mikudagur 18. apríl 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
-kritikk
“Men
okkara
(sokallaðu)
liberalu politikarar hava ligið
á song og fostrað eina nýggja
hetju. Hesin reystkappin er tann,
sum altíð er fúsur at snýta sítt
land, sum stingur í sekkin, um
skattaprosentið fer eitt hálvt stig
upp. Hann letur so onnur, ofta
fólk sum eru verri fyri enn hann,
rinda fyri vegir, sjúkrahús, skúla,
allar tær tænastur, sum tryggja
hansara avvarðandi, sum eftir eru,
einum pápa, eini ommu, einum
brekaðum barni, eina sømiliga
tilveru. Tað er hesum svíkum,
okkara høgraliberalu politikarar
leiftra fyri - øllum teimum, sum
ikki gera sína skyldu móti landi
og fólki.”
Eg vænti, at Hanus Kamban
her serliga hugsar um, at sjó
mannafrádrátturin hevur verið
við til at skapa hetta sjálvsøknið.
Sjómannafrádrátturin
kann
hava verið við til at minka um
solidaritetskensluna
hjá
før
oyingum, tí um sjómenninir ikki
skulu sýna solidaritet, hví skulu
tey á landi so gera tað? Hevur
sjómannafrádrátturin
skundað
undir eitt skattapolitiskt diskurs-
skifti?
Eg skal ikki avvísa, at hetta
hevur gjørt seg galdandi, men
neyðugt er eisini at síggja hetta í
einum størri perspektivi. Partvíst
er individualistiska rákið ikki av
markað til Føroyar, men hevur
ment seg í einum størri nærum-
globalum samanhangi (ið Hanus
Kamban eisini vísir á), partvíst er
individualistiska rákið eitt úrs
lit av sjálvari globaliseringini og
teknologimenningini, ið gera tað
møguligt at velja nýggjar soci
alar samanhangir, hvarvið gomlu
solidaritets-platformarnir missa
sína styrki. Og partvíst er tað
váðamikið at varðveita eitt dýrt,
socialistiskt samfelag úti í Norð
uratlantshavi, tá veruleikin er, at
íbúgvar tess kunnu “atkvøða við
beinununum” og flyta til onnur
lond, har tey fáa betri sømdir í
mun til teirra egnu lívsstílsynski
(“exit” í staðin fyri “voice”). Tílíkt
ber til í lukkaðum londum sum
Cuba og Norðurkorea, men í
einum opnum samfelagi sum tí
føroyska er hetta ein ideologisk
illusión.
At enda skal sigast, at man
eisini kann argumentera fyri, at
vælferðarstaturin skapar individ
ualisering og harvið sjálvsøkni. Tað
at man kann fáa vælferðarágóðar
uttan at geva nakað afturfyri, ger,
at man í minni mun nýtist at laga
sín atburð í mun til sítt sociala um
hvørvi. Hetta er sera paradoksalt,
og ilt er at siga hvussu nógv hugsa
soleiðis og handla hareftir. Í t.d.
Danmark hevur man tó ávíst, at al
menn socialhjálp í nógvum førum
virkar
socialt
niðurbrótandi.
Sjálvt socialdemokratiski arbeiðs
málaráðharrin Mette Frederiksen
tykist hava skilt hetta.
Eisini velur Hanus Kamban
at kalla sjálsøkin menniskju fyri
svíkjarar, men hetta gevur bara
meining út frá einum ávísum
ideologiskum sjónarhorni. Í libe
ralistiskari ideologi er sjálvsøkni
og stremban eftir vinningi ein
av motorunum í kapitalistiska
samfelagsbúskapinum.
Ein
liberalistur metir júst, at um øll
eru sjálvsøkin, so gerast vit øll
ríkari. So ja, sjálvandi vilja libera
listar mæla til sjálsøkni, tí tað er
ein so avgerandi partur av teirra
ideologi. Ein liberalistur vil júst
meta, at man svíkir, um man ikki
tekur sjálvsøkna ábyrgd, men
krógvar seg aftanfyri kollektiv
inum.
