Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. apríl 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. apríl 2012 · Nr. 45 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Tað eru helst nógv mannfólk í Før­oyum, og kanska serliga ungir mans, sum droyma um at gerast sterk­astur í Føroyum. Seinnu árini hevur eisini verið møguleiki fyri at alment gerast sterkastur, tá ið teir stóru og sterku menninir, sum leggja lívið sær eftir styrkisvenjing, kappast í nógvum ymiskum grein­ um í royndini eftir at krúnast sterk­ astur í Føroyum. Tað er nevniliga í tiltakinum »Føroya sterkasti maður«, sum altso leygar­dagin aftur verður á skránni. Hetta er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri kappingini, eftir at hon lá í grøvini í góð 10 ár. Tiltakið verður í høllini á Hálsi leygardagin kl.17. Tveir meistarar við Felags fyri tey seinastu trý árini, kapp­ingin hevur verið fyriskipað, hev­ur verið, at tveir fyrrverandi meistarar ikki hava luttikið í somu kapping. Verandi meistarin hevur nevniliga stundum takkað fyri seg og ikki stillað upp aftur árið eftir, men hetta verður ikki støðan í ár. Vinnarin í fjør, Jákup Súni Berg, er við aftur í ár, og tað sama er meistarin frá fyrra ári, Gunnar Grækarisson. Teir báðir saman við Boga Hammer verða helst teir, ið fara at mynda harðastu kappingina og eru favo­rittar at gerast føroya sterkasti maður 2012. Kappingin umráðandi Bogi Hammer er ein av fyri­skipar­ unum, og hann heldur tað vera umráðandi, at kappingin nú aftur hevur fótað seg. – Eg helt tað vera synd, at menn bara standa og venja vektir. Teir venja og venja, men eingin var at kapp­ast ímóti. Vit byrjaðu tí hesa kapp­ingina av nýggjum, og hon hevur víst seg at vera væl um­tókt, sigur maðurin við nógvu muskl­ unum. Kappingin er sanniliga væl um­ tókt, sum hann vísir á. Áður hevur áskoðaratalið ligið ímillum 1000 og 1500 fólk. Styrki av krúti Kappingin er beinhørð og deild út á seks ymiskar greinar, sum krevja styrki av krúti. Allir menninir í kapp­ingini eru sjálvandi allir grund­leggjandi sterkir, men fyri at gera seg galdandi í hesi kappingini, krevst nakað heilt serligt. – Snildnið er at vera ein góður all-roundari. Kappingin er skrúvað soleiðis saman, at hon rakar allan kroppin, tó at mest orka verður sett á lendarnar og beinini í og við at tað umræður at dragsa og bera. Kappingin er ikki fyri hesar flottu fýrarnar á strondini, hetta krevur veldug lør og stóran rygg, flennir Bogi Hammer. Kappast uttanlands Sjálvur fer Bogi Hammer seinni í ár at kappast um at gerast sterkasti maður á Sælandi, hiðani tríggir teir fremstu luttakararnir sleppa at kapp­ast um at gerast sterkasti mað­ur í øllum Danmark. Kappingin um at gerast sterkasti maður í Dan­ mark er eisini ein kapping, ið fyri­ skip­ararnir í Føroyum hava vent eyguni ímóti. Í løtuni eru teir í sam­ ráð­ingunum um at fáa sent føroya sterkasta mann at luttaka í hesi kapp­ingini. Bogi Hammer væntar ikki, at hetta fellur upp á pláss áðrenn kapp­ingina í ár, men at teir síðani í aðru atløgu leggja seg eftir at fáa hetta upp á beinini undan kapp­ing­ ini næsta ár. albinus@sosialurin.fo Føroya sterkasti maður 2012 Kappast um at vera sterkastur Styrkiskapping Aftur í ár verður skipað fyri kappingini Føroya Sterkasti Maður (FSM). Á fyrsta sinni eru tveir fyrrverandi meistarar við í kappingini, sum fer at bakkastokki í høllini á Hálsi nú leygardagin Luttakarar: Jákup Súni Berg, Bogi Hammer, Gunnar Grækarisson, Bárður Poulsen, Finnur Poulsen, Óli Andresen og Jákup Petur Djurhuus. Kappingaryvirlit: • Koppa eitt 400 kg dekk skjótast 6 ferðir.
 • Standa í móti einum skrábonki, ið er 40 gradir og vita hvussu ofta ein megnar at lyfta 110 kg upp um høvd.
 • Sita og hála ein lastbil, ið stendur í gear skjótast 15 m.
 Í steðginum verður mótasýning við undirklæðum frá VIP.fo
 • Squat: Byrja verður við 195 kg. Síðani verður vektin økt við 15 kg til mennirnir ikki megna meira.
 • Halda einum kassa frá Føroya Bjór og einum kassa av Red Bull úti við strektum armum í longst tíð. Vekt 25 kg.
 • Max Deadlift.

 sterkir menn Hetta er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri kappingini, eftir at hon lá í grøvini í góð 10 ár. Tiltakið verður í høllini á Hálsi leygardagin kl. 17.00 Savnsmynd