mikudagur 18. apríl 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
18
Nú nærkast flaggdag
urin, sum verður há
tíðarhildin við sangi,
røðum, hornblástri o.ø.
kring landið.
Vit kenna øll søguna
um okkara merki. Skuldi
onkur ikki kent hana, so
kann eg vísa á óhefta
megnarverkið MERKIÐ,
sum Niels Juel Arge hev
ur savnað og skrivað.
Bókin er enn at fáa bíliga
til keyps.
Fyri nøkrum árum
síðani gav ein almennur
sambandsmaður ilt av
sær, tí eingi sambands
fólk vóru biðin til røðarar
til
hesi
hátíðarhald.
Hann uppfann eitt nýtt,
men lítið virðiligt orð
"flagdagsmafia",
sum
hann skýrdi hesi fólk,
sum valdu út flaggdags
røðarar.
Síðstu árini hava vit
tó sæð og hoyrt einstakar
sambandsmenn
sum
røðarar til flaggdags
haldini.
Sjálvur
havi
eg einki sum so ímóti,
at eisini sambandsfólk
halda flaggdagsrøður, tí
hesi fólk, sum tá eg var
ungur, heldur vundu
Danabrók á stong, enn
okkara Merki, eru helst
blivin líka glað fyri okk
ara merki, sum tey eina
ferð stríddust við hond
og fót ímóti.
Nú veit eg ikki um
nakað sambandsfólk fer
at halda eina slíka røðu í
ár, men eg haldi, at vóru
hesi fólk at sær komin,
bóðu tey fyrst føroya
fólk um eina umbering,
fyri teirra mótstøðu móti
okkara kæra Merki, sum
onkur teirra metti og
kallaði fyri ein klodda.
Við flaggdagsheilsan
Kai Vágfjall
Projektering til nýggju
útstykking í Hoyvík!
Levi Mørk
formaður í byggi og byarskiparnarnevndini
hjá Tórshavnar kommunu
Byggi_ og býarskiparnar
nevndin
hjá
Tórshavnar
kommunu samtykti í gjár at
taka undir við tilboðnum frá
Landsbyggifelagnum,
sum
hevði lægsta tilboðið millum
4 ráðgevarafyritøkur, upp á
nýggju útstykkingina Mill
um Gilja/Djúpagil í Hoyvík.
Tilboðið
hjá
Landsbyggi
felagnum var áljóðandi kr.
96.875,- uttan mvg.
Byggi- og býarskipanar
deildin
hjá
Tórshavnar
kommunu hevði bjóðað gerð
av projektuppskoti út mill
um 4 ráðgevarafyritøkur. Tað
kom 3 tilboð inn, og nevndin
tók av lægsta tilboðnum.
Nú fer málið so til fíggjar
nevndina og býráði til enda
liga støðutakan, so er klárt at
byrja.
Líka síðani 2007 hevur
verið arbeitt við at útstykkja
við Djúpagil og Millum Gilja
í Hoyvík. Nú er klárt at seta
fyrsta spakan í. Umsitingin
hjá Tórshavnar kommunu
hevur gjørt uppskot til út
stykkingarætlan við uml.
30 grundstykkjum á 300
fermetrar og tveimum fe
lagsøkjum.
Útstykkingin
hevur atgongd frá sambind
ingarvegnum
við
nýggja
innkomuvegin og er skipað í
4 bólkar fram við einum at
komuvegi. Atkomuvegurin
hevur
gongubreyt
báðu
megin.
Norðran fyri atkomuvegin
er avsett pláss til 1 eyka par
keringspláss pr. matrikul.
Innkoyringarnar til bústaðar
bólkarnar eru markeraðar við
vegbungum. Gøtusamband
er til Stórutjørn gjøgnum
ein tunnil undir sambinding
arvegnum.
Grundstykkini liggja fram
við 8 m breiðum vegum uttan
kantsteinar. Vatnrennur úr
beton er mark millum gongu
breyt og koyribreyt. Koyri
breytin er 4 m breið.
Ætlanin er at lata liðugt
planerað grundstykkir við
ásettum byggifelti og planer
ingshædd.
Gongugøtur eru millum
bústaðareindirnar og felags
økir. Gøturnar hava samband
við verandi gøtuskipan.
