mikudagur 18. apríl 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tryggingartakari
er skuldsettur av
Trygd uttan nakað
sum helst prógv.
Ein gitan frá ein
um pensioneraðum
donskun sokallað
um løgrelgumanni
var nóg mikið fyri
Trygd at svína son
mín út. Hóast hann
nú
er
reinsaður,
kann hetta lættliga
koma at fylgja hon
um í fleiri ár fram
yvir. Øll mótprógv
ini, ið vóru løgd á
borðið í sendingini
»Bag
facaden«
á
DR1 hóskvøldið 12.
apríl 2012 hava bæði
Trygd og leiðarin
á Kriminaldeildini
verið vitandi um í
alla hesa tíð. Teirra
arrogansa og ótti
fyri at missa andlit
kom
framm
um
viljan
at
virða
eina mannalagnu.
Klávus og Lávus
høvdu óivað loyst
hesa
uppgávuna
bæði
skjótari
og
betur.
Upphæddin, sum
Trygd til seinast
endaði við at gjalda,
er ikki í nærheitini
av tí mistu upp
hæddini hjá trygg
ingartakarnum, av
tí at allar tær rent
ur, sum vóru skuld
skrivaðar í hes 3
árini,
mátti
mis
tonkti sjálvur hanga
uppá. Hvat hendi
við
hugtakinum:
»Tort og svie?«
Skamm fái tykk
um.
»Bag
facad
en« í
Trygd
Torkil við Sandá
55.000 í 2020!
Teitur Vágadal
skuffað valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum
Mong eru tey, sum hava
gjørt gjøldur úr visjónini hjá
Tjóðveldi(sflokkinum),
und
an valið. Sagt er, at føroyingar
máttu fara til verka........, í sovi
kamarinum.
Føroyar uttan visjónir!
Lætt er at flenna eftir Tjóð
veldi(sflokkinuum) og teirra
”øru” hugskotum og ”órealist
isku visjónum”.
Men, 55.000 í 2020, er tað
so langt frá veruleikanum?
Vit tosa um eitt tíðarskeið
upp á 8 ár. Í núverandi støðu
eru tað jú 48.000 íbúgvar í
Føroyum. T.v.s.at vit skulu
hava ein vøkstur uppá 7000
fólk, ella gott 900 um árið. Er
tað óveruligt? Hevur nakar
okkara, sum hevur flent eftir
lista E, veruliga rokna upp
á tað? Hava vit yvirhøvur
ómakað okkum at koma við
sakligum og fakligum mót
argumentum?
Føroyar uttan kjak
og visjónir!
Visjónin hjá Tjóðveldi(sflokk
inum) er gott dømið um tann
visjónsleysa føroyingin, sum
bert megnar at síggja fram
eitt ár. Hvussu verður veturin,
várið, summarið og heystið? At
ætla framtíðina er ikki íborið
føroyinginum, tí at árstíðirnar
ráða og árini eru ymisk. Vit
snøgt sagt megna ikki at
fyrihalda okkum til visjónina
hjá Tjóðveldisflokkinum.
Hvat gera vit so meðni?
Vit flenna at, niðurgera, spilla
út, ella finna onkran gamlan
syndara í familjuni, ella onkra
býtta gerð fyri árum síðani.
Hví skulu vit, yvirhøvur lurta
eftir onkrum, sum hevur
dummað seg?
Kanska,
sum
mótsvar,
kunnu vit spyrja, einaferð
royndu vit jú øll at læra at
binda lissur? Ella tann sum
er uttan synd, kasti fyrsta
steinin?
Tí at Tjóðveldisflokkurin
er so í minsta lagi komin við
onkrum!
Á rættari kós?
Hvat sigur so útlagda fram
tíðin hjá samgonguni fram
til 2016? Tað mugu guðarnir
vita?!
Tær 86 síðurnar, sum fylgja
við játtarnarkarmunum, eru
alt gomul projekt, sum framm
anundan eru útsett í áravís, og
annars sparingar. Sparingar
meg her, sparingar meg der!
Lætt er at spara, men hvat er
endamálið?
Er tað yvirhøvur neyðugt
ella
yvirhøvur
forsvarligt
at spara? Er tann sokallaði
rentudeyðin so nær? Nær er
hann ein verulig hóttan?
T. d. kann nevnast útbúgv
ingarstuðul. Ein stuðul, sum
umfatar 3300 fólk í Føroya
landi.
Framtíðin, sum skal náa
vitanarsamfelagum.
Ið skal menna tað før
oyska samfelagið og vaksa um
BruttoTjóðarÚrtøkuna (BTÚ).
Hvat sigur samgongan? 7
linjur í einum skjalið á 86 síður,
staðfestir: Sparast skal!.
Er sparing visjón?
Sjálvandi er sparing ikki ein
visjón. Sparing er miseyðnað
leiðsla, sum bert hugsar um
rakstur. Politikkur er ikki
rakstur! Politkkur skal vera
visjónir!
Hugsjónir,
sum
hjálpa
trupulleikar samfelagasins.
Skjalið ”Á rættari kós” er
enn eitt prógv um okkara
visjónsleys fólkavaldu flokk
ar, sum ikki megna at hugsa
fram um sína egnu pensjón
ella árliga ferðastuðul!
Einki nýtt projekt! Alt
gamalt!
Eingin nýggj visjón!
Eingin greið ábendin um
samfelagið skal vera borgar
ligt ella solidariskt!
Bert sparingar!
Bert rakstur!
Visjónsleysir
Sjálvstýrismenn!
Mínir egnu floksmenn, Kári P.
Højgaard og Jógvan Skorheim
hava prógvað síni manglandu
visjónir.
At
Sjálvstýrisflokkurin,
sum minsti flokkur, megnaði at
pressa nøkur mál ígjøgnum við
áhaldni, hevur givið seg yvir til
visjónsleys sparingarátøk, eru
sera tungt at bera. Og tað bert
fyri avgreiðsluvald.
Sjálvstýrisflokkurin megn
aði at venda prátinum til út
búgving, og vóru lyftini mong
frá øllum síðum. Men at síggja
hesar ryggleysu, afturatfinn
andi menn, er syrgiligt.
Farnir í somu fellu, sum
flestu
samgongufólk
gera.
Samgongan veit best, sam
gongan bestemmar, ..... náh!!
Vóru teir menn, spýgu
teir kamelarnar upp aftur og
fylgdust við Jenis og Bill til
hurðina!
Útbúgving er fullkomiliga
gloymd, fólkaminking á 75
um árið er totalt órelevant, vit
hækka bara pensjónsaldurin!
Hvar er visjónin, hvar er
politikkurin? Er fólkaminking
ikki ein samfelagsvandi?
Mín áheitan á flokkarnar
í Løgtinginum er bert henda
eina:
Fáið tykkum eina visjón.
Rakstur er ikki ein visjón!
Rakstur er rakstur. Tað hava
vit embætisfólk til. Hvussu vit
skipa samfelagið, er uppgáva
flokkana. Men tað eru tað
tíanverri eingin sum megna;
.......í løtuni.
Raðfestingar á samferðsluøkinum
– ella mangulin uppá sama !
Sirið Stenberg
Tjóðveldi
Blind høna finnur eisini korn,
bleiv sagt undir viðgerðini av
kørmunum. Hetta var meint
sum eitt skot til andstøðuna,
sum hevði so trupult við at
finna nakað gott at vísa á.
Ikki tí, haldi nú vit vístu á
tey fáa ljóðspunktini sum
vóru. Nólsoyarferjan er eitt
gott dømi, sum vit øll eiga at
fegnast um.
Men
nú
roynir
henda
blinda hønan so at finna
korn, men eg má viðganga at
kornini á samferðsluøkinum
eru fá, og metta lítið, serliga í
mun til samferðsluna í útjað
arinum. Bara tað nú ikki verð
ur so langt ímillum kornini at
hungurin tekur yvir.
At skerja siglingina hjá
Smyrli og Teistanum eigur als
ikki at koma uppá tal. Heldur
átti tænastan at verði økt til
at fevnt um allar dagar av
árinum. Hvar hoyrir tað heima
at ongin sigling er ávísar
halgidagar. Um páskirnar hava
2 dagar verið við ongari sigling
hjá Strandferðsluni yvirhøvur.
Álvara tos, vit skrivað 2012.
Okkurt hevði verið at hoyrt
um vegir og tunlar stongdu
somu dagar.
Viðvíkjandi
undirsjóðar
tunlum raðfestir man nú,
at Skálafjarðartunnilin skal
gerast fyrst, og í privatum
regi, væl vitandi at hetta flytir
Sandoyartunnilin lang fram í
tíðina. Fyri stuttari tíð síðan
fingu løgtingslimir frágreið
ing frá Landsverk, sum vísti á,
at um undirsjóðartunnlarnir
blivu lagdir í eitt felag og øll
framhaldandi betaltu knapt
70 krónur, so kundi hetta vera
við at fíggja allar undirsjóvar
tunlarnar. Men tað er tað ikki
politiskur vilji til í samgonguni.
Her velur man at síggja burtur
frá tí loysini, sum kundi komið
okkum øllum til góðar, til
fyrimuns fyri at fólk í ávísum
økjum skulu koyra frítt. Úrsliti
verður at sandoyingar mugu
bíða meðan tey sum hava ein
veg frammanundan, fáa ein
veg afturat.
Hvalbiartunnilin er øllum
kunnugt als ikki tíðarhósk
andi, og verður mettur sum
ein deyðsfella av teimum sum
dagliga brúka hann.Men hann
skal eisini bíða. Spyrji bara til
nær ?? Til ólukkan er hend,
ella hvat ?? Vitandi um tann
stóra vanda hetta er fyri fólk
kann hetta als ikki góðtakast.
Vinnilívið í Havlba er ríkt.
Vinnan virkar undir truplum
kørmum, og tunnilin er ein
stór forðing. Tá ið tosað verð
ur um at skapa karmar fyri
góðum vinnulívi, tá er nyggjur
tunnil til Hvalbiar ein avgjørd
treyt. Í kørmunum stendur at
Hvalbiartunnil skal raðfestast
í 2018-2021. So er spurningurin
hvat vinnulív er eftir tá, og um
farleiðin hevur kravt mannalív
áðrenn?
Og soleiðis kann eg halda
áfram. Frá 2015 til 2024 skal
Sandoyartunnil
raðfestast.
Og soleiðis liggja ætlaðu íløg
urnar í útjaðarinum so nógv
ár frammi í tíðini, at øll áttu at
vita hvat klokkan hevur sligið.
Her verður onki ! Tað sum
verður raðfest er Skálafjarðar
tunnil og tunnil til Viðareiðis.
Ikki tí, tað er teimum væl unt,
men er tað nú har tørvurin er
størstur ??
So hønan í útjaðarinum, ja
hon hungrar