mikudagur 18. apríl 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Kritikk av ideologiskari ideologi-
Sámal Matras Kristiansen
samfelagsfrøðingur
Lat meg staðfesta beinanvegin: Tað
var stak áhugavert at lesa dram
atisku greinarøðina hjá Hanusi
Kamban um “Kríggið móti borga
ranum” í seinastu viku. Tað er altíð
hugaligt, tá fólk royna at síggja
samfelagsliga veruleikan í einum
størri høpi, tí oftast fer kjakið fram
á einum rættiliga smalsporaðum
einkultmáls-støði.
Høvuðsboðskapurin í greinini er
ein kritikk av marknaðar-ideologi
ini, og Hanus Kamban hevur sjálv
andi púra rætt, tá hann sigur, at vit
í løtuni eru í einari sera ógvuslig
ari høgrasnaring – fyri ikki at siga
hondbremsuøsvingi. Hvussu hetta
fer at spæla av, er ómetaliga trupult
at meta um, men eg helli til at geva
Høgna Hoydal rætt, tá hann í einari
aðrari grein lýsir hetta sum eina
roynd at fremja “sjokk-terapi” mót
vegis føroyska samfelagnum, eins
og vit hava sæð tað í fleiri londum
seinastu áratíggjuni.
Tá tað er sagt, haldi eg, at ávísir
partar av greinini hjá Hanusi Kamb
an eru heldur avgjørdir. Hervið ein
(vónandi) konstruktiv kritikk av
nøkrum útvaldum meingum úr
greinini.
Borgarin er ikki óvardur
og máttleysur
Hanus Kamban skrivar um poli
tikkin hjá sitandi samgongu: “Sagt
við fáum orðum hevur hesin poli
tikkur til endamáls at avtaka allar
tær sosialu veitingar, vit í dag taka
sum givnar, og at geva borgaran -
óvardan og máttleysan - upp til ein
blindan og eirindaleysan markn
að.”
Fyri tað fyrsta má eg mótmæla,
at fólk eru máttleys mótvegis teim
um broytingum, ið fara fram. Menn
iskju eru før fyri at tillaga seg nógv
ymisk umhvørvi og nógv ymisk
system. Fáa vit eitt meiri kapping
arorienterað samfelag, vilja fólk við
tíðini laga seg til nýggju treytirnar.
Harumframt kundi man vent
argumentinum á høvdið, tí man
kann eisini siga, at borgarin í stóran
mun er óvardur og máttleysur
mótvegis valdsútinnanini hjá “tí
almenna”. Sjálvandi kann “tað al
menna” í ávísan mun sigast at vera
“gott”, tí tað í einum demokratiskum
samfelagi má taka nøkulunda atlit
til veljararnar. Men tá tað er sagt,
so eru nógv, ið kenna seg kleimd av
kollektivinum og kenna seg “óvard
og máttleys” móti tí áganginum, ið
“tað almenna” fremur móti tí lívs
stíli, tey annars kundu hugsað sær
at ført.
Ein grund til at summi velja høgr
avent, er júst tí at tey halda statin
taka ov nógv frælsi frá teimum.
Hanus Kamban vísir eisini sjálv
ur á ein annan hátt, ið borgarin
kann verja seg móti høgrarákinum:
”Men føringar fara ikki at búsetast
í tjøldum, konteynarum ella lasa
farnum kroysum. Til hetta eru tvær
høvuðsgrundir. Í fyrsta lagi er tað í
Føroyum ov kalt, vátt og harðbalið
til, at borgarin fer at ganga undir
hesar treytir. Men høvuðsorsøkin
verður tann, at fólk heilt einfalt, so
góð tey annars eru við sítt land, fara
at noyðast at rýma til onnur Norð
urlond, sum framvegis fara at hava
samfeløg við sosialum skipanum.”
Longu sum nú er er stórur mun
ur á vælferðarveitingunum, ið
kunnu fáast í Føroyum og teimum,
ið alternativt kunnu fáast í Dan
mark. Heilt nógvir føroyingar velja
at flyta av landinum fyri at fáa ein
bita av vælferðarkøkuni, ið føroyska
samfelagið ikki megnar (ynskir?) at
bjóða líka væl.
