mánadagur 16. apríl 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Børn 2022
Justin Philbrow
(foreldur)
Vit sum foreldur vilja og
vóna alt tað besta fyri børn
okkara, sjálv±andi. Vit vóna,
at tey finna útav, hvat tey
vilja gera við lív sítt, og at
tey fáa eina lívsgleði burtur
úr tí. Vit royna sjálvsagt
eftir
besta
førimuni
at
hjálpa teimum á leið við
at geva teimum tað besta
av tí, vit vita av lívslæring,
royna at uppala tey, hjúkla
um tey, hjálpa teimum við
heimasetninginum og vera
til staðar, har vit kunnu. Vit
eru ikki serfrøðingar, men
vóna tað besta. Soleiðis
gjørdu okkara foreldur og
teirra foreldur.
Spurningurin
er
bara,
um “at vóna tað besta” er ein
taktikkur, sum fer at virka
fyri okkara børn meir. Inntil
nú hava vit foreldur, sum
oftast, kunnað sissað okkara
ótta um framtíðarvánirnar
hjá børnum okkara við tí, at
tey finna altíð okkurt slag
av arbeiði. Um ikki annað,
so var altíð okkurt flakavirki
ella skip, har tey kundu fáa
arbeiði. Men hetta er ikki
veruleikin longur.
Arbeiðsmøguleikar
Teir
siðbundnu
arbeiðs
møguleikarnir, sum hava
verið, gerast færri; krøvini til
ein arbeiðara gerast øðrvísi
og fleiri, samstundis sum
meira press er á at minka
um
almennaforsorg/ALS.
Og tað, sum kanska eisini
frustrerar okkum foreldur,
er, at vit kunnu ikki geva
børnum okkara góð ráð til
eina yrkisleið, har vit kunnu
vera vís í, at tey kunnu skapa
sær eina framtíð. Vit kunnu
nóg illa siga, hvussu arbeiðs
marknaðurin sær út um 3
ár, hvussu so við 9 ella 20
árum?
Vit hava ein son, sum
byrjar í skúla nú eftir summ
arsteðgin. Um alt veit væl
við, so verður hann liðug
ur við níggjunda flokk í
2022. Kanska fer hann í stu
dentaskúla ella undir onkra
aðra miðnáms-útbúgving og
er møguliga liðugur við tað
í 2025. Hvør veit, kanska fer
hann víðari til eina hægri
útbúgving og verður liðugur
við hana í 2030/2032 – t.v.s.
um umleið 20 ár. Hvussu
síggja Føroyar út tá? Hvørjir
arbeiðsmøguleikar verða til
hansara? Skal hann satsa
uppá
eina
góða
bókliga
útbúgving? Ella kanska verð
ur tørvur á fleiri handaligum
yrkjum? Tað var okkurt um
visjón 2015: “Týdningarmesta
tilfeingið er eitt vælútbúgvið
fólk,” var ein yvirskrift. So
har var so eitt boð.
Framtíðin
Vit kunnu kanska venda tí
eitt sindur við. Hvat vita vit
við vissu um framtíðina? Vit
vita, at tey lágløntu arbeiðini,
tey sum ikki krevja tað stóra
av bókligari útbúgving, eru vit
í Føroyum ikki kappingarfør
við. Hetta loysir vinnan við
at optimera arbeiðshættir
og automatisera og at flyta
rávøru av landinum til bíligari
arbeiðsmegi. Tað noyðast
vinnan fyri yvirhøvur at
hava nakra vinnu eftir. Men
tað merkir so eisini, at tað
er minni og minni brúk fyri
“vanligum” arbeiðarum, sum
vinnan er nú, og tað er bara
eitt faktum. Tann almenna
umsitingin fer gjøgnum eina
líknandi myllu; verður skerd,
optimerað og automatiserað
(vónandi), men í øllum førum
verða
færri
arbeiðspláss
har. Hvat er so eftir? Onkur
hevur roynt at fingið okkum
at satsað uppá KT, ella sigur,
at oljuvinnan verður tað
stóra gulleggið. Onkur nevnir
makrel.
