk, júst fyri at tryggja sínum kundum bestu kappingartreytir. Framkomin lond, sum hava trot á rávøru, inn­ flyta og víðarivirka hana. Føroyar eru framkomið land í fiskavirking. Vit hava bestu fólk í øllum liðu­m. Vit hava virkir, tól og útgerð. Vit hava søg­una og royndirnar. Miðflokkurin leggur dent á hetta arbeiðið í sam­gonguni. Tær sam­ røður, sum eg havi havt við løgmann og aðrar sam­ gongufelagar vissar meg um, at slíkum politikki er lív lagað. Vøkstur heldur enn sparingar Miðflokkurin hevur ei­s­ ini víst á onnur politisk átøk fyri at skapa bú­ skaparvøkstur í sam­fe­ lag­num. Enda­málið er at halda fast um eitt sunt og væl­virk­andi væl­ferðar­ samfelag, har vit, heldur enn at skerja týdn­ingar­ miklar sosialar skipanir, fáa ferð á samfelagið og inntøkurnar. Sjálvandi skulu vit til eina og hvørja tíð ansa eftir, at skatta­ borg­arans peningur verð­ ur gagnnýttur til fulnar, og tí er støðugt neyðugt at nýskapa og umleggja skipanir, har fyrimunir finnast. Men nú er neyð­ugt at seta ferð á vakstrar­ pol­itikkin og vóni eg, at samgongan sær álvara 9 Vøkstur ella rakstur Bill Justinussen Nógv hevur verið tosað um hvørji eru tey røttu tølini Leif Abrahamsen Stjóri á Gjaldstovuni Hvat er broytt: Um páskirnar hevur verið nógv tosað um, hvat er rætta undirskotið hjá Lands­kass­ anum fyri 2011. Tað, sum hevur skapt kjak­ið, eru broyttar játtanar­ meginreglur, sum vóru settar í verk við nýggju játtanar­ lógini frá 2009. Í játtanarlógini eru áset­ ingar um øll viðurskifti sum viðvíkja sjálvari fíggjarlógini. Her verður staðfest, at tað er heimilað at flyta óbrúktar lógu­játtanir tvørtur um ár. Hetta merkir, at er pen­ingur játtaður til eina ávísa løgu, t.d. at byggja eitt ellis­heim ella ein skúla og at byggi­ útreiðslurnar av eini ella aðrari orsøk ikki fella sum roknað varð við t.d. broyttar fyritreytir ella at projekterað verður øðrvísi enn roknað varð við, so er ikki neyðugt at endurjátta peningin. Hetta var ynski bæði frá politikarum og stovns­leið­ arum, at tað varð loyst upp frá stirvnaru skipanini, sum vit høvdu frammanundan, so tað kundi verða løgd skyn­ samari ætlan fyri stórar verkætlanir. Hetta varð av teimum flestu roknað sum eitt stórt framstig. Hetta vit her tosa um, er tað, sum verður nevnt støð­ ling­ar. At óbrúktar játtanir verða fluttar tvørtur um ár. Nettostøðlingin var 80 mió. kr. í 2011. Hetta er so upp­ hæddin, sum er markað til ávísar løgur og sum er flutt til 2012. Og hetta verður gjørt sambært lóg. Gjaldstovan setur so rokn­skapin upp eftir hesi nettostøðlingini, tí rokn­ skapar­lógin ásetur, at rokn­ skapurin skal setast upp sambært fíggjarlógini. Ætlanin við lógini var at skapa liðiligleika og ikki at skapa størri upp­spar­ing­ar­ skipanir, sum grunn­ar­n­ir vóru. Røtt tøl: Spurningurin um røtt rokn­ skapartøl er skeivt settur. Spurningurin er heldur, hvat tosa vit um. Tosa vit um eitt tal, sum er við støðlingum ella ikki við støðlingum. T.v.s. tosa vit um eitt tal við ella uttan 80 mió. kr. Vit vísa bæði tølini í okk­ ara uppsetingum, so eingin skal vera í iva. Tølini eru so atkomilig, at ein skilagóður journalistur á Dimmu trekti hesi tølini uttan hóva­sták