Tí er tað sjálvandi líkatil at
hugsa, at vit eiga at styrkja vælferð
arsektorin, soleiðis at hann kemur
at verða “kappingarførur” í mun til
danska og norska vælferðarsektorin.
Men tað eru trupulleikar við hesum,
serliga á fíggingarøkinum. Hvussu
skulu vit fíggja hesa vælferðina?
Hvør skal fíggja hana? Hava vit hug
at gjalda so nógv í kollektiva pottin,
sum tað krevst at halda høga væl
ferðarstøðið? Ella skulu vit royna
at fáa ríkisveitingina upp, soleiðis
at danir í størri mun sleppa at rinda
fyri okkara vælferð?
Um eingin av hesum bitum
smakkar okkum væl, so eiga vit
hinvegin at spyrja um tað er rætt
at royna at vera ein universellur
vælferðarstatur á skandinaviskum
støði. Fara Føroyar nakrantíð at
klára tað (uttan blokk), serliga tá
hugsað verður um alsamt økjandi
kappingina frá umheiminum? Og
fara Føroyar ikki tá bara at vera eitt
vánaligt kopi av ektaðu vøruni, ið er
at finna m.a. í Danmark?
Út frá hesum kann man spyrja
seg sjálvan, um vegurin fram ikki
júst er at skapa eitt samfelag, ið er
munandi øðrvísi enn tað danska,
tað norska og tað svenska. Eitt
samfelag, har tað eru avgerandi
aðrir lívsmøguleikar enn í granna
londunum.
Fer meðalstættin
av hvørva?
Hanus Kamban sær fyri sær, at
vit við núverandi høgrasnarandi
politikki fara at fáa eitt fullkomið
tvístættsamfelag, har heilt fá fólk
koma at stýra einum hjálparsleysum
hópi av ognarloysingum.
“Veruleikin er, at tann politikkur,
sum Fólkaflokkurin (...) er farin at
seta í verk, miðjar ímóti at útrudda
borgaran sum stætt.Tá ið hesin poli
tikkur er komin á mál, vera bara
tvær stættir eftir, ein sera lítil, ovur
ríkur minniluti í erva, kanska 2-3
prosent av fólkinum, og í neðra ein
risastór undirstætt, uttan rættindir,
uttan vælferð, uttan trygd, mong
teirra uttan atgongd til heilsurøkt
ella útbúgving, ein kastuleysur
hópur, blakaður fyri marknaðarins
úlvskjaft.”
Hanus Kamban sær fyri sær, at
høgrasnaringin fer at verða so ógv
uslig, at øll tann stóra meðalstættin
fer at hvørva. Eg haldi at hetta er at
fara dekan ov langt. Gaman í fara
nøkur fólk, ið í dag kunnu liva eitt
sømiligt lív, at fáa so ring kor, at tey
verða noydd at flyta av landinum.
Men at halda, at meðalstættin uttan
víðari fer at hvørva, er at fara ov vítt.
Hetta ger seg heldur ikki galdandi í
t.d. USA, ið er munandi meiri høgra
vent enn Føroyar. Vit fara sjálvandi
framhaldandi at hava eina meðal
stætt í Føroyum, eisini undir einum
(hugsaðum) konservativt-liberalum
regimi. Talan verður bara um eina
øðrvísi meðalstætt enn ta í stóran
mun alment fíggjaðu stættina av
m.a. lærarum, pedagogum og starvs
fólkum, ið vit kenna í dag. Men tað
veldst sjálvandi eisini um hvussu
langt farið verður á høgrakós. Verð
ur tað eitt fýraára kvink til høgru,
ella seta vit við hesi “sjokk-terapiini”
ferð á eina longrivarandi høgra
snaring av samfelagnum?
Men eg skal geva Hanusi Kamban
rætt í, at um tað framhaldandi fer
ein útholing fram av lønarlagnum í
landinum, so fara fólk at missa hús
og heim og noyðast at búgva til leigu
og annars ikki eiga tað stóra. Nógv
av hesum fara at rýma av landinum,
og mín fatan er, at vit síðani møg
uliga koma at fáa eina heilt nýggja
undirstætt av útlendingum, ið hó
ast alt síggja perspektivir í einari
undirstættartilveru í einum relativt
ríkum landi sum Føroyum. Summi
av hesum fara við tíðini at arbeiða
seg upp í miðalstættina og enntá
upp á valdsins tindar, men vandin
er, at vit fáa eitt ovurmobilt sam
felag, har fólk koma og fara eftir
tørvi og vinnumøguleikum.