Hvussu víkir og vendir, so
tykist tað vist, at vit vita ikki,
hvat framtíðin (bara um 3 ár)
hevur at bjóða uppá uttan tað,
at tað verður øðrvísi enn nú,
og at vit mugu førka okkum
frá einum veiðisamfelag og
kropsligum arbeiði til eitt
vitanarsamfelag – um ikki,
so eru dagarnir taldir hjá
okkara vælferðarsamfelag,
og framtíðarmøguleikarnir
hjá børnum okkara at verða
verandi her í Føroyum ger
ast nógv truplari. Tí má
avbjóðingin hjá nýggja ætt
arliðinum liggja meira í tí
at duga at skapa nýggjar
vinnur (bæði kreativar og
handaligar) og at duga at
endurskapa og menna seg
sjálvan í teimum broytingum,
sum fara at gera alt meir
um seg. T.v.s., at vit sum eitt
samfelag mugu satsa uppá
útbúgving, nýskapan og eft
irlagingarevni hjá nýggju
ættarliðunum. Hetta vita
vit.
Útbúgving, nýskapan
og eftirlagingarevni
Hvussu kunnu vit foreldur
hjálpa uppá, at okkara børn
fáa eina góða útbúgving,
læra at vera nýskapandi og
hava eftirlagingarevni, so
leiðis at børnini, ið eru liðug
við níggjunda flokk í 2022
eru klár til avbjóðingarnar?
Ella er tað betri, at foreldur
bara lata hetta upp til ser
frøðingarnar og vóna tað
besta? Hetta er jú ikki
“bara” ein átrokandi persón
ligur menningar- og trivn
aðarspurningur, men sanni
liga eisini ein spurningur
um framtíðarbúskapin í Før
oyum.
Eitt
er
uppaling
og
læring heima, annað er tað
á barnagørðum og skúlum,
men tað heila gongur út
uppá tað sama. Vit foreldur
hava bara ikki eitt fakfelag.
Vit foreldur
Men kanska tað ber til hjá
okkum foreldrum at rætta
eina hjálpandi hond, sum
veruliga munar kortini. Nógv
eru komin til tað, at tað ber
til. Tað, sum krevst í fyrstu
atløgu, er, at vit foreldur
broyta taktikk. Frá tí at vit
lata frá okkum ábyrgdina av
barnauppaling og læring til
starvsfólkini í barnagørðum
og skúlum, og til politikarar
og embætisfólk, til tað at
vit taka á okkum ein part
aftur. Tað merkir ikki, at vit
skulu gera alt ella gerast
serfrøðingar í øllum. Tað
merkir, at vit foreldur hava
ábyrgdina av at syrgja fyri,
at børnini fáa teir røttu ser
frøðingarnar, og at serfrøðin
er hóskandi til nútíðina og
framtíðina.
Hetta krevur sjálvandi, at
vit sum foreldur fylgja við í
tí, sum hendir í samfelagnum
og serliga í barnagarðinum
og fólkaskúlanum, bæði á
lokalum støði, men eisini á
politiskum støði. Ikki tað
at vit skulu ganga runt og
kritisera alt, sum serfrøð
ingarnir gera. Heldur umvent;
vit sum foreldur mugu gera
alt, vit kunnu, til at stuðla
uppundir, soleiðis at tey fáa
gjørt tað, sum er endamálið
í teirra arbeiði.
Endamálið skúlans
Tí endamálið og arbeiðið
hjá lærarum er nokk heilt
á leið, um mann hyggur at
endamálsgreinini hjá fólka
skúlan t.d.:
»§ 2. Uppgáva fólkaskúl
ans er við atliti at tí ein
staka næminginum og í
samstarvi
við
foreldrini
at fremja, at næmingarnir
nema sær kunnleika, fimi,
arbeiðshættir og málbúnar,
sum stuðla tí einstaka næm
inginum í fjølbroyttu, per
sónligu menningini.
Stk. 2. Fólkaskúlin eigur
at skapa sovorðin líkindi
fyri uppliving, virkishugi
og djúp-hugsan, at næming
arnir kunnu menna sína
sannkenning, sítt hugflog
og hug til at læra, og at teir
kunnu venja síni evni til
sjálvstøðuga meting, støðu
takan og virkan og búnast
í treysti til sín sjálvs og til
teir møguleikar, sum eru í
felagsskapinum.«
Henda orðingin rúmar
væl tað at satsa uppá út
búgving, nýskapan og eftir
lagingarevni. Sjálvur haldi
eg, at mann má taka hattin
av fyri teimum, sum hava
skrivað hetta. Framsíggin og
tíðarhóskandi. Avbjóðingin
er so at fáa hetta framt í
verki. Er tað kanska ikki her,
at foreldur rættiliga kunnu
gerast galdandi stuðlar til
allar partar av líkningini?
