Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Triðja páskakvøld andaðist Hanus Jørgensen úr Miðvági bert 53 ára gamal. Ein kann kanska siga, at Hanus slapp heim hóast hansara unga aldur, tí hann hevði eitt trup­ ult lív tey seinastu árini. Eg kom at kenna Hanus, tá vit vóru smádreingir. Vit búðu ikki langt frá hvørjum øðrum og plagdu viðhvørt at spæla saman. Tað fyrsta eg minnist um Hanus var, at hann dugdi betur at aka á skíðufjøl, enn allir vit aðrir. Hvørja skíðufjøl hann setti seg á, so skreiddi hann altíð skjótast. Hanus var góður ítrótt­ar­ maður á yngri árum. Hann spældi í fleiri ár fótbólt á besta liðinum hjá MB. Hann var ein evnaríkur telvari og badmintonleikari, eins og hann róði kapp í nógv ár. Tá vit vóru ungir, var ferða­ sam­bandið ikki so gott, sum nú. Tí var mangan gist, tá vit vóru á stevnum ella til kappingar. Tá var ofta stuttligt at vera saman við Hanusi og øðrum, eg haldi, vit komu at kennast nógv betur av hesum enn sum nú, at reist verður heimaftur sama dag. Hanus var útlærdur maskin­smiður hjá J.K. Joen­ sen & Sonur og ar­beiddi har í fleiri ár. Hann var sera dugnaligur hand­verkari og væl lýddur bæði av starvs­ feløgum og viðskiftafólki. Seinni fór hann til skips. Hann var í fleiri ár við Gilja­ nes, men sigldi eisini við fleiri øðrum bátum. Eisini umborð á skipi var hann álitismaður og sera dugnaligur til sítt yrki. Tey seinastu árini hevur sjúka tó tikið yvirhond, og hann hevur ikki megnað at røkt arbeiði. Eg minnist Hanus sum ein sera fittan og vinsælan mann. Vit fylgdust nógv í okkara ungdómsárum. Han­ us var ein klókur og skila­ góður maður. Eisini var hann skemtingarsamur og stutt­ligur at vera saman við. Hann var ein góður og trúgv­ ur vinur at hava. Hanus var, sum so nógv onnur, eisini eg sjálvur, rakt­ur av herviligu sjúkuni alkoholismu. Henda sjúka, sum hevur oyðilagt so nógv, oyðilegði eisini part av vaksna­mannalívi Hanusar. Henda sjúka, sum so nógv ikki skilja og samanbera við at hava ov veikan vilja. Men sterkan vilja, tað hevði Hanus. Tað vísti hann bæði á leikvølli og í arbeiðslívi sínum. “Eingin kennir mein í annans bein”, tí er ilt hjá teimum, sum ikki eru rakt av alkoholismu at skilja tey, sum eru. Hetta sama er m.a. eisini galdandi fyri roykjarar og tey, sum noyðast at eta ov nógv. Vit báðir Hanus vóru í viðgerð fyri rúsdrekka­mis­ nýtslu um somu tíð. Minnist hvussu gott Hanus sá út, tá hann kom aftur. Sólbrendur, reinur og nossligur í nýggjum klæðum. Vit høvdu báðir vón­ina um eitt betur lív. Tað gekk tíverri ikki hjá Hanusi. Vit tosaðu ofta sam­ an um hetta. Hann trúði ikki heilt, at hetta kom at eydnast fyri seg. Tað píndi meg og onnur, sum vóru góð við Hanus, at síggja, hvussu hann hevði tað nú til endans. Vit vónaðu til tað seinasta, at hann mundi fara at fáa hjálp. Men tíverri so fekk hann ikki hjálpina hesumegin. Hanus hevði eina sera góða móðir í Gretu. Hon strídd­ist ótroyttiliga at hjálpa uppá hann og vera um hann. Eisini systk­in­ini royndu at gera sítt. Tað hevur verið ringt hjá mær at síggja ein góðan vin­ mann fara soleiðis. Nógvar ferðir verri hevur tað ver­ið hjá tykkum Gretu og systkj­ unum. Má harrin styrkja tykk­um í sorgini. Hanus var trúgvandi mað­ ur, hóast hann kanska ikki tosaði so hart um tað. Nú er Hanus heima hjá Gudi, og sum skrivað stendur í Jóhannesar Opinbering 21,4: “Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið”. Hanus hevur tað gott nú. Friður verið við minninum um hann. Georg Nøvn Minningarorð um Hanus Jørgensen í Miðvági Projektstýring í excel skeið 10. & 11. mai 2012 Her er skeiðið til tín, sum hevur nógvar royndir í Excel, men sum ynskir at fáa íblástur til at nýta Excel til at handfara verkætlanir, aktivitetir og tilfeingi. Sum brúkari av Excel veitst tú, at tað eru nógv ting sum kunnu gerast skjótari og betri, men tú hevur ikki tíð til at royna teg fram á hesum økinum. Á hesum skeiðinum fært tú nógv góð ráð og hug- skot, sum lætta um í dagligdegnum. Endamálið við skeiðinum er at læra hvussu tú kanst nýta Excel til at stýra aktivitetum, upprætta automatisk Gantt kort og stýra samanketing av aktivitet- um, tilfeingi og økonomi í samband við projektstýring. málbólkur Hetta skeiðið er fyri royndar Excel brúkarar. Roknað verður við, at tú ert ein royndur brúkari, og at tú nýtir forritið javnan. Tú ert sjálvlærd/-ur ella hevur í minsta lagið verið á grundskeiði og ynskir at betra tína nýtslu av Excel og læra hvussu programmið kann nýtast í samband við projektstýring. tilmelding Tekna teg og les meiri um skeiðið á heimasíðu okkara - www.synergi.fo - ella ring 322355. Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo www.sosialurin.fo