mikudagur 18. apríl 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggjur og
seyðafríur vegur
til Rituvíkar
VEGASAMBAND Síðani einaferð í 80’unum hevur verið arbeitt við at
betra um vegaføringina hjá rituvíkingum. Nú er umsíðir komið á mál
Snorri Brend
Upprunaliga
skuldi
ein
nýggjur vegur gerast oman
til bygdina, men arbeiðið
steðgaði tó upp. Vegurin varð
ístaðin brúktur sum upp
dyrkingarvegur og sum at
gongd til eina moldgoymslu
hjá Runavíkar kommunu.
Men í 2009 var arbeiðið
tikið uppaftur, og nú er ikki
nógv eftir, til komið er á
mál við einum nýggjum tví
breytaðum og 1,2 kilometrar
longum vegi frá vegamót
inum
Rituvíksvegur/Æðu
víksvegur og inn til bygdina.
Av Landsverki verður sagt,
at tað sum er eftir at tí gamla
vegnum til moldgoymsluna
verður tyrvt, tá ið ein nýggj
moldgoymsla verður tikin í
nýtslu seinni í ár.
Ein fyrimunur við nýggja
vegasambandinum er, at ein
semja er gjørd millum komm
ununa, hagan og Landsverk
um, at vegurin skal vera
seyðafríur og uttan rullu
portur.
Gjørdar eru smogur til
seyðin, eins og hegn er sett
upp báðumegin vegin úr
Rituvík til Runavíkar.
snorri@sosialurin.fo
UMSÍÐIR
Tað hevur tikið sína tíð at fáa Rituvíksvegin gjørdan,
men nú er arbeiðið umsíðir liðugt
GÓÐUR VEGUR
Tá rituvíkingar fara av bygdini verður tað hereftir á einum
tvíbreytaðum vegi sum eisini er uttan seyð á vegnum
Eitt yvirlit frá Landsverki
vísir, hvussu nógv ferðsla
er eftir Rituvíksvegnum,
ið gongur frá Runavík til
Rituvíkar.
Eftir hesum hagtølunum
at døma øktist ferðslan í
nøkur ár, men er nú lækkað
nakað.
snorri@sosialurin.fo
Komið
er á mál við
nýggjum
tvíbreytað
um og 1,2
km longum
vegi
1369
Tølini fyri miðal
ferðsluna um sam
døgrið eru hesi:
2002: 1.205
2003: 1.262
2004: 1.354
2005: 1.526
2006: 1.616
2010: 1.369
Ársmøti
í ein dag
Komandi leygardag hevur
Kirkjuliga Heimamissiónin
ársmøti í Kirkju- og Missións
húsinum á Argjum og í
Meinigheitshúsinum í Havn
Ársmøtið verður hildið
undir heitinum »Gud gav
okkum ikki mótloysis
anda«.
Byrjað verður klokk
an 10 við pallborðsfundi
í Kirkju- og Missións
húsinum
á
Argjum.
Evnið er: »Tá tað eydn
ast«. Tosað verður um
tríggjar
‘succéssøgur’
frá missiónsarbeiðnum
ymsastaðni kring land
ið.
Hildið verður fram
í Kirkju- og Missións
húsinum á Argjum við
formansfrágreiðing,
arbeiðsfrágreiðing
og
fíggjarfrágreiðing.
Aftaná verður tiltak
ið ‘Andlit til andlits við
Høvuðsstýrið, orðaskifti
um arbeiðið, har høvið
er at seta spurningar og
koma við viðmerking
um.
Leygarkvøldið klokk
an 19.30 verður møti í
Meinigheitshúsinum
í
Havn.
snorri@sosialurin.fo
Umvæla tann
fjórða motorin
SAMFERÐSLA Hesar næstu
dagarnar kunnu suðuroy
ingar – og tey sum annars
skulu ferðast um Suðuroyar
fjørð – vænta smærri
seinkingar í siglingini
Orsøkin til hetta er hin
einfalda, at tann eini av
teimum fýra høvuðs
motorunum hjá Smyrli
skal hava eina høvuðs
umvæling.
Conrad
Gaard
Joensen, rakstrarleiðari
á Strandferðsluni upp
lýsir at arbeitt verður
uppá
motorin
undir
sigling, soleiðis at ferða
ætlanin verður darvað
sum minst.
– Arbeiðið er longu
byrjað, og er mett at vara
í eina viku. Men vit hava
tó lagt eitt sindur upp
fyri, um okkurt óvæntað
skuldi stungið seg upp.
Men arbeiðið skuldi ikki
tikið meiri enn 10 dagar,
slær hann fast.
snorri@sosialurin.fo