Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 16. apríl 2012 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dalton bandin og bókhaldararnir Gunnvør Balle Fyrr í vikuni vóru játtanar­ karmarnir til 1. viðgerð í Ting­inum. Fekk hesa deja vu-kensluna til vikurnar áðrenn jól, har stórmál, sum hava avleiðingar langt fram í tíðina, grundleggjandi vórðu broytt yvir høvdið á øllum Føroya fólki. Ófantaligar sam­ anleggingar og ógvusligar sparingar á týðandi økjum og í eini parentes verður nevnt, at pensjónsaldurin skal hækk­ast longu frá kom­andi ári! Kenni tað sum vit eru sta­tistar í einum vána­lig­um west­ern-filmi, har høv­uðs­ leik­ar­ar­nir kappast um hvør er skjót­astur at trýsta á av- trekkj­aran. Áðrenn dustið hevur lagt seg hava hesir cow­boy­arar rænt og brotið niður tað teir kunnu, og vit standa eftir í toftunum, meðan Dalton-bandin ríður grínandi burtur í sólsetrinum við tjóva­góðsinum. Men her er ongin Lucky Luke at hóma, sum orðnar paragraffirnar fyri okkum. Visjónir og mál eru sum jólalundi í framløgdu kørm­ unum. Ongar ætlanir um vinnu­liga menning, ný­skip­ anir ella hvussu vit røkka fólkavøkstri. Onki sum ber boð um hvørjar Føroyar vit vilja hava. Samgongan hevur mis­skilt sína uppgávu, og heldir seg vera bókhaldarar, ið skulu reka landið sum eitt virki, har einasta málið er at fáa hallið vekk. Mantraið er, at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2016. Tí er hetta endamál blivið umberingin fyri at nið­ ur­laga grundleggjandi tæn­ astur sum eitt samfelag SKAL átaka sær, sum td útbúgving og heilsa og aðrar íløgur í framtíðina. Men hetta er ikki P/f Føroyar, ið skal rekast við bókhaldara brillum, har debet og kredit skal javnviga. Búskaparfrøðingar vissa okk­um um, at hallið er ikki var­andi, men ein avleiðing av at inntøkurnar hava svikið í nøkur ár orsakað av alheims fíggjarkreppuni. Út­flutningurin og privata nýtslan er við at koma væl fyri seg, so hallið fer at minka av sær sjálvum, uttan at so ógvuslig og oyðileggjandi inntriv eru neyðug. Tí er spurn­ingurin, um hallið bara er um­beringin fyri at reka ekstreman høgrapolitikk, sum hevur minimalstatin sum endamál, har tað al­ menna nærum ongar tæn­ast­ ur veitir og hvør sær sjálv­um bjarga má. 57 milliónir skulu sparast innan útbúgving, gransking og mentan. Vorðið sum vinn­ ara-samfelag. Og samstundis sum samgongan skarvar so ógvusliga av hesum øki, sum skapar mest trivnað, menning og fólkavøkstur, ditta tey sær at skriva “Onnur viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri at fáa fólk at støðast í Før­oyum, og fyri at fáa før­ oyingar at flyta heimaftur til Føroyar, eru  útbúgvingar- og bústaðaviðurskiftini. Her eru eisini glottar fyri framman.” Nei, her er heldur ongir glottar fyri framman. Gamaní, miðnámsskúlin í Marknagili verður loksins bygdur, hóast seinkaður, men so er eisini alt sagt. Fólkaskúlin - sjálvt grundarlagið undir fram- tíð­ini hjá børnum okkara - skal spara 16 mió. At skerja játtanina til Setrið merkir færri útbúgvingartilboð til tey ungu og fer sjálvandi at leiða til enn størri frá­flyt­ ing. Umframt at vit senda eitt so ólukkuliga skeivt signal út, við at skerja okk­ ara einasta universitet, sum frammanundan er aftur­úr­ siglt og hevur vantað rað­ fest­ing. At steðga luttøkuni í gransk­ingarsamstarvinum við ES, við orsøkini at skip­ anin verður broytt,   so vit ikki longur hava møguleika at vera at-limir, er ússaligasta umbering hugsast kann. Um vit fyrst minka játtanina til gransking, er ómetaliga tor­ ført at hækka hana aftur. Tí eiga vit at varðveita hesa játt­ an og heldur brúka hana til gransking heima hjá okkum sjálvum, um ivamálið við ES veruliga vísir seg at vera rætt. Hoyrdi sendimann okk­ara í Brússel siga, at hetta neyvan verður