Mín ótti er, at júst hetta kann
fara at henda: at Føroyar fara frá at
vera eitt stabilt “heildarsamfelag” til
at gerast ein koloni-kendur útjaðari,
ið mest er áhugaverdur vegna tey
virði hann skapar – serliga av prim
érvinnuligum slagi.
Sum heild haldi eg, at greiningin
hjá Hanusi Kamban hevur lyndi til
at vera heldur national-fokuserað
og harvið yvirsær tey globaliserandi
rákini, ið seta Føroyum treytir – og
umvent skapa møguleikar fyri Før
oyum.
Tað almenna gevur, ja,
men tað tekur eisini
Seinni í greinini kemur Hanus
Kamban inn á tað klassiska høgra/
vinstra-kjakið um hvussu nógv “tað
almenna” skal fylla í samfelagnum:
”Onkur júkar uppí saman, at vit
mugu spara, tí at ”tað almenna”
kostar so nógv. Men tað almenna
tryggjar okkum lív, heilsu, trivnað,
vitan og framtíð, og var tað ikki,
áttu vit onki av hesum virðum.”
Hann skrivar í sama viðfangi tó
rættiliga elegant og slagorðskent,
at: Tað almenna er ikki ein fíggindi,
tað almenna er vit sjálv.” Hetta er í
ávísan mun rætt. ”Tað almenna” er
eitt úttrykk fyri okkara kollektiva,
demokratiska val. ”Tað almenna”
er ein háttur hjá samfelagnum (ella
kommununi) at arbeiða sum ein
eind, og sjálvandi kann tað almenna
lyfta nógvar uppgávur, ið einstakl
ingarnir ikki kundu framt sjálvir.
T.d. útbygging av einum almennum
vegakervi.
Men hetta er bara ein síða av
søkini, tí fyri tað fyrsta ber til at
handla kollektivt á aðrar hættir
enn gjøgnum ”tað almenna”. Fyri
tað næsta eru tað nógv fólk, ið
síggja ”tað almenna” – ”statin” –
sum ein fígginda. Tað er klárt, at
”tað almenna” ger nógv gott til
gagns fyri tey flestu. Tað almenna
er við til at útbreiða frælsi til nógv,
ið annars ikki høvdu fingið ágóðan
av hesum frælsum: t.d. heilsu, trivn
aði og vitan, ið Hanus Kamban rætt
vísir á.
Men ”tað almenna” er eisini við
til at taka frælsi frá fólki við at taka
teirra individuellu pengar og koyra
teir í stóru, kollektivu pottarnar,
m. a. Landskassan, ALS-grunnin
o.s.fr. Ikki øll fáa líka góðan ágóða
av hesum kollektiva viljanum.
Summi fáa ein nettoágóða av ”tí
almenna”, meðan onnur fáa eitt
nettotap. Hetta er m.a. við til at fáa
fólk at taka undir við høgravendum
parolum sum ”tað skal loysa seg
at arbeiða” og at ”vit hokna undir
heimsins tyngsta skattatrýsti”.
Seinni skrivar Hanus Kamban
tó: ”Eitt samfelag eigur bæði at
krevja nakað av sínum borgarum
og at geva teimum nakað. Krøv og
veitingar hanga saman, og linka tey
fyrru, tynnast tær seinnu burtur.
Hesum kann man júst snara
á høvdið. Um nøkur føla, at tey
skulu
gjalda
ómetaliga
stóran
part av síni inntøku til ein felags
skap, ið bert gevur lítið aftur til
gjaldandi einstaklingin, so máast
solidariteturin
mótvegis
felags
skapinum so líðandi burtur. Hvat
tykist órættvíst er sjálvandi ymiskt
frá persóni til persón, men mín fat
an er, at løgtingsvalið 2011 í stóran
mun var ein populistisk protest
móti tí upplivaða órættvísinum, ið
“almennu Føroyar” hava staðið fyri
í nógv ár.
Hvør skapar sjálvsøknið
í samfelagnum?
Hanus Kamban vísir aðrastaðni í
greinarøðini á, at Føroya liberalu
politikarar hava fostrað sjálvsøknið,
ið er vaksið fram seinastu árini.