Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 16 Kjak Neyðugt at kenna fjalda krummtappin í samfelagsbúskapinum Ólavur Christiansen Fróðskaparsetur Føroya Higartil hevur ongin “rætt­ rúgvandi” búskaparfrøðingur roynt at eyðmerkja eitt slíkt “kjarnu-hugtak” gjøgnum skip­aðar eygleiðingar og skil­ fastar dátu-sammet­ingar. Samheiti til “kjarnu-hug­ takið” kunnu vera “krum­tapp­ urin”, “aðaltátt­urin”, “essens­ urin”, “tað týdn­ingarmesta”, “høvuðsinnihaldið”, ella “kjarnu-bólkurin” í samfelags- bú­skapinum. Umframt at vera í samsvari við hesi sam­ heiti, skal “kjarnu-hugtakið” eisini lúka nøkur ávís krøv um eginleikar (sí niðanfyri um hesar). Uttan at havna nøkr­ um høvuðsráki innan bú­ skap­arfrøði, loyva eg mær at ganga út frá, at eitt slíkt “kjarnu-hugtak fyri sam­ felagsbúskapin” finnist – í minsta lagi sum eitt “fjalt mynstur” í tí ovurhonds stóra kompleksiteti, ið eyðkennir samfelagsbúskaparliga lívið. Við einum kendum ella ein­ um nýggjum hugtaki fari eg at royna at samanfata inni­ haldið í hesum nú “fjalda” faktori, og harvið at navngeva hugtakinum. Eitt hugtak kunnu vit skilmarka sum eitt hugskot (ein “idé”), sum aftur og aftur verður staðfest sum eitt støðufast mynstur í tí atburði, ið vit eygleiða. Sostatt kunnu vit eisini lýsa hetta “kjarnu-hugtakið” sum “kjarnu-atburðar-mynstrið” í samfelags-búskaparliga lívinum. Fyri at fáa hetta “fjalda mynstrið” undan kavi er neyð­ugt við nýggjum kanning­ar-metodum. Við skil­fastari innsavnan og við­ gerð av rúgvismiklum tilfari um búskaparligar hend­ing­ ar hevur verið roynt at fáa henda higartil ókenda ella fjalda faktor at koma undan kavi úr tilfarinum, og at verða skilmarkaðan sum hugtak. Hetta arbeiðið er ikki liðugt enn. Fyribils niður­støð­ urnar benda tó á at “kjarnu- hugtakið” - ella “kjarnu-at­ ferðar-mynstr­ið” - er “at halda uppi arbeiðs­virkn­in­ um”. (“Arbeiðsvirkni” eitur á donskum “beskæftigelse” og á svenskum og norskum “sysselsætning”. Ikki fult arbeiðsvirkni merkir at partur av arbeiðsmegini er arbeiðsleys). Í hesi grein verður stutt greitt frá hvussu eg eri komin til hesa fyribils niðurstøðu, og um praktiska týdningin av hesum hugtaki. Rannsóknar-metoda Av omanfyri standandi (og eisini næsta broti) skilst at ein serstøk rannsóknar- metoda hevur verið nýtt, sum er rættuliga ymisk frá tí, ið búskaparfrøðingar van­liga nýta. Við hesum hátta­lagi verður á skipaðan hátt roynt at skapa ástøði beinleiðis úr dátum. Skapta ástøðið skal forklára so nógv sum møguligt við so fáum hugtøkum sum møgu­ligt. Talan er um eitt ástøði “rundan um” kjarnu- hugtakið. Hetta vil siga at ástøðið er avmarkað til tað, ið mest beinleiðis hevur samband við kjarnu- hugtakið, og at alt annað verður “sáldað frá”. Onki verður endaliga prógvað við hesum ástøði - seinasta orðið verður ongantíð sagt. Trúvirðið á skapta ástøðinum er líkindagjørt við beinleiðis grunding í dátu-tilfarinum. Enn eru hesar kanningar ikki komnar longri enn til kjarnu- hugtakið. Eginleika-krøv til “kjarnu-hugtakið” Sum nevnt gevur viðgerð­ in av tilfarinum ta fyri­bils niðurstøðuna at kjarnu-hug­ takið (ella “krummtappurin”) er “at halda uppi arbeiðs­ virkn­inum”. Henda niðurstøða er mill­ um annað ein avleiðing av at niðanfyri standandi krøv hava verið sett til týdningin av “kjarnu-hugtakinum”: (a) Meira enn nakar ann­ar táttur í samfelags­bú­skap­ inum knýtir “kjarnu-hug­ takið” hin­ar tættirnar í sam­felags­bú­skapinum saman. (B) Styttri og neyvari enn nakað annað hugtak nev­ nir og forklárar “kjarnu- hugtakið” ekka-mál­ið hjá luttakarunum í sam­ fe­lagsbúskaparliga lívin­ um, og eisini hvussu hesi fólk aftur og aftur finna loysnir á hesum ekka- máli. (c) Meira enn nakar ann­ar táttur í sam­fe­lags­bú­skap­ inum er “kjarnu-hugtakið” ein fak­torur sum “drívur” og stýrir atburðin hjá luttakarunum í sam­fe­ lags­búskaparliga lívin­ um. (d) Styttri og neyvari enn nakað annað hugtak for­ klárar “kjarnu-hugtakið” at­burð­in og ymiskleikan (vari­a­bili­tetin) í atburð­ in­um hjá lut­takarunum í samfelags-búskaparliga lívinum. (e) Styttri og neyvari enn nakað annað hugtak saman­fatar og forklárar “kjarnu­hug­takið” tað sum er mest týðandi (rele­vant) og sam­stundis trup­ult (pro­ble­matiskt) fyri lut­ takararnar í samfelags- búskaparliga lív­in­um. Hvussu hugtakið lúkar eginleika-krøvini Í niðanfyri standandi punkt­ um verður stutt mett um, hvussu hugtakið “at halda uppi arbeiðsvirkninum” lúk­ ar omanfyri standandi egin­ leika-krøv frá (a) til (e). (a) Fellir mest inn í heildina Ymisk sløg av politikkum – frá fíggjarpolitikki til vinnu­ politikk – hava øll sum teirra endaliga endamál “at halda uppi arbeiðsvirkninum”. Hetta endamál knýtir tískil saman ymisk sløg av poli­ tikk­um. Arbeiðsvirknið – ov stórt, hóskandi, ella ov lítið – ávirkar allar sam­felags­ búskaparligar støddir, frá RLÚ-saldo á fíggjarlóg til prí­ sgongd og gjalds­javna­úrslit, og arbeiðsvirknið verður eis­ ini ávirkað av hesum somu støddum. “At halda uppi arbeiðs­ virk­ninum” er tískil ein marg­víddur variabul, sum í størsta mun er treytaður og ávirkaður av øðrum støddum í samfelagsbúskapinum. Meira enn nakar annar tátt­ ur kemur spurningurin um arbeiðs­virknið tískil at knýta saman hinar tættirnar í sam­ felagsbúskapinum. (b) Megin-ekkamálið og tess afturvendandi loysn “At halda uppi arbeiðs­virk­ n­i­num” er ivaleyst størsta avbjóðing og ekka-mál hjá teimum, ið hava ábyrgdina av búskaparpolitikkinum, og eisini hjá teimum, sum verða ávirkað av hesum politikki. Eydnast ikki at “halda uppi arbeiðsvirkninum” verður avleiðingin álvarsom, her­ undir fíggjarhall og í longd­ ini avfólking. Í kreppu­tíð­ um ávirkar hesin ekki enntá svøvngóðskuna, sinnis­støð­ una og hýrin hjá stórum parti av fólkinum. Nógvir søguligir vitnis­ burðir eru eisini um týdning­ in av hesum megin-ekka. T.d. eru ígongdverandi Norður­ afri­kansku kollvelting­ar­nar í stóran mun til­skund­aðar av ekka-elvandi ung­dóms­ arbeiðs­loysi. T.d. vann