av heimasíðuni hjá Gjald­ stovuni. Úrslitið, har støðlingar ikki eru við, verður nevnt RLÚ2. RLÚ stendur fyri rakstrar, løgu og útlánsúrslit, sum er rakstrarúrslitið fyri eitt land. Ein búskaparfrøðingur nevndi, at vit blandaðu rokn­skap og játtan saman. Júst hesar støðlingar eru isoleraðar í roknskapinum, so her er einki samanbland. Spurningurin um broyttu meginregluna: Ein heilt annar spurningur er, um vit úthola fíggjarlógina sum finanspolitiskt amboð, at ætlað virksemi ikki verður settur í gongd, men fluttur til seinni ár. Her eri eg samdur í, at so nógv av almennum virksemi sum yvirhøvur, eigur at verða sett á fíggjarlógina. Verður meginreglan um støðling nýtt skynsamt, so­ leiðis at vit tosað um prakt­ iskar forskjótningar tað at út­reiðslan fellur nakrar mán­ aðir seinni enn árs­skiftið, so átti hetta ikki at verið nakar trupulleiki. Hinvegin, so er henda nýggja støðan nógv betri, enn fyri bara nøkrum heilt fáum árum síðan. Tað er ikki langt síðan, at tosað var um at byggja Marknaðargilsdepilin upp á hálva mia kr uttanfyri fíggjarlógina, har ætlanin var at rinda studning tey næstu 20 árini til skúlan. Tveir tunnlar fyri einar 600 mió kr vórðu bygdir, har vit rindaðu byggiútreiðslurnar sum partapeningin langt eftir, at tunnlarnir stóðu lidnir. Her kundu vit veruliga tosa um, at almenna virksemið ikki endurspeglaði tað virksemið, sum varð sett í gongd á fíggjarlógini. Enn verri er, at vit rindaðu til tunlarnar eftir teir vóru lidnir og rokn­ ingarnar vórðu sendar til eftirfylgjandi landsstýri. Tað vit síggja her, er tað øvugta. 80-ára standir: Nevnt hevur verið, at hetta kann viðføra 80-ára standir. Hesum eri eg ósamdur í, tí í 80-árunum høvdu vit ikki hylling á búskaparstøðuni. Stórur partur av almenna virkseminum var slættis ikki á fíggjarlóg t.d. Føroya Tele og Postverk Føroya. Har­næst fór munandi part­ ur av virkseminum fram í grunnum. Onkrir av hesum grunnum lógu í land­s­rokn­ skapinum, aðrir uttanfyri. Gjaldstovan hevði einki dag­ ført yvirlit yvir allar grunn­ arnar og sostatt var einki gjøgnumskygni. Minnist ta einu ferðina, at Gjalstovan hevði fund við ráðgevandi nevndina hjá Forsætismálaráðnum á teirra Føroyavitjan í 1992. Vit høvdu ikki hilling á støðuni. Sótu bara og gittu. Á flestu mótum er støðan nógv betri í dag! Vit hava tøkni­ligar loysnir, har tú uttan hóvasták og vitan kanst bora teg niður á minstu smá­lutir og fáa víst og gjørt uppsetingar til nógv ymsi stig í fyrisitingini. Hesi stig eru politiska, búskaparliga, stra­tegiska, taktiska og fremj­andi stigið. Seinnu árini hava vit eisini fingið skipað rokn­ skapar­viðurskiftini hjá komm­ununum, so eisini hesir roknskapir síggjast í almennu roknskapartølunum. Nú tosað verður um at hava eitt rætt grundarlag at taka avgerðir eftir, so er tað eftir minum tykki ein álvars­ligur trupulleiki, at virksemi, sum er alment, ikki sæst í almennu rokn­ skapar­tølunum t.d. AMEG, Húsalánsgrunnurin, Búnað­ ar­grunnurin, ALS og Lands­ bankin. Dentur skal verða lagdur á, at eg tosi ikki um fíggjarlóg, men um lands­ rokn­skap. Her er talan um virksemi, sum ávirka lands­ búskapin nógva ferðir meira enn ein skynsom støðling ger.