Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Meiri enn helvtin fær fast arbeiði SÓLSKINSSØGA Hetta er ein sólskinssøga sigur stjórin í ALS, sum ikki heldur, at arbeiðsgevarar misbrúka arbeiðsleys fyri at fáa bíliga arbeiðsmegi Áki Bertholdsen – Eg havi ikki upp á nakran máta varhugan av, at ar­beiðs­ gevarar misbrúka arbeiðsleys fyri at útvega sær bíliga ar­ beiðs­megi. Tað staðfestir Ernst Jacobsen, stjóri í ALS. Hann kennur onki til, at skipanin hjá ALS við starvs­ venjing verður misbrúkt, soleiðis sum páhaldið er hjá fak­felagsfólki og hand­verk­ arum. Hann heldur, at skipanin er ein sólskinssøga. Hetta er ein skipan, sum ALS hevur havt í eitt gott ár og nógv arbeiðsleys hava ver­ið í henni. – Síðani vit fóru undir hesi skipanina, hava yvir 200 fólk verið í skipanini. Av teim­um hava yvir helvtin, altso yvir 100 fólk, fingið fast arbeiði, eftir at hava verið í starvsvenjing og eru sostatt ikki komin aftur í ALS. Hann sigur, at fleiri fáa fólk starv í fyritøkunum, har tey eru í starvsvenjing, men fleiri fáa eisini starv í øðrum fyritøkum. Hann sigur, at talan er um alt slag av arbeiðsgevarum, sum brúka skipanina, bæði almennir og privatir. Ongin fráboðan um misbrúk Hann staðfestir, at sjálvandi er ein vandi fyri, at arbeiðs­ gevarar misbrúka eina skip­ an, sum kann útvega teim­um bíliga arbeiðsmegi. Men hann hevur avgjørt varhugan av, at føroyskir ar­beiðs­gevarar eru bæði ábyrgdar­full, heiðurlig og reið­ilig fólk. – Tað er ómetaliga ringt at gera eina skipan, sum ikki kann misbrúkast hjá tí, sum vil misbrúka hana, sigur Ernst Jacobsen. Hann sigur, at ALS hevur onga beinleiðis fráboðan fing­ið um, at skipanin verður mis­brúkt. Hann hevur hoyrt um eitt einstakt dømi um ein ar­ beiðsgevara, sum hevur gjørt sær dælt av skipanini. Hann sigur, at frætta tey um fleiri dømi, mugu tey taka tað upp. Stjórin í ALS sigur, at er talan um arbeiðsgevara, sum aftur og aftur vilja hava fólk í starvsvenjing, utt­an at seta tey í starv, fara ávar­ingar­ klokkurnar at ringja og so fær við­komandi arbeiðs­gev­ ari ikki fleiri fólk í starvs­ venj­ing. Hann sigur, at umframt at útvega nógvum arbeiðs­ leysum starv, tænir hendan skipanin eisini einum øðrum endamáli. – Skipanin gevur summ­ um arbeiðsleysum sjálvsálitið aftur og gevur teimum eitt skump, sum ger, at tað er lætt­ari hjá teimum at fáa starv aðrastaðni. GoymslustýrinG oG planleGGinG skeið 2. & 3. mai 2012 Nógvar fyritøkur hava sæð, at tær við effektivari goymslustýring kunnu minka um kapitalbindingina og tann vegin betra úrslitið í fyritøkuni. Við at tillaga goymslunøgdina til rætt støði, verður stórur partur av bundna kapitalinum frígivin. Mótsett rák skulu tó altíð umhugsast. Spurningurin um, ”hvussu skjótt skulu vit kunna avgreiða ein ordra”, ella spurt á annan hátt ”hvussu skal okkara tæ- nastustøði vera í mun til ymisk sløg av kundum”, liggur alla tíðina og lúrir. málbólkur Skeiðið er ætla leiðarum og starvs- fólkum, sum arbeiða við goymslu og innkeyp. Hetta er bæði fyri fólk, ið hava arbeitt leingi innan øki og til tey, sum eru nýggj. kom oG fá... Innlit og venjing í at meta um plan- • legging út frá logistiskari hugsan - hvørjar vørur skulu vera á goymslu - nær skal ein ordri sendast - hvussu nógv skal bíleggjast Arbeiðshættir at fáa yvirlit yvir • goymsluna og mongu vøru numrini Vitan um, hvussu tú mennir og fær • sum mest burturúr goymsluni Innlit og venjing í nýtslu av ABC- • greiningum tilmeldinG Tekna teg og les meiri um skeiðið á heimasíðu okkara - www.synergi.fo - ella ring 322355. Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo Skeið í samstarvi við: - tillaGa Goymsluna til kundatørvin Áki Bertholdsen Arbeiðsleys, sum eru í ALS, verða misbrúkt sum bílig arbeiðsmegi hjá arbeiðs­ gev­arum. Tað tvíhalda fakfelags­ fólk og handverkarar um. ALS hevur eina skip­an, har tað ber til hjá arbeiðs­ leystum at fara á starvs­ venjing í fimm mánaðir, sam­stundis sum tey fáa út­gjald úr ALS Einasta treyt er, at ar­ beiðsgevarin rindar munin ímillum ALS gjaldið og fulla tímaløn. Í veruleikanum merkir tað, at arbeiðsgevarar kunnu fáa fólk í starv fyri 20 krónur um tíman, ella eitt sindur meiri enn tað. Og fakfelagsfólk hava javnan verið í samband við Sosialin við páhaldinum um, at hetta er ein skipan, sum arbeiðsgevarar gera sær dælt av. Talan er bæði um privat­ ar og almennar arbeiðs­gev­ arar, sum siga fólki upp og seta arbeiðsleys í starv ístað­in fyri at útbega sær bíliga arbeiðsmegi. Fakfeløg siga, at hetta er sera kappingaravlagandi, tí almennir og privatir ar­ beiðsgevarar brúka hesa bíliga arbeiðsmegina til at taka arbeiði frá privatum vinnurekandi. Eitt nú hava vit hoyrt dømi um, at handverkarar í einum øki mugu ganga fyri einki ímeðan arbeiðsfólk úr ALS umvæla almennar bygningar. Hetta kostar hand­verk­ arum og øðrum privatum vinnurekandi dýrt. Tey siga, at fakfeløg hava gjørt vart við hetta slagi av misbrúki hjá ALS, men at enn er onki hent. aki@sosialurin.fo Seta fólk í starv fyri 20 krónur um tíman MISBRÚK Arbeiðsgevarar misbrúka eina skipan hjá ALS fyri at fáa bíliga arbeiðsmegi Tað er ómetaliga ringt at gera eina skipan, sum ikki kann misbrúkast