veruleiki, tí her eru fleiri leikir eftir. Men hjá samgonguni er hetta funnin fressur, tí hon hevur onki forstáilsi fyri hvat gransk­ing hevur at siga fyri eitt sam­ felag sum okkara, og fyri at fáa vælútbugvið fólk at flyta heim. Hon skilir tað ikki. Og eg kundi hildið áfram - ÚSUN stuðulin skal broytast til lán, soleiðis at vit nú bara eggja okkara ungdómi at lesa í Danmark. Onki Tjóðleikhús at hóma osfr osfr. Nær vaknar onkur í sam­ gonguni og sær at tað ber ikki til, bert at stýra eftir einum nulli á fíggjarlógini? Flestu av hesum skeivu avgerðunum og óneyðugu sparingunum skulu bakkast aftur seinni og avleiðingarnar fara at raka okkum sum ein boomerang, tí tað sum er sett út í kortið merkir lægri vøkstur og størri fólkafráflyting og tað er ikki tað okkum tørvar. Tá samgongan slitnar fer okkum at dáma føroyska veðrið Tá samgongan slitnar fara vit at duga kvæðini Tá samgongan slitnar fáa vit sjálvsvirðing Tá samgongan slitnar fara tey ungu á háskúla Tá samgongan slitnar verður helvtin av tingmonnunum kvinnur Tá samgongan slitnar koma tey samkyndu aftur Tá samgongan slitnar yngjast tey gomlu Tá samgongan slitnar verður oljudansur Tá samgongan slitnar verða ongi ð Tá samgongan slitnar skulu Sambands- og Fólkaflokkurin í andstøðuna Tá samgongan slitnar verður veðrið gott Tá samgongan slitnar fara menninir at gera roysnisbrøgd Tá samgongan slitnar verður styttri millum grindaboðini Tá samgongan slitnar fara børnini at ríða ediling Tá samgongan slitnar fara kvinnurnar at baka drýl Tá samgongan slitnar verða tey samkyndu lekt Tá samgongan slitnar fara vit at æra tey gomlu Tá samgongan slitnar fara vit at vaska ullina Tá samgongan slitnar fara vit at seta ð’ini rætt Tá samgongan slitnar skal Sjálvstýrisflokkurin í andstøðuna Tá samgongan slitnar verða jól hvønn dag Tá samgongan slitnar verða menninir oljusjeikar Tá samgongan slitnar fara vit at vinna í fótbólti Tá samgongan slitnar verða kvinnurnar supermodellir Tá samgongan slitnar verða børnini undurbørn Tá samgongan slitnar fáa tey samkyndu sína egnu oyggj Tá samgongan slitnar verða vit forever young Tá samgongan slitnar fara vit at vinna í lotto Tá samgongan slitnar fáa vit ókeypis ferðaseðlar Tá samgongan slitnar skal Miðflokkurin í andstøðuna IV Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast Dávur í Dali Tá samgongan slitnar Ein kinverskur milli­ ar­derur hevur leingi ynskt at keypt eitt stórt øki á Norðurlandinum í Íslandi, sum hann hev­ ur ætlað at gjørt til eitt attraktivt frítíðar­para­ dís, men íslendingar hava ikki viljað givið hon­um loyvi til tess, so nú er hann heima aftur, har hann arbeiðir við nýggjum projektum. Tá eg hoyrdi hesu tíð­indi, sló tað meg: Hví seta vit føroyingar okk­ um ikki í samband við nevnda milliarder og bjóða honum at gera eina ætlan fyri suðurøki við Sandoynni sum sentr­um við alskyns frí­ tíðar­fasi­litetum og við fult fíggjaðum undir­ sjóartunlum, sum kunnu binda alt Suður­øki við Norðurøki, og sum kunnu verða aftur­gold­ nar um eini 30 ár? Kanska kundi hetta verðið framtíðarloysnin, sum okkum annars leing­ist eftir at fáa reali­ ser­að. Landið eigur tí - í hes­ um sambandi - at seta ein vælkvalifiseraðan bólk, ið kann slóa veg fyri neyðugum sam­bond­um (m.a. til kin­verska milli­ arderin) og fyri­reik­ing­ um fyri um møguligt at gera Suðurøki við Sand­oynni í sentrum til eitt frítíðarparadís við undirsjóartunlum, ið binda stórt sæð allar Før­oyar saman. Vónandi fellur hetta uppskot í góða jørð og ber stóran ávøkst nú og í framtíðini. Men tað krevur mót og manshjarta og hartil sterkan vilja til at fremja loysnir, har mong bert síggja trupulleikar. Tó - sum tey gomlu søgdu - har viljin er, har er eisini ein vegur. Sandoyggin sum frítíðar­ paradís Dagfinnur Danbjørg