Frá borgara til brúkara?
“Borgarin” er eitt hugtak, ið er nógv
viðgjørt í samfelagsfrøðiligum litt
eraturi, og Hanus Kamban metir,
at borgarin hevur givið upp at
vera borgari:
“Fólkaflokkurin er farin undir
at útrudda sína egnu stætt. Hvat,
kunnu vit spyrja, er tann djúpara
orsøkin til hetta paradoks? (…)
ein kann siga, at borgarin í dag
sjálvboðin hevur vrakað sín egna
status og slept síni egnu tign.
Hann umboðar ikki longur hvørki
upplýsing, moral, tjóðskap ella á
trúna, og so als ikki tað slagið
av dirvi, sum vit plaga at rópa
courage civil.”
Eg hugsi tó, at hetta ikki bara
er ein spurningur um, at borgarin
missir
demokratiskan
áhuga
vegna “defaitismu”. Tað er eisini
ein spurningur um, at borgarin
í størri mun umbroytist til ein
brúkara. Fokus skiftir sostatt
frá
neyva
samanhanginum
millum rættindi og skyldur (ret
og pligt), ið tykist vera idealið hjá
Hanus Kamban. Í staðin verður
samfelagið marknaðargjørt og
ágóðar tess verða ein spurningur
um forbrúk. Eg haldi, at eitt
tílíkt perspektiv hevði givið eina
betri mynd av hví borgarin velur
at
niðurprioritera
“pliktetisk”
hugtøk sum upplýsing, moral,
tjóðskap,
átrúnað,
umsorgan
o.s.fr., meðan “nyttuetisk” og meiri
individualistisk/konsumeristisk
hugtøk í staðin vinna frama.
At kritisera ideologi
við ideologi
Sum sagt haldi eg, at greinarøðin
hjá Hanusi Kamban var stak
áhugaverd og inspirerandi at
lesa, men umframt tey (vónandi)
konstruktivu kritikkpunkt, ið eg
havi skrivað í hesi greinini, vil
eg koma við einum hjartasuffi.
Tá man roynir at vísa á, at onnur
eru
ideologiskt
blindað,
átti
man at hildið seg til at avmont
era argumentini hjá politisku
mótstøðufólkunum.
Tá
man
mótmælir ideologiskum blindni,
er ikki snilt at avdúka egnar
ideologiskar blindvinklar. Tað
haldi eg, at Hanus Kamban í fleiri
førum ger seg sekan í, og tað er
spell, tí greinarøðin kundi havt
verið betri enn hon gjørdist.
Ideologi kann absolutt vera
upplýsandi, men í hesum føri
haldi eg tíverri, at Hanus Kamban
sjálvur
verður
eitt
sindur
blindaður av ideologiini. Og tá
missir kritikkin ta styrki, ið hon
átti at havt, tí eg eri samdur í, at
verandi ógvusliga høgrasnaring
má kritiserast, tí tað sær í skriv
andi stund veruliga út sum at
landsins leiðsla (við vilja?) yv
irtulkar tann viljan, ið fólkið
úttrykti á løgtingsvalinum 2011.
Borgarliga
»Paradíssamfel
agið« í eygsjón
Frank Davidsen
So er tað ikki ein spurning
ur um, men nær samhaldfasta
samfelagið fær mønustingin. Tað
veldst eisini hinvegin um hvussu
skjótt sitandi høgra samgonga
við Sambandsflokkinum sum
høvuðsstuðul
fær
niðurlag
að okkara vælferðarsamfelag.
Búskaparligi leisturin er lagd
ur soleiðis til rættis, at Mekka
hjá teimun høgra konservativu
kreftunum USA verður fyri
myndin í búskapargongdini her
á landið árini fram yvur. Og tað
er ikki tespiligur lesnaður íð
Hanus Kamban so meistarliga
hevur greitt frá í Dimmalætt
ing 20-21/04 um USA, citat, har
ein samanseting av flatskatti,
deregulering,
dryppi-ástøðins
ins falska kávalætið, risastórt
hall, nullvøkstur og kríggj hava
skapt tað búskaparkreppu, sum
kom í 2008, og sum fer at halda á í
mong ár aftrat. Samstundis hava
10 tals milliónir mist síni hús og
íbúðir. Fólk í hundraðtúsundatali
búgva í dag í garasjum, tjøldum,
konteynarum og kroysum, og
norðanfyri í USA doyggja ikki
so fá av kulda, svongd og sjúka.
Hetta verður borgarin, ímyndin
av miðalstættini, tveittur fyri
Marknaðarins føtur - verju
leysur uttan trygd, vælferð ella
mentan, svøltandi, kaldur og
sjúkur! - . Hetta er tann framtíð
sum okkara núverandi samgonga,
við beráddum huga fyrireikar til
føringar. citat enda. Júst í dag
frættist, at uppskot hjá Obama
varð felt av høgraheykunum í
Senatinum, har skatturin hjá
teimun múgvandi millióningum
og milliarderum skuldi hækkast
úr 15% upp í 30%. Jú, tað er
ein veruleiki, at tey sum eru
múgvandi og hava milliarda inn
tøkur, nógv av tí uppá spekulati
ón, tey gjalda undir 15% í skatti
Hetta er júst tann sama politiska
ideologi
sum
fíggjarmálaráð
harrin og hansara fylgisneytar
uppá nakrar krákumánaðar hava
snara okkara vælferðarsamfel
ag yvur til. Eitt samfelag uttan
menniskjavirðir, har pensionist
ar og verkafólk gerast trælir hjá
teimun fáu. Hitler og Goebbels
høvdu hóast alt eini 10 ár til
teir við sínum víðgongda høgra
politikki vóru komnir á mál.
Sambandsflokkurin
sum
sambært teirra stevnuskrá er ein
liberalur flokkur, hevur sett seg
sjálvan út á síðulinjuna. Teirra
løgmaður hevur ikki ánilsi av hvat
í stendur júst framlagda játtanar
karminum, men tað hevur ikki so
nógv upp á seg so leingi sum báð
ir oddvitarnir, fíggjarnevndarfor
maðurin og fíggjamálaráðharrin
eru samdir politiskt um at føra
ein so karráðan høgrapolitik, sum
ikki fyrr er sæddur her á landið.
At
so
landsstyriskvinnan
í
almannamálum fleiri ferðir í
fjølmiðlunu hevurm kært sína
neyð, og gjørt vart við at hon
als ikki tekur undir við førda
politikkinum, tað má sigast, at
vera lagnunar speisemi. Tí við
tí politiska maktspælið íð fór
fram í flokki hennara áðrenn
løgtingsvalið, kundi hon væl
síggja
at
hennara
politiska
framtíð ikki varð annað enn ein
finna í Fólkaflokkinum.Telvingin
aftaná valið er bara ein staðfesting
av , at soleiðis bleiv tað eisini.
Og at vera noydd, at taka
við
landsstyrissessinum
í
almannamálum,
samstundis
sum flokkur hennara hevur
gjørt, eins og flokkurin framyvur
hevur ætlanir um, at tey á
niðastu rókunum, pensionistar
og verkafólk skulu knúskast upp
aftur meira, tað høvdu teir 13-
1400 veljarnir hjá Anniku neyvan
givið sær fær um tá atkvøtt varð.
Tá íð nú Annika greitt meldar
út, at hon tekur ikki undir við
tí
assosiala
politikkinum
íð
samgongan stendur fyri, so ivist
eg onga løtu í, at hon meinar
tað í ramasta álvara. Tí ivist eg
onga løtu í, at tað fyrr ella seinri
kemur ein uppgerð, har hennara
liberalu
sjónarmið
koma
at
standa sína roynd. Eingin ivi
er heldur um, at fær hon ikki
síni
politisku
fingramerkir
framd og broytt tann karráða