Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 17 Amerikanski demokraturin og fyrrverandi stápssjefurin í Hvítu húsinum, Rahm Emanuel, segði fyri nøkrum árum síðani, at tú ongantíð skal ”lata eina álvarsliga kreppu fara til spillis”. Tað sum Emanuel meinti við var, at tá kreppa er, verður tað møguligt hjá politisku skipanini, at fremja mál, ið fyrr tóktust ómøgulig. Núverandi samgonga vil fremja mál. Tí manar hon fram eina dapra og svart­ skygda mynd av føroyska búskapinum anno 2012. Endamálið er at økja um krepp­utilvitanina hjá borg­ arun­um, so samgongan kann fáa undirtøku fyri sín­um høgravenda politikki, sum spakuliga niðurlagar væl­ ferðar­samfelagið, sum vit kenna tað. Trupulleikin er bara, at hendan myndin er følsk. Og fólk blíva tí ikki meira tilvitaði – nei tey verða lumpaði. Við tí eina endamálið, at tey skulu góðtaka, at almennu tæn­ asturnar í framtíðini bara eru ein skuggi av tí, sum tær eru í dag og at brúkaragjøld verða gerandiskostur. At Føroyar blívur eitt vælferðarsamfelag fyri tey fáu múgvandi. Svartskygni og ræðu- myndir er júst tað øvugta av tí, sum føroyski búskapurin hevur brúk fyri júst nú. Privata húsarhaldið sparir upp og rindar skuld heldur enn at brúka og gera íløgur. Fólk eru óttafull og ræðast framtíðina. Og júst tað er steinur oman á byrðu fyri bú­ skapin. Fáa vit hinvegin pri­ vatu nýtsluna upp, hvørvur hallið mest sum av sær sjálv­ um. Tí mugu vit skapa opti­ mismu og treysti. Nýtsluatferðin hjá húsar­ hald­inum er nógv ávirkað av ymiskum signalum og hendingum í samfelagnum. Sum er kenna húsarhaldini seg ótrygg av hallinum hjá landskassanum, spari­ætl­ anum, arbeiðsloysinum, høga oljuprísinum o.s.fr. Sambært Landsbankanum hevur hetta havt við sær, at privatu húsar­haldini hava minkað sína nýtslu úr 98 prosentum av tøku inntøkuni eitt meðal ár niður í 84 prosent í 2011. Tað merkir, at ein heil milliard er tikin úr búskap­ inum. Men fáa føroyingar vón­ina aftur og vanligu hús­ar­haldini aftur álit á bú­ skapinum, so fer nýtslan aft­ur at økjast til gagns fyri vinnufyritøkur, sum liva av heim­liga eftirspurninginum, og til gagns fyri virksemi ann­ars í samfelagnum. Hetta fer sjálvandi eisini at hava positiva ávirkan á arbeiðs­ loysi og inntøkur lands­kass­ ans. Vit eru í einum lág­kon­ jukturi og sambært fíggjar­ kørmunum fáa vit lítlan og ongan búskaparvøkstur komandi árini. Vit hava stórt arbeiðsloysi og fólka­ frá­flyting, men fíggjar­ karm­arnir hjá samgonguni inni­halda ongar ætlanir um hvussu vit skapa bú­ skapar­vøkstur ella hvussu vit basa arbeiðsloysinum og sam­gongan sær ongan annan útveg, enn at spara seg úr kreppuni. Sparingar sum altíð raka tey á niðastu rók, og á tann hátt økir um ójavnan í samfelagnum og um fráflytingina. Vit eiga at fara burt­ur frá spari- og bókhalds­poli­ tikkinum hjá samgonguni og heldur føra ein politikk, sum veruliga tekur fatur um teir trupulleikar, sum okkara búskapur og samfelag hava at dragast við. Ein sam­halds­ fastan politikk, sum skapar vøkstur, vón og bjartskygni í Fø­royum. Lat okkum fáa eina fiski­ vinnunýskipan sum gevur okkum eina dynamiska vinnu soleiðis at okkara høvuðs­ vinna verður eitt veruligt loko­motiv í búskapinum. Tað gera vit ikki við at fara aftur til gomlu skipanina, har politiski myndugleikin lutar loyvir út í eitt langt áramál, sum tey privatu síðani kunnu selja víðari fyri okursprís. Tað er neyðugt, at vit á ein ella annan hátt marknaðarbasera atgongdina til fiskivinnuna, um vit skulu hava veruligan dynamikk í vinnuna. Lat okkum raðfesta ment­ an, útbúgving og gransking. Hetta er ein fortreyt fyri trivnaði og menning. Ein for­ treyt fyri at nýggjar vinnur kunnu stinga seg upp, og at vit í framtíðini fáa eitt fjøl­ broytt og blomstrandi vinnu­ lív. Lat okkum loysa trupul­ leikan vit hava við oljuni. Vit innfluttu fyri 1,124 milli­ard av olju í 2011. Og prísurin á olju heldur fram at hækkað. Hetta rakar bæði almenna og vinnuliga geiran og privatu húsarhaldini sera meint. Landið skal tí ganga á odda og verða drívmegin, tá tað kemur til at gera íløgur í alternativa hitaorku til sethús, bygningar og vinnutól. Tað er bíligari at hita hús og bygningar upp við vindorku enn við olju. Vindorka kann tí styrkja um kappingarførið hjá vinnu­ lívinum, økja um fíggjar­liga rásarúmi hjá familjunum og landskassanum, umframt at ein verulig íløga í alternativa orku fer at hava fleiri nýggj arbeiðspláss við sær. Lat okkum loysa trupul­ leik­an við høga rentu­støð­ in­um. Rentan í Føroyum er munandi hægri enn í okkara grannalondum. Hetta rakar bæði familjurnar, vinnulívið og landskassan sera meint. Javnaðarflokkurin, Sam­ bands­flokkurin og Tjóðveldi tóku fyrstu stigini seinasta heyst, tá Húsalánsgrunnurin fekk víðkaðar heimildir til at veita fígging. Men vit eiga at fara enn longur. Føroysku húsar­haldini eiga at fáa real­kredittlán til eina rentu, sum svarar nøkunlunda til rentuna, sum húsarhaldini í okkara grannalondum fáa. Høga rentan rakar eisini okkara vinnulív meint. Eitt lægri rentustøði vil styrkja um kappingarførið hjá vinnuni, lækka um kostn­ aðar­støði í landinum og sum heild geva okkum ein sterk­ ari búskap. Um peninga­ stovnarnir ikki kunnu finna út av at veita ein kapp- ingarføra rentu, so eigur tað almenna at traðka til. Lat okkum leggja allar kreftir í, at vit koma burtur úr lágkonjukturinum. Skatta­lættin til tey ríku hevur økt um søluna av bilum. Tað sigur seg sjálvt, tá tað fyrst og fremst eru hág­ inn­tøkurnar sum hava fingið skatta­lættan, at tað er eftir­ spurningurin av luksus­vørum sum økist. Skulu vit hava veruliga gongd á heimliga eftirspurningin, so eiga vit at umleggja skattalættan, so tey lægstløntu fáa sín lut í skattalættanum. Eisini tí, tað er ein sam­ felagsábyrgd og tí eisini ein politisk ábyrgd, at tað er liviligt hjá øllum føroyingum í Føroyum, og ikki bara teim­ um ríkastu. Við at vísa samhaldsfesti við teimum veikastu kunnu vit loysa størstu hótt­an­ina móti búskapinum. Fólka­frá­ flytingin. Ístaðin fyri at dyrka forð­ ingarnar eiga vit heldur at dyrka møguleikarnar. So­ leið­is kunnu vit venda svart­ skygni til bjartskygni. Og bjart­skygni er tað vit før­oy­ ingar hava meira tørv á enn nakað annað. Nú er tíðin komin, at vit eiga at loyva aling á Sandsvág. Politiskt hava nógvar royndir verið gjørdar und­anfarnu árini, at fingið Sandsvág at verið lýst sum aliøki, uttan tó at nakað sum helst hevur spurst burturúr. Støðan í Sandoynni er vánalig á vinnuliga øki­num. Fáar vinnu­fyri­ tøkur eru í økinum, og tá so Sandoyggin somu­ leiðis er fyri teirri van­ lagnu, at man polit­iskt frátekur oynni møgu­ leik­an at nýta firðirnar til aling, sigur tað seg sjálvt at hetta ikki er ein støða sum oyggin kann liva við. Aling skapar munandi virksemi, samstundis sum avleiddar vinnur á landi eisini fáa ágóðan av økta virkseminum. Alla­staðni har aling er á firðum og sundum síggja vit trivnaðin í nærumhvørvinum blomstra. Orsøkin til at aling ikki hevur verið loyvd í Sand­oynni, er tí at oyggin øll hevur verið løgd út til lívfiskaøki, vegna tess at lívfiskastøð er á landi í Skopun. Ilt er at hóma sakligar grundgevingar fyri, hví øll oyggin skal frátakast vinnumøguleikar sínar, bara tí at lívfiskur er í einari bygd. Eftir sjónum er longri úr Skopun til Sands, enn eitt nú úr Skopun og vestur í Vágar, har aling er á hvørjum tanga. Eftir landi gongur allur flutningur fyri seg í góðkendum tøttum brunn­bilum, so har skuldi heldur ikki verið nøk­ur orsøk at stúrt fyri sjúku­vanda. Eg fari tí at heita á Lands­stýrismannin í ali­málum, Johan Dahl, um at bera soleiðis í bandi at Sandsvág verð­ ur góðkend sum ali­øki, soleiðis at vit í Sand­ oynni javnbjóðis øðrum økj­um í landinum kunnu kenna rákan av vinnu­ ligum vøkstri. Sandsvág sum aliøki Brandur Sandoy Løgtingslimur og borgarstjóri á Sandi Vit mugu geva føroyingum vónina aftur Aksel V. Johannesen Javnaðarflokkurin Samanumtikið ikki so galið út við føroyska búskapinum og við røttu átøkunum kunnu vit venda svartskygni til bjartskygni og landskassahall til landskassaavlop. (Brot úr framløgu í samband við 1. viðgerð av játtanarkørmunum fyri 2013) Við at vísa samhaldsfesti við teimum veikastu kunnu vit loysa størstu hótt­an­ina móti búskap­ inum: Fólka­frá­flytingin Ístaðin fyri at dyrka forð­ingarnar eiga vit held­ur at dyrka møgu­ leikarnar