mikudagur 18. apríl 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tá nýggja skúklingahotellið í
Keypmannahavn verður tikið
í nýtslu seinast í juni, verður
talan um eina rættiliga koll
velting fyri føroyskar sjúk
lingar, sum mugu sendast
niður til viðgerðar, og teirra
avvarðandi.
– Tað verða heilt aðrar
umstøður, sum vit kunnu
bjóða
hesum
sjúklingum
tá. Tá sjúklingahotellið fyri
nøkrum árum síðani varð
flutt til verandi bygningar,
so vísti tað seg ikki at halda
tað, ið framman undan varð
lovað. Ikki tí, hesi hølini vóru
frægari enn tey, sum vóru
framman undan, men kortini
ikki nøktandi, sigur Karsten
Hansen.
Nýggja sjúklingahotellið
verður bygt fast í grøn
lendska sjúkrahús- og sjúk
lingahotellið, sum í stóran
mun eisini virkar sum eitt
sjúkrahús.
– Í hesum førinum er tað
gott at vera nummar tvey
heldur enn nummar eitt, tí
nú sleppa vit undan teim
um barnasjúkum, sum grøn
lendingar hava havt, sigur
Karsten Hansen.
Ein av avgerandi fyrimun
unum í hesari verkætlanini
er, at húsið verður bygt til
endamálið.
–
Umstøðurnar
verða
munandi betri enn í verandi
bygningi, júst tí at bygt er
til endamálið, sigur Karsten
Hansen.
Verandi
sjúklingahotell
er ikki í besta standi, og
tað lekur í eyri og seyri. Nú
verður flutt inn í eitt spildur
nýtt hotell.
Tryggar umstøður
Landsstýrið
var
annars
bundi at einum sáttmála við
verandi bygning, sum tað
kostaði tógvi stríð at sleppa
burtur úr og sum heldur ikki
var heilt kostnaðarleyst.
– Nú kom hetta tilboðið,
og tað var ov gott at siga nei
takk til. Vit mugu jú ásanna,
at vit í mong ár frameftir
koma at senda sjúklingar
av landinum, og tá er tað
so ómetaliga umráðandi, at
sovæl sjúklingar sum av
varðandi kunnu kenna seg
trygg við tær umstøður, tey
liva undir, sigur Karsten
Hansen.
Nýggja sjúklingahotellið
liggur í somu frástøðu frá
Ríkissjúkrahúsinum
sum
verandi hotel liggur, so tað
verður einki bakkast í so
máta.
– Gongdin er eisini hon,
at vit taka fleiri og fleiri
sjúklingar heim, tí útgerðin
er vorðin betri. Nú ber til at
gera kanningar og undan
kanningar í Føroyum, sum
fyrr máttu gerast í Danmark,
sigur Karsten Hansen.
Nýggja sjúklingahotellið
hevur sum nevnt munandi
betur umstøður enn gamla
hotellið.
– Nýggja hotellið hev
ur eitt nú familjurúm, sum
saknur hevur við í. Nógvir
sjúklingar búgva á hotellin
um og fáa ambulanta við
gerð, og í slíkum førum er tað
umráðandi, at hesi kenna seg
trygg, sigur Karsten Hansen.
Símun Jóannesarson Han
sen hevur verið í Danmark í
farnu viku at kanna eftir,
hvussu arbeiðið gongur, og
hann hevur tikið myndirnar
á síðuni.
Klárt at flyta inn í juni
Tryggleiki Arbeiðið við føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn gongur
eftir ætlan, og í juni mánaða verður klárt at taka nýggju hølini í nýtslu
Bygningurin er snøggur
uttan við góðum plássi til
sjúklingar og avvarðandi
Sum sæst á hesari myndini er alt ikki liðugt
enn, men tað verður tað í juni mánaði
Kømurini eru ljós og góð. Talan verður
um 30 einstaklingakømur, 30 tvíkømur
og fimm familjurúm, ella íbúðir