mikudagur 18. apríl 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Álopin av svongum
børnum
Absalon Matras, sum mánamorgunin við bussi sínum kom heim aftur við Norrønu,
fyrireikar nú sína 70. ferð við neyðhjálp til Rumenia og Pollands. Hann ætlar at
halda fram við hesum neyðhjálpararbeiðinum, so leingi hann orkar
Randi Jacobsen
Vælgerandi arbeiðið hjá Absalon
Matras á Norðoyri byrjaði í 1991.
Nakrar ferðir var hann saman
við dønum í Rumenia við klæðum
og øðrum, og hann sá, hvussu
ómetaliga stórur tørvurin var á
neyðhjálp.
– Eg helt, at hatta kundu vit
tað sama sjálv gjørt, og av tí at eg
koyrdi buss hjá Sámali Bláhamar
tá, spurdi eg, um eg kanska kundi
lænt ein buss frá honum, sigur
Absalon Matras.
Tað vísti seg, at um sama
mundið høvdu onnur eisini bið
ið um at sleppa at læna buss, og
Sámal Bláhamar segði, at Absalon
Matras átti at koma uppí ar
beiðið.
Soleiðis bar tað til, at Absalon
Matras fór at gera túrar til
Rumenia
fyri
samkomuna
Immanuel, og hann gjørdi eisini
sínar egnu túrar.
Á sínum mongu ferðum hevur
Absalon Matras verið víða um í
Rumenia, og hann hevur eisini
verið nógvastaðni í Pollandi.
Áðrenn Absalon Matras fyllir
bussin við klæðum og øðrum,
hevur hann lagt frðaætlan, hvagar
leiðin gongur júst tann túrin.
Fleiri hjálparfólk
– Eg havi fleiri tulkar í Rumenia,
og teir tosi eg javnan við um, hvar
vit eiga at fara at hjálpa. Tulkar
nir eru úti og og tosa við fólk í
økinum. Eisini tosi eg við komm
unur, samkomur og onnur, sum
orna alt fyri meg, til eg komi til
landið.
Klæðini, sum hann hevur við
sær til Rumenia og stundum til
Pollands, verða pakkað í kjallar
anum í Christianskirkjuni í Klaks
vík. Klæðni verða altíð pakkað í
støddir, so lættari eru at býta út,
tá ið bussurin kemur fram.
Absalon Matras sigur, at tað
ikki bara eru norðuroyingar, sum
stuðla við brúktum klæðum og
øðrum. Nógvir handlar í Klaksvík,
Eysturoynni og í Havn ringja til
hansara og bjóða honum eitt nú
klæðir og skógvar, og tað sama
gera privatfólk og samkomur. Tí
hevur hann eisini ein minni bil,
sum hann fer við runt í landinum
og savnar inn í.
Hann fer ongantíð einsamallur
avstað í bussinum. Tað er neyðugt
at kunna skiftast um at koyra, og
gott er at vera fleiri fólk, tá pos
arnir skulu býtast út.
Nógv fólk hava hesi 20 árini
verið við Absalon Matras í
Rumenia og Pollandi, og onkuntíð
er bíðilisti, men tað hendir eisini,
at fólk biðja um at sleppa við, og tá
ið tey so fáa tilboðið, siga tey nei
takk. Tað er eitt sindur óheppið, tí
Absalon Matras má hava onkran
við sær.
Tá ið hann fer avstað í august
ella september, stendur ikki á
at fáa fólk við, tí tá er veðrið so
gott.
Men um várið er ikki so lætt
at fá fólk við, tí tá er tað so kalt
um náttina. Nú seinast mundi
Absalon Matras ikki fingið nakr
an við sær, men tað eydnaðist
kortini.
Fleiri túrar um árið
Í fjør var Absalon Matras tveir
túrar í Pollandi og fimm túrar í
Rumenia.
Hann hevur rent seg í ein
stóran trupulleika, og tað er krav
ið í ES til bussar um ferðskivur.
Hvør bilførari skal hava 28 ferð
skivur, sum skráseta, hvussu
leingi bussførarin hevur koyrt,
nær ferðin er byrjað og annað.
Tær kosta, og stór bót skal gjald
ast, um ein bussførari ikki hevur
kravdu skivurnar.
Allar hesar ferðirnar eru kostn
aðarmiklar. Fyri hvønn túr við
Norrønu rindar Rumeniahjálpin
fleiri túsund krónur. Haraftat
kemur kostur og annað á ferðini.
– Eg havi fingið ótrúliga góðan
fíggjarligan stuðul bæði frá sam
komum og einstaklingum, sum
stuðla eftir førimuni. Tað er teirra
máti at luttaka í arbeiðinum, sigur
Absalon Matras.
Heima hevur hann í fleiri ár
koyrt skúlabuss og bussar við
ferðafólki, men óvist er, hvussu
tað verður í framtíðini, nú hann
er komin í eftirlønaraldur.
Framvegis
fátæksligt á bygd
Hann hevur upplivað mangt og
hvat á sínum mongu ferðum.
Tey fyrstu árini, hann koyrdi
í Eysturevropa, vóru fáir bilar at
síggja á vegunum í býunum, men
nú eru teir nógvir, og har eru
nú eisini stórir og dýrir bilar at
síggja. Hetta er úrslit av, at fleiri
eysturevropear eru farnir av
landinum og senda pening heim
til familjuna. Í Rumenia er sera
stórt arbeiðsloysi, og heilt stórur
partur av fólkinum arbeiðir uttan
lands.
Absalon Matras sigur, at í
flestu býunum hava fólk tað betri
enn fyri 20 árum síðan. Men fleiri
av teimum fólkunum vita als ikki,
hvussu illa stendur til úti á bygd.
Tey fáast ikki til at skilja, hvussu
vánalig støðan er.
– Nógvastaðni er tað framvegis
so, at tey ongan streym hava, einki
ferðasamband einki nakað. Til
tær bygdirnar kunnu vit ikki fara
við bussi, men mugu leiga okkum
ein minni vøruvogn, sum kann
koyra eftir bønum ella í haganum,
sigur Absalon Matras.
Tað eru ikki minst romanarnir,
eisini nevndir sigoynararnir, sum
hava tað smátt. Hetta fólkaslagið
hevur ikki besta orðið á sær, men
tey hava eisini verið jagstrað í
fleiri øldir og hava tí ilt við at fóta
sær.
Absalon Matras hevur hitt
nógvar romanar á ferðum sínum.
– Sjálvandi hugsa vit eisini um
at geva teimum hjálp.
Venur seg ikki við neyðina
Hann hevur sæð nógva neyð hesi
20 árini.
– Men man venur seg ongantíð
við neyðina. Eg havi so ilt við at
taka tað, tá ið skitin og skóleys
børn koma rennandi til okkara
og spyrja, um vit hava mat at geva
teimum. Tey hugsa meira um mat
enn klæðir, sigur Absalon Matras,
sum sigur seg mangan hava felt
tár.
Á seinasta túrinum hitti hann
eina mammu við tveimum børn
um. Pápin hevði smittað børnini
við tuberklum, og henda neyðars
familja hevði ongar pengar at
keypa heilivág fyri. Tá læt Absalon
Matras tolkin fáa nakað av pen
ingi at keypa heilivág fyri.
– Har eru so nógvir tuberklar,
og eg biði altíð tey, sum koma við
mær, um at vaksinera seg. Sjálvur
havi eg ongantíð vaksinerað meg,
og eg skilji ikki, at eg ongantíð eri
smittaður. Eg má bara biðja Gud
verja meg, so eg kann gera hetta
arbeiðið.
Eina
ferð
har
norðuri
í
Rumenia vitjaði hann í eini bygd.
Fólkini vildu fegin vera blíð og
fóru út í garðin og kiptu nakrar
hønur.
Eftir at gestirnir høvdu etið, sá
hann børnini sita og súgva høsna
beinini.
Eina aðra ferð var hann og vitj
aði heima hjá eini familju, sum
beyð teimum eina máltíð.
– Tá ið vit vóru liðug, segði kon
an, at hetta var hennara fyrsta
máltíð í tríggjar dagar. Tá stakk eg
henni nakrar pengar í hondina.
– Men ta óhugnaligastu upp
livingina hevði eg fyri trimum
árum síðan. Tá vóru vit noydd
at flýggja, tí vit vórðu álopin av
svongum børnum og vaksnum,
sum vildu hava mat og klæðir,
sigur Absalon Matras.
randi@sosialurin.fo
í meldrinum
Absalon Matras: