Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sølu- og marknaðarleiðari til Atlantic Airways Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2011 var 432 milliónir krónur. Við nýggja Airbus A319 hevur Atlantic Airways nú 4 flogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og Ongland, Íslandi, Noreg og Spania. Harumframt er virksemið víðfevnt í øðrum londum við leiguflogførum, haðani stórur partur av inntøkunum kemur. Tyrludeildin røkir ferða- sambandið til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore flúgving í Norðurhøvum. Sølu- og marknaðarleiðarin hevur ábyrgd av allari sølu og marknaðar- føring hjá Atlantic Airways, bæði tá tað snýr seg um strategiska menning og dagliga leiðslu av sølu- og mar- knaðardeildini. Hon/hann skal eisini leggja ætlanir fyri átøk, stýra verk- ætlanum og røkja og menna sam- skiftið við viðskiftafólk og samstarvs- felagar heima og uttanlands. Nýggja Airbus 319 flogfarið gevur góðar møguleikar fyri framhaldandi menning av ferðum til og úr Føroyum, og sølu- og marknaðar- leiðarin hevur ábyrgdina av at gagn- nýta hesar møguleikar sum best, føroyingum og føroysku ferðavinnuni at gagni. Eisini skal hon/hann við dugnasemi og kreativiteti tryggja, at Atlantic Airways framhaldandi er oddviti í marknaðarføringini av Føroyum uttanlands. Sølu- og marknaðarleiðarin er partur av leiðslubólkinum hjá Atlantic Airways og vísir til stjóran. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur innlit í og royndir innan hesa vinnugrein, hevur altjóða royndir og hevur útbúgving innan marknaðar- føring og sølu. Viðkomandi skal hava góð evni at samskifta á føroyskum og enskum, bæði í skrift og talu, hava evni at skapa og viðlíkahalda netverk, umframt duga at síggja góðar inntøkumøguleikar. Vit bjóða eitt krevjandi starv, ið avgjørt eisini er spennandi, avbjóðandi og mennandi. Neyðugt er at hava hug og umstøður til lutfalsliga nógva ferðing uttanlands. Lønin verður ásett eftir avtalu. Um fleiri upplýsingar ynskjast kunnu áhuga venda sær til: Magna Arge, stjóra, á tel. 213700 magni@atlantic.fo Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. apríl. Atlantic Airways FO-380 Sørvágur att: Magni Arge Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo