Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Jonhard Eliasen Tvítýdd gleðiboð úr glas­borgini á Argjum Á heimasíðuni hjá gjaldstovuni hevur almenningurin í dag atgongd til yvirlit, sum vísa fíggjarætlanir og roknskap hjá landi og kommunum. Opinleikin er stórur í mun til farna tíð. Til ber at grava seg rættuliga langt niður í smálutir í roknskapum. Sama er galdandi fyri fíggjarætlanir. Eisini ber til at samanbera ætlanir um útreiðslur og inntøkur við roknskapin. Hetta er stórt frambrot, hvat opinleika viðvíkur, og skulu starvs­ fólkini á gjaldstovuni hava rós fyri megnararbeiðið, sum gjørt er. Eg havi í seinastuni víst á, at tað, sum vunnið er við hesum opinleika, er við at fara fyri skeyti aftur við vant­andi gjøgnumskygni, sum hevur tikið seg upp, m.a. eftir at nýggja játtanarlógin varð samtykt í 2009. Snýr seg millum annað um nýggja møguleikan at flyta óbrukta løgu­játtan úr einum ári í annað. Havi tikið rívan til og samanlíknað tað, ið hent er í 2011 við grunnaskipanina, sum galdandi var í 80 árunum. Tað, sum nýliga er hent, er, at ætlan og roknskapur eru komin í bland í sambandi við íløgur. Eri hvørki móti skilvísari nýtslu av fluttum løgujáttanum tvørtur um ár ella grunnaskipanum, men ávari móti skrásetingarháttinum, sum gjald­stovan nýliga - eftir boðum úr Fíggjar­málaráðnum - er farin undir, og sum ger, at fíggjarætlan og rokn­skapur fyri landið verða vavd saman. Sissandi svar frá aðal­stjór­ anum í Fíggjarmálaráðnum? Aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum, Atli Leo, skrivar í grein í bløðunum nú um dagarnar, at eingin orsøk er halda, at vandi er á fer. Løgtingið og onnur, sum hava tørv á álítandi tølum um tað, sum hevur við landskassan at gera, skulu kenna seg í tryggum hondum. Ítøkiliga er boðskapurin: • samanberingin við játtanar- og roknskaparviðurskiftini í dag við tey í 80 árunum er ikki røtt • gott skil er á grundleggjandi fíggjarpolitisku hugtøkunum RLÚ1 og RLÚ2 Vónandi er onkur, sum letur seg troysta. Eg geri tað so ikki eftir at hava tikist við talrøðir landskassans síðan 1988, og als ikki eftir at hava lisið boðskapin frá aðalstjóranum. Meti framvegis, at grundir eru til at um­hugsa skrásetingarháttin, sum tikin varð í nýtslu í 2010, av nýggj­um. Er samanberingin við grunnaskipanina í 80 árununum av leið? Grunnaskipanin í 80 árunum varð brúkt og misbrúkt í politiskum taktikki. Grunnarnir vóru - tá ið ringast stóð til - millum 90 og 100 í tali, hvør við sínum endamáli, ásett av løgtinginum. ‘Eginpeningurin’ umboðaði upphæddina, sum tøk var til endamálið fyri einstaka grunnin. Skrásetingarhátturin, ið nýttur varð, virkaði soleiðis, at játtanir vórðu bókaðar sum útreiðslur í rakst­rarroknskapinum hjá lands­ kassanum til grunnar, sum meira og minni løgfrøðiliga vóru partar av landskassanum. Rokn­skapar­ tekniskt varð mótsvarið inntøkur hjá ymsu grunnunum umframt tilhoyrandi broytingar í eginpeningi og ogn. Ognirnar kundu vera ‘inn­ lán’ í landskassanum ella innlán í peningastovnunum. Grunnarnir livdu eftir hetta sítt egna lív á javnanum í roknskapi landskassans. Grunnar, sum lands­ kassin á rakstrinum eina árið hevði útreiðslur til, kundu eftirfylgjandi árið - ella seinni - brúka peningin til tað, hann varð ætlaður til. Nær hetta hendi, var ringt at halda skil á. Tískil var trupult at vita, nær og hvussu landskassin við útreiðslum sínum ávirkaði innlendska eftir­ spurn­ingin Skrásetingarhátturin, sum í dag verður brúktur, minnir um grunna­ skipanina í 80 árunum. Lat meg taka fíggjarárið 2011 sum dømi. Hvat sigur landskassa­ roknskapurin? Løgtingið játtaði í 2011 góðar 230 mkr til bygging og aðrar íløguútreiðsur. Í so lítil upphædd, havandi í huga stóra arbeiðsloysi og fráflytingina, sum fer fram. Tí var at vóna, at hvør einasta króna, løgtingið játtaði fyri at halda eftirspurninginum uppi, varð gagnnýtt. Men so varð ikki. Útreiðslurnar í ‘vanliga’ rokn­ skap­inum fyri 2011 (§§ 2-15) vísa, at brúktar eru 227 mió kr av játtaðum 233 mkr. Verður hugt nærri - til hetta krevst nú óneyðuga stórur førleiki - kemur tó til sjóndar, at bert 147 mkr veruliga eru brúktar av játtanini. Onkrar óbrúktar løgu- játtanir eru burturfalnar, meðan heilar 94 mkr av óbrúktum løgum eru útreiðsluførdar í vanliga rokn­ skap­inum fyri síðan at verða inn­ tøkuførdar uttan fyri vanliga rokn­ skapin undir nýggjari § 99. Hetta er bókhaldstekniskt ‘HOKUS POKUS’, sum ger roknskapin óneyðuga tor­ føran at skilja hjá bæði leikum og lærdum. Atli Leo, aðalstjóri, skrivar í grein sínari, at eg ikki eigi at samanbera játtanar- og roknskaparskipanina í dag við hana, ið galdandi var í 80 árunum, m.a. við at vísa á, at: “Einki samband var millum játtan á fíggjarlógini, og virksemið, ið var sett ígongd ...” Eg spyrji: Er gott samsvar millum tað, løgtingið játtaði til íløgur í 2011 og tað, roknskapurin - tó treyðugt - visir fyri sama ár? Eg meti ikki, at so er! Fyrsta árið - í 2010 - eftir at nýggja játtanarskipanin varð sam­ tykt, vórðu 14 mkr fluttar fram til fylgjandi ár. Næsta árið 94 mkr. Eru við hesum ikki grundir til at rópa varskó? Her er jú talan um stórar upphæddir. Játtan og roknskapur Nýggja játtanarskipanin gevur í undantaksføri loyvi til, at óbrúkt játtan verður flutt til komandi ár. Orðingin í § 22, stk. 2 í lógini er fylgjandi: “Hóast ásetingina í § 13, kann tað við átekning verða givin heimild at flyta óbrúktar løgujáttanir til seinni fíggjarár” Verður lisið orðarætt, er tað JÁTTANIN, sum skal flytast. Dugi ikki at síggja, at heimild verður givin til at brongla roknskapin við fantom-útreiðslum og -inntøkum, stavandi frá játtanaryvirlitinum. Aðalstjórin verjir við grein sínari í fyrsta lagi skipan, sum neyvan er í tráð við tað, §22, stk. 2 í nýggju játtanarlógini heimiðlar. Í øðrum lagi verjir hann skipan, sum óneyð­ ugt økir um ógjøgnumskygni við­ víkjandi tí, sum fyriferst í lands­ kassanum. Danska játtanar- og rokns­ kaparskipanin var í stóran mun fyri­mynd, tá ið núverandi skipan her á landi varð tikin í nýtlsu í 1997. Havi spurt meg fyri og sjálvur roynt at kanna eftir í donsku skipanini. Her sær út til, at serligt játtanarslag við tilhoyrandi krøvum um viðmerkingar verður nýtt á fíggjarlógini fyri íløgujáttanir. Somu­leiðis er krav um at nýta ávísa stand­ard­konto, sum tó ikki kann brúkast í sambandi við sjálvan rokn­ skapin. Við hesum verður skil hildið á búsketti og roknskapi. Kanska kundi danska skipanin eisini verið fyrimynd í hesum høpi. Inflatión komin í grund­ hugtøkini RLÚ1 og RLÚ2? Aðalstjórini vísir á, at: “Í dag hava vit eina játtanarskipan og eitt rokn­ skarparverk, ið greitt vísa bæði hvørjar skyldur landið tekur á seg (víst í tí sonevnda RLÚ 1) og hvat alment virksemi verður sett í gongd (víst í RLÚ 2)”. Eg má siga, at eg standi spyrj­ andi. RLÚ stendur fyrst og fremst fyri úrslitinum, sum vísir seg, tá ið útreiðslur verða frádrignar inn­ tøkum í samband við rakstur og íløgur. At hetta úrslitið eisini skal siga nakað um skyldur - t.d. láns­ skuld - má vera ein misskiling. Kann vera, at hugsað verður, at løgtingið, við at játta pening til íløgur, hevur bundið seg til at halda hesar, og at tær tí eiga at vera bókaðar inn í roknskapin. Um hetta er so, hvat so við øðrum útreiðslum, løgtingið játtar? Skulu eykajáttanir t.d. pr. automatik bókast inn í roknskapin, so hvørt tær verða samtyktar í løg­ tinginum? RLÚ1 og RLÚ2 hugtøkini vórðu tikin í nýtslu fyri nøkrum árum síðani, eftir at føroysk embætisfólk høvdu kannað skipanina hjá norska statinum. Í norsku skipanini verð­ ur roynt at halda ‘oljugrunnin’ atskildan frá vanligum inntøkum og útreiðslum. Úrslitið av hesum vanligum postum varð á føroyskum til RLÚ1-hugtakið. Úrslitið eftir óvanligar postar (serinntøkur) fekk heitið RLÚ2. RLÚ2-hugtakið hevur, tey fáu árini, hugtakið hevur verið í nýtslu, fyrst og fremst verið brúkt í sam- bandi við serinntøkur stavandi frá einskiljingum. Við hesum vórðu t.d. í árunum 2006 og 2007 ávikavist 532 mr og 1.297 mkr hildnar uttan fyri vanliga rakstrarúrslit lands­kass­ans. Í 2011 var ætlanin, at inntøkur, sum høvdu samband við út­flutn­ ing av makrel-kvotum skuldu í búskapargrunn, og har­við ger­ ast partur av RLÚ2-hugtak­inum. Landsstýrismaðurin í fíggjar­ málum, Jørgen Niclasen, sigur seg nú hava bøtt um RLÚ1 úrslitið við út við 100 mkr, tí hann syrgdi fyri, at makrelinntøkurnar ikki endaðu í búskapargrunninum og harvið gjørdust partur av RLÚ2. Samstundis hevur hann íðin arbeitt ímóti, at slíkar inntøkur aftur skulu koma landskassanum til góðar. Átti landsstýrismaðurin tí ikki í tráð við sannføring sína arbeitt fyri, at hendan ‘eingangs-inntøkan’ í 2011 endaði undir RLÚ2? Og er hetta saman við fiktivu løgu-út­ reiðslunum í RLÚ1 og fiktivu løgu-inntøkunum undir RLÚ2 ikki ábending um, at týdningurin av grund­hugtøkunum í sambandi við fíggjar­lógargerð er við at vera útholaður? Og hvussu við íløgunum, almenn partafeløg standa fyri í sam­bandi við tunnilsgerð og flog­ vøll? »Eri hvørki móti skilvísari nýtslu av flutt­ um løgujáttanum tvørtur um ár ella grunna­ skipanum, men ávari móti skrásetingar­hátt­ inum, sum gjaldstovan nýliga - eftir boðum úr Fíggjarmálaráðnum - er farin undir, og sum ger, at fíggjarætlan og roknskapur fyri landið verða vavd saman«