mikudagur 18. apríl 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
18
Kjak
týdninginum av hugtaki
num “at halda uppi arbeiðs-
virkninum” lættliga forklára
atburð og eisini meginpartin
av ymiskleikanum (varia
bilitetinum) í atburði hjá
teimum, ið taka avgerðir
av búskaparligum ella bú
skapar-politiskum slagi, og
sum verða ávirkað av hesum
avgerðum.
Við
stórum
arbeiðsloysi kunnu summir
partar tala fyri ekspansivum
fíggjarpolitikki við RLÚ-halli,
meðan aðrir partar mæla
frá slíkum politikki vegna
avleiðingar fyri almennu
skuldina – fer henda skuld
upp um ávíst mark, kann
avleiðingin blíva uppaftur
størri arbeiðsloysi. Saman við
givnum fortreytum forklárar
kjarnu-hugtakið “at halda
uppi arbeiðsvirkninum” so
statt atburð og ymiskleikan
í atburði hjá luttakandi pørt
unum í búskaparligu skip
anini.
Hugtakið “at halda uppi
arbeiðsvirkninum”
(her
undir lokalt) kann eisini
lættliga forklára atburð og
ymiskleika í atburði tá tað
snýr seg um heilsumál (t.d.
sjúkrahús), skúlamál, eldra
forsorg
(t.d.
røktarheim),
yvirtøkur av málsøkjum (t.d.
andveikraverndin),
undir
støðukervið, o.m.a. Vanligir
búskaparfrøðingar
kunnu
fyri hesi øki siga hvat eigur at
vera – teir eru altíð til reiðar
við optimeringsloysn bygd á
taltilfar. Við okkara kjarnu-
hugtaki kunnu vit einans
fyri hesi øki siga hvat hendir
í veruleikanum.
(e) Tað mest týðandi
og samstundis
mest trupla
“At halda uppi arbeiðsvirkni”
er ikki bara fíggjarliga rele
vant, men eisini menniskja
liga
og
kensluliga.
Fyri
luttakararnar í samfelags-
búskaparliga skipanini er
tað mest týðandi (relevanta)
og samstundis trupla (pro
blematiska) “at halda uppi
arbeiðsvirkninum” gjøgnum
støðugan búskaparvøkstur.
Fyri grundgevingum fyri
hesum uppáhaldi verður víst
til greinina “Hví búskapar
vøkstur er al-neyðugur og
al-tvørligur” í Sosialinum 16.
mars 2012.
Tøkni-menningin
elvir
til vaksandi framleidni og
kann ikki steðgast. Hjá eini
arbeiðsmegi, ið gerst støð
ugt meira effektiv, verður
tískil ov lítið at gera utt
an vaksandi materielt livi
støði (t.v.s. vaksandi eftir
spurning). Uttan positivan
búskaparvøkstur og harvið
vaksandi materielt livistøði
verður úrslitið tískil hóp
arbeiðsloysi.
Í sær sjálvum gevur bú
skaparvøkstur og hækkandi
materielt livistøði ikki fólk
inum í heimsins ríku lond
um størri eydnusemi. Høv
uðsgrundgevingin
fyri
búskaparvøkstri er at fyri
byrgja vanlukku við hóp
arbeiðsloysi og við tess fylgj
um. At síggja til gerst tískil
vøkstur
búskaparpolitiska
endamálið fram um øll onnur
búskapar-politisk endamál
– og tað mest týðandi og
trupla fyri luttakararnar í
samfelagsbúskaparligu skip
anini. Vøksturin hevur avger
andi týdning fyri tað, sum
er uppaftur meira týðandi,
nevniliga “at halda uppi ar
beiðsvirkninum”.
Á síni ferð uppeftir er
búskaparvøksturin
óstøð
ugur og sveiggjandi. Vit
hava
hákonjunkturar
við
“yvirupphiting” og møgulig
um “prísbløðrum”. Ov stórt
arbeiðsvirkni við “bløðru-
búskapi” undir hákonjunkt
urum økir um vandan fyri
størri arbeiðsloysi upp á
longri sikt, tá lágkonjunktur
kemur aftur við minkandi
arbeiðsvirkni.
Næst
eftir
positivum
búskaparvøkstri er nr. 2 málið
sostatt at gera búskapar
vøksturin meira støðugan og
minni sveiggjandi á síni ferð
uppeftir.
Praktisku avleið
ingarnar av funna
“kjarnu-hugtakinum”
Vanliga eru fólk so nógv
hugfangaði í teirra virksemi,
og kenna hetta virksemi
so væl í øllum smálutum,
at tey ikki kenna aftur
endurtakandi
mynstur
í
hesum virksemi. Vanliga eru
hesi fólk heldur ikki før fyri
at finna “kjarnu-hugtakið”
fyri teirra virksemi uttan við
serkønari hjálp uttanífrá.
Hetta er eisini galdandi teir
politikarar, ið hava ábyrgdina
av
búskaparpolitikkinum.
Heppin og óheppin mynstur
sleppa at endurtaka seg ferð
eftir ferð - hvussu ofta svíkur
veruleikasansurin ikki undir
hákonjunkturi?
Tað kunnu vera fyrimunir
í at hava innlit í slík endur
takandi mynstur, og í kjarnu-
hugtakið
fyri
eitt
givið
virkisøki. Við hesum innliti
kunnu vit straks venda ansi
og atgerð beint móti tí, sum í
verki er mest relevant og mest
trupult innan virkisøkið. Við
hesum innliti kunnu vit eisini
beinan vegin skúgva til viks
alt tað, sum í verki ikki er
relevant - tí tað ikki hevur
størri samband við kjarnu-
hugtakið. Alt annað líka vil
hetta lætta um eina tilgongd,
har vit royna finna loysnir
á
megin-trupulleikunum
innan virkisøkið - loysnir ið
gjarna skuldu verið meira
nýskapandi og hepnar enn
royndu loysnirnar higartil.
Til dømis hevur verið roynt
við skipaðum rannsóknum
at finna “kjarnu-hugtakið”
hjá sjúkrarøktarfrøðingum
á skurð- og heilivágsdeildum.
Úrslitið gjørdist “at síggja
fyri sær versnandi støðu” (hjá
sjúklinginum)2. Hetta hugtak
lúkaði omanfyri nevndu krøv
til “kjarnu-hugtakið. Sum ein
“fjaldur faktor” stýrdi hetta
“hugtak”
atburðinum
hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum,
men uttan at sjúkrarøktar
frøðingarnir vóru tilvitaðar
um hetta - tær vistu ikki
frammanundan, at tær alla
tíðina vóru upp á vakt yvir
fyri júst hesum “mynstri”.
Nú fingu tær hetta at vita.
Nú kundu tær sjálvar gera
seg meira kendar við hetta
“mynstur” og onnur tilknýtt
mynstur. Nú kundu tær brúka
hesa vitan í verki til at lætta
um og betra um dygdina í
teirra arbeiði. “Uppíleggingin”
var ikki størri enn hetta.
Kortini gjørdist tað ein stór
hjálp og lætti.
Tey virkisøki, ið vit á
henda hátt kunnu fyrireika
til slíka “uppílegging”, kunnu
røkka frá lærara-yrkinum,
sosialráðgevara-yrkinum til
sjúkrarøktarfrøðinga-yrk
ið og til yrkið hjá teimum
praktikarum (politikarum),
ið hava ábyrgdina av sam
felagsbúskapinum.
“Uppí
leggingin” er sjálvlýsandi:
Allar orsøkir eru til at fara
beint og straks til tað, sum
í verki er mest relevant og
samstundis trupult, og at
leggja til síðis tað, sum í verki
hevur minni týdning.
Hugtakið “at halda uppi
arbeiðsvirkninum” (lokalt og
globalt) er upp á ymsar hættir
knýtt at t.d. skúlamálum. Her
snýr tað seg bara um hvar
skúlar skulu liggja. Her snýr
tað seg eisini um innihaldið í
skúlaskapinum - eitt innihald
sum fær týdning fyri ar
beiðsvirkni og lívsdygdina
hjá teimum arbeiðsvirknu.
Hesum seinasta hava politik
ararnir ikki víst nakran ans,
men hava passivt latið frá
sær alt vald ES og PISA.
Hetta seinasta kann merkja
at okkurt annað enn tað mest
týðandi og trupla fyri Føroyar
er sett í brennidepilin.
Somuleiðis er hugtakið “at
halda uppi arbeiðsvirkninum”
á ymsar hættir knýtt at, til
dømis, heilsupolitikki og al
mannapolitikki. Politikarar
hava tó ikki givið nógvum
av hesum atknýtum ans,
og hetta kann merkja at
okkurt annað enn tað mest
týðandi og trupla er sett í
brennidepilin.
Innan
fiskiveiðuna
er
stórur
framleidnisvøkstur
møguligur. Slíkur vøkstur
fær sjálvsagt avleiðingar
fyri arbeiðsvirknið innan
vinnuna. Men eisini til dømis
innan heilsu- og almennaverk
er framleidnisvøkstur møgu
ligur gjøgnum fyribyrgjandi
tiltøk. Hetta seinasta er sera
krevjandi fakliga – og tað
hevur í veruleikanum ikki
verið viðgjørt av politikarum
og embætisverki. Men hetta
sýnist tó viðkomandi nú ovur
stórar broytingar í aldurs
samanseting fólksins standa
fyri framman. Uttan slíkan
framleidnisvøkstur
kemur
heilsu- og almannaverk at
krevja heilt stóran vøkstur í
almennum arbeiðsvirkni og
harvið almennari nýtslu.
1 http://setur.fo/tidindi/ma-
fyrilestur-hja-kristoffur-laksa/
2 http://www.
groundedtheoryreview.com/
abstracts/andrew_abstract.htm
Skúlabygnaður í Havn og Pedagogfelagið
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Um páskahalguna boðaði
Jógvan Philbrow, næstfor
maður í Føroya Pedagogfelag,
í lesarabrævi og í útvarps
tíðindum frá trupulleikum,
sum nú fóru at koma, tí at
fakfelagið ella námsfrøðingar
ikki vórðu tikin við í arbeiðið,
sum ein skúlastýrisbólkur í
Tórshavnar kommunu hevur
gjørt viðvíkjandi nýggjum
skúlabygnaði í kommununi.
Í hesum sambandi legg
ur hann serliga eftir fólka
valdu foreldrunum í skúla
stýrunum,
sum
sambært
honum ókritiskt leggja upp til
at skipa forskúlar, alternativt
at lækka skúlaaldurin, og at
skúli, forskúli og frítíðarskúli
er undir somu leiðslu.
Við ókritiskt sipar hann til,
at forskúli ella ein lækkaður
skúlaaldur bert er meira
skúli, sum frammanundan
ikki megnar sína uppgávu.
Jógvan Philbrow kennir
ivaleyst ikki tilgongdina í
sambandi við arbeiðið hjá
skúlastýrinum í Tórshavn
ar kommunu. Í fólkaskúla
lógini er kravt, at skúlastýrini
skulu viðgera uppskot til
broytingar í skúlabygnað
inum, so sum talan er um
í hesum føri. Uppskotið er
ein heildarætlan fyri skúla
skipanina
í
Tórshavnar
kommunu. Tað er ikki við
gjørt politiskt, og sostatt
eru ongar avgerðir tiknar
enn. Verður uppskotið sett í
verk, skulu námsfrøðingar í
kommununi sjálvandi eisini
viðgera tað, tí so verður ein
partur av skúlanum teirra
arbeiðsøki.
Álitið viðger skúlabygnað
og skúlabygging í Tórshavnar
kommunu. Evnini , sum eru
viðgjørd eru skúlaeindirnar,
støddirnar á teimum, skúla
skiftið úr miðdeild í hádeild,
nýggjur skúli í vesturbýnum,
Nám X, innskúling og frítíðar
skúli í skúlanum.
Jógvan
Philbrow
tyk
ist heldur ikki kenna for
treytirnar fyri ymsu niður
støðunum – men ger skjótt
av, tí eingin námsfrøðingur
hevur verið hoyrdur. Fyri ikki
at leggja eftir lærarunum og
skúlaleiðarunum, sum eisini
sótu í skúlastýrisbólkinum
– teir eru jú fakfólk, verður
lagt eftir foreldrunum.
Eg havi onga avgjørda
meining um at lækka skúla
aldurin, men forskúlaskip
anina dámar mær. Jógvan
Philbrow eins og Pedagog
felagið áttu at vita, at forskúli
er ikki bert ”meira skúli”.
Tvørturímóti, tí í forskúl
anum virka bæði lærarar og
námsfrøðingar. Hetta er í
veruleikanum einastandandi.
Her eru fakligu múrarnir
brotnir niður, sum nøkur
framvegis vilja hava stand
andi uppi. Her verður sam
starvað tvørtur um fakmørk
við
barnsins
fjøltáttaðu
menning fyri eyga, har náms
frøðingarnir eiga sín stóra
leiklut.
Eg skilji tí væl foreldrini,
at tey vilja slíka skipan, tí
hon er góð fyri børnini, og
ivaleyst vildu tey helst, at
hetta samstarv helt fram í
øllum førum øll tey fyrstu
skúlaárini. Hetta er eisini tað
einasta rætta, og sjálvandi
skulu skilagóð sjónarmið og
krøv, sum foreldur í dag seta
til uppvøkstur og læring,
verða vird. Tað ger Jógvan
Philbrow eftir øllum at døma
ikki.
Framhald av síðu 16