Hitler sína avgerandi undirtøku við at skapa fult arbeiðsvirkni aftaná ekka við stórum arbeiðs­loysi. T.d. tryggjaði fult arbeiðsvirkni undir kommun­ismuni støðufesti hjá kommunistisku stýr­ un­um í áratíggjur. Í einum marknaðarbúskapi er spurn­ ingurin um “at halda uppi arbeiðsvirkninum” iva­leyst størri og ásýniliga óloysi­ ligari enn onnur sam­felags­ búskaparlig vandamál. Trupulleikin “at halda uppi arbeiðsvirkninum” er eisini sín egna afturvendandi loysn – hann verður loystur við “at halda uppi arbeiðsvirkninum”. Viðgerð av hesum ymisku “afturvendandi loysnum” er sjálvsagt týðandi, men liggur uttanfyri karmarnar í hesi grein. (c) Drívur og stýrir atburði luttakaranna “At halda uppi arbeiðs­virkn­ inum” er ein faktorur sum í størsta mun “drívur” og “stýrir” atburðin hjá teim­ um, ið hava ábyrgdina av búskaparpolitikkinum, og eisini hjá teimum, sum verða rakt av hesum politikki. Kristoffur Laksá hevur í síni nógv umrøddu kann­ ing av føroyska vinnu­poli­ tikkinum givið eitt lýsandi dømi1. Kristoffur Laksá hev­ ur staðfest at í verki (men ikki neyðturviliga í reto­rikki) hevur breið semja ver­ið um vinnupolitikkin í Før­oy­ um seinastu 60-70 árini, og at hesin politikkur hevur ver­ið merkiliga støðugur. Vegna nýggjan sátt­mála við EU og kreppuna í byrjan av nítarunum broytt­ist poli­ tikkurin frá at vera “vinnu­ stuðlandi-merkantil­ist­iskur” til at vera “veikt liberalur”. Sjáldsami “vinnu­stuðl­ andi-merkantilistiski” poli­ tikkurin var púra skilvísur undir umstøðum, (1) har havið var frítt til fiskiskap, (2) har danir rindaðu fittan part av almennu útreiðslunum og avlop tí var til vinnustuðul, (3) og har tað “at halda uppi arbeiðsvirkninum“ var (og framvegis er) tað altavgerandi fyri luttakararnar í bú­skapar­ politisku skipanini. Fyri útlendingar var hes­in vinnustuðlandi-merkantilist­ iski politikkur óskiljandi í áttatiárunum. Vit síggja her at kjarnu-hugtakið “at halda uppi arbeiðsvirkninum” kann forklára politiskan at­burð, sum annars er óskilj­andi. Dømið lýsir eisini hvussu skilaðurin millum vinnu­ politikk og annan búskapar- politikk ikki er ektaður, men ónatúrligur. (d) Forklárar atburð og ymiskleika í atburði Sum nevnt omanfyri kann Hvørt høvuðsrák innan búskaparfrøði heldur seg ivaleyst hava funnið sítt serskilda “kjarnu-hugtak” (ella “krummtapp”). Hetta er tann forútfataði logiski grundvøllur, ið viðkomandi ástøði byggir á. Marxisman hevur til dømis “ósambær búskaparáhugamál”. Klassiska ástøðið hevur “ósjónligu hondina”. Nýklassiska ástøðið hevur “optimering”. Keynesianska ástøðið hevur “týdningin av samlaða eftirspurninginum”. O.s.fr. Søkkur hesin grundvøllur saman, dettur viðkomandi ástøði sundur. Sum nakað nýtt verður í staðin roynt at finna “kjarnu-hugtakið” ella “krummtappin” í samfelagsbúskapinum gjøgnum skilfastar eygleiðingar og tilfars-sammetingar - og við eisini at nýta kvalitativ dátu. Fyribils er úrslitið “at halda uppi arbeiðsvirkninum”. framhald á síðu 18