Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er fallið Jen­isi av Rana fyri bróst­ið, at fak­fel­ags­um­boð­ini í ALS vilja hava hann og hini ting­fólk­ini at gera um­støðurnar hjá ar­beiðs­ley­s­um nógv verri. Hann hevur tí sent fakfeløgunum soljóðandi fyri­ spurn­ing: Fyrispurningur til fakfeløgini um við­ur­skifti teirra arbeiðs­ leysu »Utan iva eru vit øll samd um, at tal teirra arbeiðsleysu, sum í gjár var farið niðurum 1600, er alt, alt ov høgt, og at øll orka eigur at verða brúkt fyri at fáa hetta burtur skjót­ ast gjør­ligt. Bæði fyri tann ein­staka ar­beiðs­leysa og fyri sam­felagsbúskapin er talan um eina støðu, sum á ongan hátt er nøktandi! Í løtuni viðger Løg­ting­ið fíggj­ar­liga part­in av um­støð­ um teirra ar­beiðs­leysu. Tal­an er um eitt løg­tings­lóg­ar­upp­ skot um at minka út­gjald­ið (tvs. tað, ið hin ar­beiðs­leysi og hans­ara skulu breyð­føða seg við) og um at innføra 10 kar­ens­dagar (so hin ar­beiðs­ leysi ongan pening fær teir fyrstu 10 dagarnar, hann er ar­beiðsleysur). Væl verður grundgivið fyri, at neyð­ugt er at gera okk­urt mun­a­gott, fyri at skip­ an­in ikki tømist fyri pening, með­an grundgevingar fyri at gera tað á júst hendan hátt, at lata hin arbeiðsleysa gjalda, við tí hann ikki hevur, mangla. Í Løgtinginum vóru vit nøk­ur, sum mettu, at til ber at finna pening til fjarandi ar­beiðs­loysisskipanina á øðr­ um miðum. M. a. spurdu vit, um ikki rættari var at royna har, ið sokallaði flat­skatt­a­ lætt­in var borin, heldur enn hjá teimum, ið onga lætta fingu og held­ur onki arbeiði hava. Eitt av svarunum vit fing­u er, at hetta uppskotið, løg­tingsmál nr. 155, er gjørt við støði í uppskoti frá stýr­ i­num fyri ALS, og tí eiga vit í Løg­ting­i­num ikki at blanda okk­um, men blint fylgja. Hetta sam­svar­ar við hesa við­merk­ing, ið fylgir við upp­ skot­i­num: ...»uppskotið er gjørt við støði í upp­skot­i­num frá stýr­i­num fyri ALS, sum er mannað við um­boðum fyri part­ar­nar á ar­beiðs­mark­n­að­ i­num, og upp­skot­ið er tí eisini ein semja mill­um partarnar á ar­beiðs­markn­a­ð­i­num um, at upp­skot­ið eig­ur at verða framt«... Spurningur mín er, hvussu tit sum fak­fel­øg grund­geva fyri tí støðu, tit hava tik­ ið í stýr­i­num fyri ALS, og tí semju, tit hava gjørt við hin­ ar partarnar á ar­beiðs­markn­ að­i­num. Um fáar dagar skal at­kvøð­ast í Løg­ting­i­num, so gott hevði ver­ið at fingið svar tykk­ara skjótast til ber.« Vinarligast, Jenis av Rana, formaður Miðfloksins Fólkaskúlin skal verða bíligari at reka. Sam­gong­an hevur gjørt av, at í 2017 skal fólk­a­skúlin kosta 16 milli­ ón­ir minni at reka, enn í ár. Tað er sjálvandi eitt gott mál at seta sær at reka skúlan bíligari, men stavn­hald­ið má vera okkurt annað, enn bara at reka skúlan bíligari. Í kjakinum í Degi og viku millum Bjørn Kals­ø, lands­stýr­is­mann í ment­a­mál­um, og Gunn­vør Balle, løg­t­ings­kvinnu, vildi lands­stýr­is­ mað­ur­in ikki siga, at 24 næmingar skulu fyll­ast í all­ar skúla­flokk­ar, og hann legði dent á, at tað kom ikki upp á tal at leggja nið­ur skúlar á út­oyggj. Landsstýrissamgongan hevur tik­ið sær til vana, at høgra ikki altíð veit, hvat vinstra ger. So seint sum á lands­fundi Sam­bands­floks­ins leyg­ ar­dag­in kunn­gjørdi Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, løg­mað­ur, at »í fram­ tíð­ini fara vit ikki at hava ráð til at hava