Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale hevur fing­ið far­ loyvi frá fólkating­inum frá 20. apríl til 20. mai, og næst­flestu atkvøð­ur­nar á list­anum hjá Javnaðar­ flokk­inum fekk Aksel V. Johannesen. Hann tekur tí sæti í fólka­tinginum og skal beint í eldin. Henda dagin verður fund­ur í evropanevndini í fólka­tinginum, og tá fer nevndin at viðgera frá­ boð­aðu revsi­tiltøkini hjá ES móti londum, sum ikki fiska burðardygt. – Tað verður spennandi at royna, sigur Aksel V. Johannesen. Aksel V. Johannesen fer í farloyvi úr løgtinginum, og næst á listanum er Helena Dam á Neystabø. Hon júst er farin í nýtt starv sum stjóri á Før­oya Handilsskúla, men hon hevur kortini boðað stýr­ inum fyri skúlan frá, at hon tekur sæti í tinginum. – Men tað er treytað av, at tað ikki nervar arbeiðið mítt á skúlanum, og vísir tað seg, at ikki ber til at vera í løg­tinginum, kemur næsta vara­fólk inn fyri meg í tingið. Tað er so stutt skeið, tí ting­ið ætlar at fara heim 5. mai, sigur Helena Dam á Neystabø. Næst aftan á hana a list­anum hjá Javnaðar­ flokk­inum er Kristoffur Gaard­lykke. Hann hevur áður verið í tinginum sum vara­maður. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Tá ið nýggju raðhúsini oman fyri góðshavnina í Ánunum vórðu gjørd, varð sam­stundis ein vegur gjørd­ur niðan til húsini. Men av eini ella aðrari orsøk var ikki givið gætur, at eitt lítið petti av lend­ inum, har vegurin liggur, hoyrdi upp í granna­ogn­ ina. Tað kom ikki fram fyrr enn byggifelagið JFT Connector, sum gjørdi út­ stykk­ingina og fekk hús­ini bygd, var farið av knór­ anum. Tá gjørdu fólkini, sum áttu grannaognina, vart við seg og ætlaðu at grava tað pettið frítt. Men tað helt trota­búgv­ ið ikki bera til, tí so fór vegurin at detta niður, og fúta­forboð varð lagt fyri at røra vegin. 27. í hesum er málið á rættarlistanum. Tá skal rætt­urin taka støðu til, um fútaforboðið var lógligt ella ikki. Fleiri eiga grannaognina, og ein av eigarunum er mað­urin, sum stóð aftan fyri JFT Connector. Eik hevur eisini reist sak móti eigarunum av granna­ognini. Tað hevur sam­band við, at Eik fíggjaði byggi­ngina og hevur mest at missa, um ognirnar falla í virði. randi@sosialurin.fo Ósemja um ein vegageira Eitt lítið petti av einum vegi í Ánunum dregur fleiri fólk í rættin, um tað ikki eydnast at gera semju Aksel í Fólkatingið Fríggjadagin fer Sjúrður Skaale í farloyvi úr fólkatinginum, og fyri hann tekur Aksel V. Johannesen sæti Maskindirektivið 2006/42/eF skeið 10. & 11. Mai 2012 Arbeiðir tú á einum virkið, har tú broytir maskinurnar, ella arbeiðir tú við at framleiða maskinur við sølu fyri eyga? So eigur tú at leggja teg eftir, at duga reglurnar í Maskindirektivinum. Maskindirektivið hevur m.a. sum en- damál at gera arbeiði við maskinum tryggari. Allar reglurnar í nýggja Maskindirek- tivinum eru ikki beinleiðis galdandi í Føroyum, men tað er gott at kenna reglurnar og í stóran mun at fylgja teimum, tí tær eru við til at forða fyri óhappum á arbeiðsplássunum. Framleiðir tú ella hevur tú ætlanir um at framleiða maskinur til eitt nú ES ella EØS, eigur tú at nýta Maskindirektivið í tinum arbeiði. Málbólkur Starvsfólk, sum arbeiða við nærlýsing og viðlíkahaldi av framleiðslumaskinum. Starvsfólk, sum vilja tryggja fyritøkuni eitt fyriskipað útbjóðingartilfar og kenna nágreiniligu krøvini til skjalfesting. Starvsfólk, sum arbeiða við CE-merking. tilMelding Tekna teg og les meiri um skeiðið á heimasíðu okkara - www.synergi.fo - ella ring 322355. Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo Skeið í samstarvi við: Studentaskúlin spreingist Antin má Føroya Studentaskúli og HF-skeið byggja eina lon aftrat, ella má skúlin út at leiga høli Randi Jacobsen Studentaskúlin og HF-skeið­ ið í Hoydølum er aftur í ár komin í neyð, tí so nógvar um­sóknir eru komnar inn á skúlan. Aftur i ár eru met nógvar umsóknir komnar inn, 268 til studentaskúlan og 105 til HF. Tað eru næstan 50 fleiri enn í fjør. Skúlin hevur skyldu til at taka inn allar skikk­aðar umsøkjarar til studenta­ skúlan. Teir flestu eru skikk­ aðir, og tí verða tíggju nýggir flokkar tiknir inn komandi ár, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari. Tað verða fýra máls­ligir flokkar og seks matemat­ iskir. Skúlin fær brúk fyri tveim­um vanligum skúla­ stov­um aftrat og einari stovu til evnafrøði. Rektarin samráðist nú við Mentamálaráðið um, hvussu hølistrupulleikin skal loys­ ast. Annar møguleikin er at fara út í býin at leiga høli, og hin møguleikin er at byggja eina lon aftrat. – Skal ein long byggjast aftrat, verður hon ikki so stór sum tann, vit fingu í fjør, men avgerðin má tak­ast skjótt, um ein lon skal byggj­ ast, tí hon má vera liðug, tá skúlaárið byrjar, sigur Mikkjal Helmsdal. Ein triði møguleiki kundi verið at skarvað av HF-um­ søkj­arunum, men skúlin hevur fingið at vita frá Menta­málaráðnum, at tað verð­ur av ongum. randi@sosialurin.fo