mikudagur 18. apríl 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Tað verður ein avgerandi liður í
hvør verður føroyameistari hjá
bæði kvinnum og monnum, tá
ið fyrstu FM-finalurnar fara
av bakkastokki í kvøld. Kvinn
urnar hjá Neistanum hava
valt heimadyst í fyrsta dyst
inum og verður dysturin ímóti
Stjørnuni spældur kl.19 í høllini
á Hálsi.
KÍF hevur somuleiðis valt
heimavølli í fyrstu av teimum í
minsta lagi tveimum FM-final
unum, og verður tann dysturin
spældur kl.20 í Kollafirði.
H71 hevur munin
Hóast KÍF á stigatalvuni endaði
heili 10 stig frammanfyri H71, so
eru tað allarhelst hoyvíkingar,
ið eru betur koyrandi í løtuni.
Teir hava nevniliga sanniliga
verið væl koyrandi seinastu
vikurnar. Størsta partin av
kappingarárinum lógu teir ikki
til eina FM-finalu, men ímóti
kappingarársenda komu teir
sníkjandi og ein næstan alt-
vinnandi gongd tók seg upp.
Seinastu trý umførini hava
teir staðfest sína styrki við
at hava vunnið á bæði kapp
ingarneytanum VÍF og greiða
oddaliðnum, mótstøðuliðnum
í finaluni, KÍF.
KÍF var óhugnaliga sann
førandi í Atlantic Airways-
kappingini. Tey 10 stigini niður
til H71 siga alt, men er tað
trupult at fáa greiðu á, um KÍF
eins og H71 er í sínum besta
formi, ella um teir toppaðu mitt
í kappingarárinum. Okkurt
bendir á hetta, eftirsum teir
hava sløsað eitt sindur ímóti
endanum av kappingarárinum,
men kunnu teir bara mótprógva
hesum í kvøld.
Heimavøllurin týðandi
Hjá kvinnunum var Neistin
sannførandi í kappingarárinum
og endaði seks stig framman
fyri kvøldsins seinna finaluliði,
Stjørnuna. Seinasta dyst í høll
ini á Hálsi ímillum hesi bæði
liðini var hin 14. februar, tá ið
Neistin vann 33-29. Ein mán
aða seinni svaraði Stjørnan
aftur á heimavølli og vann 31-
30, so meðan vit síggja hvussu
javnt leikar á ímillum hesi bæði
liðini, er líkt til, at heimavallar
fyrimunurin telur nógv.
Køld luft er íkomin millum
liðini bæði eftir sokallaða
Brauer-málið, sum tó ikki skal
fáa meiri rúmd enn tað sama
í hesi FM-finaluni, tí nú skal
besta hondbóltsliðið í ár kjós
ast og dysturin í kvøld verður
væntandi
sera
tættur
og
spennandi.
albinus@sosialurin.fo
Fyrstu FM-
finalurnar
í kvøld
Hondbóltur Neistin og Stjørnan
bresta saman hjá kvinnum á Hálsi í
Havn, meðan slagið hjá monnunum
stendur í Kollafirði ímillum KÍF og H71
Pætur Albinus
Bayern München vann í gjárkvøldið
heima á Allianz Arena 2-1 á Real
Madrid í fyrru hálvfinaluni í
Champions League. Real Madrid
hevur ikki góðar royndir við at
spæla í Týsklandi, og hava teir nú
framvegis bara vunnið ein dyst í
Týsklandi í evropeiskum saman
hangi í heili 22 royndum.
Bayern stýrdi
Bayern München legði væl betur
fyri í dystinum og megnaði eisini
at koma á odda í 17. minutti, tá ið
Franck Ribery langaði ein bólt í
netið, sum lá harraleysur í feltinum
eftir eitt hornaspark.
Real Madrid royndi at svara
aftur undan hálvleikinum, men
hóast nakrar frísparksroyndir frá
Cristiano Ronaldo og einum stórum
møguleika til Karim Benzema stutt
undan hálvleikinum, so eydnaðist
hetta ikki, og Bayern München
slapp til hálvleiks á odda 1-0.
Gomez avgjørdi
Bara átta minuttir inn í seinna
hálvleik eydnaðist tað Real Madrid
at javna til 1-1. Cristiano Ronaldo
varð spældur leysur í vinstru síðu,
men Manuel Neuer í týska málinum
hálvbjargaði
skotinum.
Vandin
var tó ikki av, og endaði tað við, at
Ronaldo legði bóltin fyri føturnir á
Mesut Özil, sum bara skuldi prika
bóltin í málið og fekk nakrar annars
kókandi landsmenn á stadion at
binda frið eina løtu.
Bayern München royndi av
øllum alvi at trýsta fyri at vinna sær
fyrimun áðrenn dystin á Santiago
Bernabeu, og serliga Mario Gomez
lá framvið. Í 71. minutti misnýtti
hann ein risa møguleika úr bara
fimm metra fjarstøðu, áðrenn hann
tveir minuttir seinni stútaði eitt
innlegg beint omanfyri málið.
Tað var eisini ein hóttandi Mario
Gomez, sum í 89. minutti avgjørdi
dystin, tá ið hann stýrdi einum
fløtum innleggi frá Phillip Lahm í
netið til 2-1.
Í yvirtíðini var satt rok, eftir
at Marcelo langaði til innskifta
Thomas Müller, og til stóra ónøgd
fyri heimaáskoðararnar fekk hann
bara gula kortið. Bara nøkur sekund
seinni slapp leikvøllurin í München
tó aftur upp á kók, tá ið enski dóm
arin, Howard Webb, brísklaði dystin
av, og Bayern München uppiborið
hevði vunnið 2-1 og harvið hevur
eitt gott útgangsstøði undan seinnu
hálvfinaluni á Santiago Bernabeu
í Madrid, sum verður spæld 25.
apríl.
albinus@sosialurin.fo
B. München – R. Madrid 2-1 (1-0)
1-0: Franck Ribery, 17.
1-1: Mesut Özil, 53.
2-1: Mario Gomez, 89.
Bayern
koppaði
Real Madrid
Fótbóltur Bayern München hevur við 2-1 sigri á Real Madrid
tryggjað sær betra útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni
í Champions League, sum verður í Madrid 25. apríl
Týski landsliðsleikarin, Mario Gomez, skorar sigursmálið fyri Bayern München á Allianz Arena
Mynd: Álvur Haraldsen