skúla­flokkar við færri enn 24 næm­ingum«. Tað má merkja, at skúlar skulu leggj­ast niður, og skúlar leggjast sam­an. Skúlarnir á útoyggj mugu telj­ast millum teir skúlar, sum hava flokk­ar við færri enn 24 næmingum, so boð­skap­ur­in hjá Bjørn Kalsø kann illa skilj­ast øðrvísi, enn at lærarin og út­oyggj­a­bónd­in, Bjørn Kalsø, fer at leggja nið­ur smá­ar bygd­a­skúl­ar og flyta børn­ini til størru plássini at ganga í skúla. Gamaní eru tað ikki ein­a­lær­ar­ar­nir á útoyggj, sum koppa fíggj­ar­ætl­an­ ini hjá fólk­a­skúla­num, men smáir skúl­ar við smá­um flokk­um kosta nógv og kunnu í nógvum førum spar­ast burt­ur –  og næm­ing­ar­ir fyll­ast í aðrar flokkar, sum kortini ikki eru full­mann­aðir. Er tað hetta, vit vilja, so er tað fínt í sjál­v­um sær. Men so er at siga tað. Er mál­ið hin­veg­in at geva næm­ ing­u­num eitt betri, fjølbroyttari og meira menn­andi skúla­til­boð – sum ikki kost­ar skúla­verk­i­num meira – so hevði tað ver­ið so nógv betur. Fyri at venda aftur til løgmann, so segði hann, at landsstýrið ætlar tí­skil at nýskipa fólkaskúlan við at leggja skúl­ar sam­an – ser­liga nú ætl­an­in er at leggja komm­un­urn­ar sam­an í størri eindir. Skúla­verk­ið skal um­leggj­ast, tí fak­liga um­hvørv­ ið á ein­um skúla má verða til staðar fyri lær­ar­ar og næm­ing­ar. Um tey, ið ráða fyri borgum, bara hava sær næm­ing­in fyri eyga, tá tey fremja hesar bygn­að­ar­broy­t­ing­ar, so ber helst til at finna nýskipanir, sum skapa okkum ein betri og bí­lig­ ari fólk­a­skúla. Vanliga eru tað illa umhugsað lokal­pol­it­isk atlit, sum gera skúlan dýrari og verri, okkum nýtist ikki at nevna dømi. – Vælsignaði fólk, takið nú støð­i í næm­ing­unum heldur ein í politiska heimabeitinum! Trongskygd lokalpolitisk atlit gera skúla verri og dýrari Tað er ein áhugaverdur fyr­ i­spurn­ing­ur, sum Jen­is ­av Rana, for­mað­ur Mið­floks­ ins set­ir fak­fel­øg­u­num í sam­bandi við av­ gerð­ina um at minka ar­beiðs­l­ oys­is­stuð­ul­i­n og inn­føra 10 kar­ ens­dag­ar fyri ar­ beiðs­leys – sum merk­ir, at tey, sum ger­ast ar­beiðs­ leys, ong­ar peng­ar skulu hava 10 teir fyrstu dag­arn­ar. Tað sum ør­kyml­ar Jen­is av Rana er, at tað eru fak­ fe­l­ags­u­m­boð­ini í stýr­i­ num fyri ALS, sum hava tik­ið hesa av­ gerð, sum tey vilja hava løg­ting­ið at staðfesta. – Vit und­r­ast sam­an við Jen­isi, og prenta f y r ­i ­ spurn­ing­ in vin­str­ u­megin. Fakfeløg ynskja at skerja útgjald úr ALS Vísið næminginum atlit Biðja um verri um­ støður til arbeiðsleys Tvítýdd gleðiboð av Argjum Jonhard Eliasen tíðargrein á síðu 15 Larm­ andi tøgn um trygging Johan Petersen kjak á síðu 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á tingfundinum í dag – sum ikki er svaraður í skriv­ andi stund – skuldi Poul Michelsen spyrja løg­mann um vanan, sum lands­ stýrismenn hava tikið sær fyri: At flyta stovnar úr Havn í sítt egna øki. Seinasta dømið er, at Johan Dahl og Jacob Vest­er­gaard nú flyta sær umsitingina av skip­u­num hjá Vaktar- og Bjarg­ing­ar­ tæna­st­uni og Hav­stov­uni suð­ur til Suðuroyar. Poul Michelsen spyr løg­mann, um hetta er ein av­gerð, sum er viðgjørd og góð­kend í landsstýrinum, tí løg­maður fyri tveimum ár­ um síðani segði, at ein yv­ir­ skipaður politikkur skuldi orðast, soleiðis at øll kundu kenna seg trygg. Spenn­ andi verður at hoyra svar løgmans... Landsstýrismenn flyta stovnar til sín sjálvs