Hetta er at fegnast um og
næsta málið má vera at út
viga 400 m2 grundøkir, ann
ars arbeiðir kommunan við
at útstykkja 10 grundøkir í
Kollafjørði og har er um at
vera klárt.
Flaggdags
røðarar
Aðalfundur í tryggingarsamtakinum – larmandi tøgn?
Johan Petersen
nývaldur umboðsráðslimur
Fríggjadagin í næstu viku
verður aðalfundur í trygg
ingarsamtakinum, har tú
sum tryggingartakari hevur
atgongd og talurætt. Komm
og hoyr, hvat tíni umboð
siga – ella kanska í flestu før
um ikki siga! Men tú mást í
seinasta lagi sunnudagin 22.
apríl skrivliga hava boðað
høvuðsskrivstovuni frá lut
tøku
Skal
fyrst
nýta
høvi
at takka fyri tann dygga
stuðul, eg fekk til umboðs
ráðsvalið. Tað pliktar at
fáa loyvi at umboða trygg
ingartakararnar, og skyldan
gerst ikki minni av at verða
triðifyrst valdi. Skal eftir
førimuni gera alt tað, eg eri
førur fyri at liva upp til hetta
álit.
------------------
Fríggjadagin 27. apríl kl. 17
verður aðalfundur hildin á
Hotel Føroyum. Allir trygg
ingartakarar í Tryggingarfe
lagnum Føroyar hava rætt
at møta og hava talurætt,
men tó má tað skrivliga
boðast høvuðsskrivstovuni
frá luttøku. Hetta má vera
gjørt í seinasta lagi sunnu
dagin 22. apríl. Ein leinkja
er á heimasíðuni hjá trygg
ingarsamtakinum
(tf.
fo>aðalfundur).
Trygging
artakararnir hava ikki at
kvøðurætt – tað verður gjørt
av umboðsráðnum, sum nú
telur 35 fólk.
Tú kanst gera vart
við tína hugsan um
milliardasamtakið
Hví so møta, kanst tú spyrja?
Hevur tað nakra meining
at møta, tá ið tú ikki hevur
atkvøðurætt? Jú, tú kanst
gera vart við tína hugsan um
hetta milliardasamtakið, tú
ert meðeigari í, og ikki minst
hoyra, hvat íð tíni umboð
siga og kanska í flestu førum
ikki siga!
Tí m.a. kemur eitt fyri
tryggingartakararnar
sera
tíðandi uppskot til atkvøðu
greiðslu. Hetta uppskot snýr
seg um, hvussu umboðsráðs
valini skulu verða framyvir:
1. sum nú, har tú mást
biðja um atkvøðuseðil fyri at
sleppa at atkvøða ella
2. um allir tryggingartak
ararnir skulu fáa tilsendan
atkvøðuseðil.
Fellur uppskotið, verð
ur pkt. 1 framvegis gald
andi. Sama uppskot var til
atkvøðugreiðslu á aðalfund
inum seinasta ár, men fall!!
Møguleiki at stýra
umboðsráðsvalinum
Hvør kann verða áhugaður
í eini eftir øllum at døma so
tápuligari skipan, at valevnini
til umboðsráðið megu heita
á tryggingartakararnar um
loyvi at útvega teimum at
kvøðuseðil ella at biðja teir
sjálvar gera tað og síðan um
at velja seg?
Jú, gott nokk er skipanin
á pappírinum demokratisk,
men í veruleikanum nýta
bert færri enn 20% av trygg
ingartakarunum rætt sín at
atkvøða. Hetta gevur teimum,
sum ynskja tað, møguleikan
at stýra valinum. Og flestu
umboðini eru vald, uttan at
tey hava givið til kennar, hví
tey ynskja at gerast umboð.
Ert tú mistonksamur, kann
tú halda, at tað er fyri egnan
vinnings skuld, tí tað er ikki
so galið at vera innanfyri!
Var á aðalfundinum fyri
einum ári síðan sjálvur bert
triði umframt ein blaðmann,
sum møttu umframt eitt hav
av
innanhýsisumboðum.
Vónandi
verður
áhugin
størri hesuferð, tí við at
møta kanst tú gera tær eina
mynd av, hvussu hetta milli
ardasamtak verður rikið og
hvussu tú eigur at gera tína
ávirkan galdandi, næstuferð
tað verður umboðsráðsval.