mikudagur 18. apríl 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Útlendingar skulu
hava frámerki
Tað hevur vakt stóran
ans í Finnlandi, at ein
talsmaður hjá flokkin
um Sannir Finnar hevur
skrivað, at útlendingar,
sum búgva í Finnlandi,
eiga at hava eitt frámerki
á klæðunum, so tað ber
til at skilja teir burtur úr
tí vanliga fólkinum.
Orðini hava fingið
nógvar finnar at hugsa
um tíðina undan og
undir
seinna
heims
bardaga, tá nazistarnir
noyddu
jødarnar
at
ganga við teirri gulu
stjørnuni. Hetta hevur
fingið onnur talsfólk
hjá flokkinum at siga, at
skrivingin um tað serliga
frámerkið var ikki meint
í álvara.
Flokkurin
Sannir
Finnar hevur ongantíð
dult fyri, at hann ynsk
ir tey fremmandu í
Finnlandi hagar, sum
piparið grør. Hann hevur
eisini skotið upp, at
finskir ríkisborgarar av
fremmandum uppruna
skulu hava eitt annað
samleikaprógv enn tey,
sum eru av finskum
uppruna.
Spennandi for
setaval í Íslandi
Tað er líkt til, at forseta
valið í Íslandi í summar
verður
spennandi,
tí
sambært einari mein
ingakanning hjá Frétta
blaðnum er púra javnt
ímillum verandi forsetan,
Ólaf Ragnar Grímsson,
og kringvarpskvinnuna
Þóru Arnórsdóttur.
Í
kanningini
siga
46,5 prosent av teimum
spurdu, at tey ætla sær
at atkvøða fyri Þóru
Arnórsdóttur, og 46,0
prosent siga, at Ólafur
Ragnar Grímsson fær
teirra atkvøðu.
Fýra onnur valevni
eru, Herdís Þorgeirs
dóttir, Ástþór Magnús
son, Jón Lárusson og
Hannes Bjarnason, men
í kanningini fáa tey bara
millum 0,4 og 2,9 prosent
av atkvøðunum.
Þóra Arnórsdóttur
kann gerast onnur
kvinnan í íslendska
forsetaembætinum
Mynd: Morgunblaðið
Grønland fær
nýggjan flokk
Í Grønlandi hava nøkur
fólk tikið seg saman við
tí fyri eyga at stovna ein
politiskan flokk. Flokk
urin skal eita Ilorpiatta
Akisunnera, ið merkir
Tann innara røddin.
Ein av stigtakarunum,
Nikku
Olsen,
sigur
við kringvarpið KNR,
at
flokkurin
verður
vinstrasinnaður, og at
tað er neyðugt við einum
tílíkum flokki, tí í dag er
eingin vinstrasinnaður
flokkur í Grønlandi.
– Inuit Ataqatigiit
sigur
seg
vera
ein
vinstrasinnaðan flokk,
men er í veruleikanum
er kapitalistiskur flokk
ur, sigur Nikku Olsen og
leggur afturat, at tann
nýggi flokkurin hevur
sum stevnu, at Grøn
land verður óheft og
sjálvstøðugt.
Stigtakararnir skulu
nú savna tær 920 undir
skriftirnar,
sum
eru
neyðugar fyri at skráseta
ein nýggjan politiskan
flokk.
Seinasta hósdag fór ein ný
bygningur til Fjord Line
av bakkastokki í Gdansk í
Póllandi, og samstundis fóru
menn á somu skipasmiðju
undir stálarbeiðið til eitt skip
afturat til sama reiðarí.
Tey nýggju skipini eru 170
metrar long, og eru bygd til at
sigla í Norðsjónum. Tey eru
góðkend til 1.500 ferðafólk,
hava 306 kømur, og teimum
niðaru dekkunum er pláss
fyri 600 bilum, lastbilum og
trailarum. Skrokkurin til tað
fyrra skipið verður nú sleip
aður til Noregs, har skipið
skal gerast liðugt á Rissa-
skipasmiðjuni.
Tað fyrra skipið fær navn
ið "Stavangerfjord", og tað
seinna skal eita "Bergens
fjord", og skipini skulu sigla
ruturnar Bergen - Stavanger
- Hirtshals og Hirtshals -
Langesund. Gongst sum ætl
að, verða bæði skipini sett í
sigling næsta ár.
Fjord Line rekur framm
anundan ferjusigling millum
Bergen, Stavanger og Hirts
hals, og um summarið hevur
felagið eina skjóttgangandi
ferju millum Kristiansand
og Hirtshals.
Fjord Line spennir seg út
Norska reiðaríið Fjord Line endurnýggjar flotan við
tveimum nýggjum og nútímans ferjum
Fyri fyrstu ferð situr ein
kvinna á ovastu rók í A.P.
Møller Mærsk. Mærsk Mc-
Kinney Møller og konan
Emma fingu tríggjar døtur,
og tað er tann yngsta, Ane,
sum nú hevur tikið við eftir
pápan. Við yvirtøkuni hevur
hon ræðið á grunnunum,
sum eiga partabrøv fyri
einar 100 milliardir krónur
ella umleið 60 prosent av
partapeninginum í stórfyri
tøkuni.
Tað eru tey fáu í Dan
mark, sum kenna Ane Uggla,
og sambært donskum vinnu
lívs-eygleiðarum
kemst
tað av teirri einføldu orsøk,
at hon hevur liva í skugga
faðirsins. Hennara uppgáva
frameftir verður at tryggja,
at familjan framvegis hevur
ræðið á fyritøkuni.
– Men hon verður ongantíð
tann vinnulívsleiðarin og
tann ímyndin, sum pápin var,
sigur Niels Lunde, blaðstjóri
á Børsen.
Út úr faðirsins skugga
Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla er tann nýggi leiðarin í stórfyritøkuni
A.P. Møller Mærsk, og hóast hon fær stóra ábyrgd og stórt
vald, fær hon fær ongantíð somu støðu sum pápin
Stavangerfjord fer av bakkastokki í Gdansk
Mynd: Aftenposten
Ane Uggla. Bara heilt fáir danir kenna hana
Mynd: Polfoto