Vitan, førleikar
og hugflog
Mentamálaráðið hevur sett í
gongd nýggjar námsætlanir
sum eitt boð uppá at betra
útbúgvingina hjá næming
um. Har er nógv at tríva í.
Men eitt, sum tykist vera
sentralt, er at flyta fokus frá
at terpa vitan til at menna
førleikarnar
hjá
næm
ingunum. Hesum kunnu vit
foreldur stuðla á ymiskar
mátar. Frá tí at hugsa um
hetta, tá ið tað kemur til
heimasetningin, og frá áhug
anum í tí, sum børnini gera
í skúlanum, til tað at spyrja
læraran, hvørjar førleikar
heimasetningurin/undir
vísingin fremur. Eitt annað,
sum er partur av náms
ætlanini, eru eftirmetingar.
Her kunnu vit foreldur t.d.
hjálpast at við læraranum
at eftirmeta okkara egnu
børn og vera meira við í
eftirmetingunum.
Eitt er vitan og førleikar,
men hvat við restini av
endamálsorðingini hjá fólka
skúlanum? Hvussu kunnu vit
foreldur hjálpa skúlanum “at
skapa sovorðin líkindi fyri
uppliving, virkishugi og djúp-
hugsan...” at tey menna “sítt
hugflog og hug til at læra”?
Vitan og førleikar eru
sjálvandi umráðandi, men
kjarnin í nútíðar- og fram
tíðarmenningini
liggur
nokk meira í hesum seinna
partinum av endamálsorð
ingini. Tað sigur seg sjálvt,
um børnini fáa ment sítt
hugflog og hug at læra, so
skulu vitan og førleikar nokk
koma (og tað nógv lættari).
Umvent, um mann fokuserar
uppá vitan og førleikar, og
hugflog og hugur svíða fyri
tí, so missa vit bæði í nógvum
førum.
Og tað er kanska júst
her, at vit foreldur eisini
kunnu gera mun og hjálpa
serfrøðingunum. Ikki bara
við, hvussu vit hjálpa hesum
heima, men líka týðandi eisini
við at fylgja við í skúlanum
og hjálpa skúlanum við at
røkka endamálinum. Ikki
tí at vit hava svarini uppá,
hvussu fram skal farast
(vit eru ikki serfrøðingar),
men við at hjálpa til at seta
spurningar og venda ting
unum soleiðis, at fokus er á
at røkka endamálinum. Her
er nógv at taka fatur í, líka
frá foreldrahjáveru til at
leggja trýst á politiska valdið,
tá ið t.d. niðurskerjingar eru
á tímatalinum o.s.fr.
Vit foreldur eiga at seta
spurningar
Politiska rákið í løtuni
tykist at vera, at fyri at
kunna síggja úrslitini hjá
pedagogum og lærarum, skal
meira og meira standardi
sering til. Í vanligari undir
vísing í skúlunum, men eisini
í teirri vaksandi mongd av
standardroyndum,
sum
børnini skulu ígjøgnum í
barnagarði, landsroyndum,
Pisa o.s.fr. Er hetta rákið
gott? Kemur tað at stuðla
endamálsorðingini? Tað at
skúlin sker niður uppá tær
handaligu (ella sokallaðu
kreativu) lærugreinarnar, er
tað rætt, fremur tað enda
málsorðingina?
Tað
eru
nógvir
spurningar,
sum
mugu setast, bæði lokalt
og á landsplani, og sum vit
foreldur mugu vera við til
at seta. Tí annars kunnu
vit risikera, at eingin setir
spurnarteknini ella tekur tey
í álvara.
Framtíðarvón
Tað stutta av tí langa er, at
fyri at børnini hjá okkum
skulu hava eina góða fram
tíðarvón – við tað at tey
verða væl útbúgvin, nýskap
andi og hava eitt gott eftir
lagingarevni - krevst fyrst og
fremst, at vit foreldur taka ein
part av ábyrgdini fyri okkara
børnum á okkum aftur og
ikki bara fylgja rákinum og
vænta, at politiska valdið,
serfrøðingarnar og serfrøðin
í sær sjálvum hava stýr á
hesum – men tað kunnu
tey, um vit hjálpast at.
Skúlaverkið og myndugleikar
byrja so spakuliga at skilja
hetta, men hetta er ein sein
tilgongd, sum vit snøgt sagt
ikki hava tíð at bíða eftir. Sum
onkur segði, tað ER nakað,
sum eitur at vera ov seinur –
lat okkum fara til verka, so at
komandi ættarlið ikki kunnu
siga, at VIT foreldur vóru ov
sein.