fríggjadagur 20. apríl 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BREIVIK
Breivik ætlaði at gera av við fyrrverandi norska for
sætisráðharran Gro Harlem Brundtland á Utøya.
Hann hevði eina bajonet á rifluni hjá sær og sigur,
at hann ætlaði at hálshøggja Brundtland.
Eftir álopini í Oslo og á Utøya hevði
Breivik valt sær kongshúsið sum
bumbumál, men kongsfamiljan
skuldi ikki fáa skaða.
Rannvá G. Fossaberg
Í hesi vikuni varð hol sett á
10 viku langa rættarmálið
ímóti hópdrápsmanninum
Anders
Behring
Breivik,
sum 22. juli í fjør beindi fyri
77 fólkum í Oslo og á oynni
Utøya í Noregi. Rættarmálið
er alment, og fjølmiðlar
kring allan heim fylgja væl
við, hvat hendir í málinum.
– Tað er ikki fyrr enn
tær tíggju vikurnar eru
farnar, at vit veruliga hava
ein mynd av, hvør hesin
maðurin er, sigur Eyðun
Joensen, sum er fyrrverandi
kliniskur
sálarfrøðingur
við psykiatriska depilin á
Landssjúkrahúsinum. Hann
hevur meira enn tredivu ára
royndir innan sálarfrøðina,
og
sambært
honum
er
Breivik á ongan hátt ein van
ligur persónur.
Ekstremur í
allar mátar
– Út frá tí, sum fjølmiðlarnir
hava sagt frá, hevur Breivik
verið ein rættiliga einsa
mallur persónur og ikki havt
nakran afturat sær í hesum
málinum. Hann hevur gjørt
nakað ekstremt alvorligt,
men alíkavæl situr hann í
rættarsalinum og smílist,
sigur Eyðun Joensen. Hóast
rættarmálið júst er byrjað,
heldur Eyðun Joensen, at
Breivik longu nú vísir tekin
um, at hann er sperdur.
– Tú kanst samanlíkna
hetta rættarmálið við ein
nevaleik. Longu í fyrsta
umgangi
tykist
Breivik
rættiliga sperdur, tí nú er
hann farin at siga seg ikki
minnast, og harafturat er
hann eisini farin at svara
minni og minni, tá hann
verður spurdur í rættinum í
Oslo, greiðir Eyðun Joensen
frá. Hann er ikki vísur í, at
Breivik fer at megna trýstið
allar tær tíggju vikurar,
rættarmálið fer at vera.
– Maðurin verður spurdur
og
nærmast
húðflettur
hvønn dag, fleiri tímar og
í tíggju vikur. Mann skal
vera ekstremt sterkur og
ísakaldur sálarliga fyri at
halda til tað trýstið, sigur
Eyðun Joensen og leggur
afturat, at vit møguliga fara
at síggja Breivik veruliga
bróta saman í rættinum.
– Hetta er fyrsta vikan,
og onkursvegna tykist hann
vera punkteraður longu nú.
Undrast á mental
kanningarnar
Anders Behring Breivik hev
ur verið til tvær mentalkann
ingar, sum hava givið ymisk
úrslit. Fyrra kanningin vísti,
at Breivik var paranoid
skizofren, tá hann framdi
atsóknirnar í Oslo og á
Utøya í fjør. Úrslitið av
seinnu
mentalkanningin
var, at Breivik als einki feilti
og ikki kundi sigast at hava
verið sálarsjúkur um tað
mundið, tá hann drap tey 77
fólkini í Oslo og Utøya.
– Eg undraðist, tá eg frætti,
at mentalkanningarnar vóru
lidnar.Tær mugu hava verið
illa gjørdar, tí kanningar av
hesum slag plaga at taka
fleiri mánaðir, men í hesum
føri hava tær tikið fáar vikur,
sigur Eyðun Joensen.
Tá ein mentalkanning fer
fram, verður millum annað
kannað, um persónurin er
sinnisjúkur ella býttur og
ótilrokniligur. Verður við
komandi mettur at vera
sinnisjúkur, er hann ikki
egnaður til vanligan dóm,
men fær tað, sum verður
kallað ein viðgerðardóm.
Sambært
úrslitinum
frá
fyrru mentalkanningini av
Breivik er hann paranoid
skizofren, og tað er ein sera
álvarsom sinnisjúka.
– Tað, sum eyðkennir fólk
við paranoid skizofreni, er,
at tey á ein ella annan hátt
kenna seg forfylgd av onkr
um systemi og hava rang
hugsanir um veruleikan,
greiðir Eyðun Joensen frá.
Hann vil tó ikki sjálvur
gera nakra niðurstøðu, um
Breivik er paranoid skizo
frenur ella ikki.
–
Slíkar
niðurstøður
kunnu bert gerast eftir
nógvar samrøður og ymiskar
testir við hesum persón
inum, sigur Eyðun Joensen.
Men er ein persónur, sum
ger nakað so ekstremt, ikki
per definitión sjúkur?
– Vit vita alt ov lítið um
Breivik í løtuni. Uppvøkstur
og umhvørvi hava stóra
ávirkan á okkum menniskju.
Flestu okkara hava lært at
hava stýr á okkum sjálvum,
so tá tú hugsar »eg eri so
illur, at eg kundi dripið«, so
gert tú tað ikki, tí tú hevur
lært, at tað er skeivt, greiðir
Eyðun Joensen frá.
Hava brúk
fyri avkláring
Málið um Anders Behring
Breivik hevur serliga nú og
tíðina upp til rættarmálið
verið dúgliga fylgt av fjøl
miðlunum. Hetta er ógvuliga
positivt fyri tey, sum yvir
livdu, og avvarandi hjá teim
um, ið lótu lív.
– Tað nyttar ikki, at leggja
lok á eina slíka hending. Eg
haldi, at tað, at fólk hava
møguleika at fylgja við í
rættarmálinum, er gott fyri
øll. Serliga tey, ið eru persón
liga rakt at atsóknunum hjá
Breivik, hava spekulerað um
mannin og tað, hann gjørdi,
og nú fáa tey so møguleika
at fáa eina forkláring og
ikki minni eina avkláring,
sigur Eyðun Joensen.
Hann heldur ikki, at
stóri áhugin hjá fjøl
miðlunum á nakran
hátt ger tíðina, har
tey avvarandi syrgja,
longri.
– Tey hava brúk
fyri at hoyra um tað,
ið er hent. Hetta er
ein prosess, sum tey
skulu og noyðast ígjøgnum
fyri at kunna koma víðari
við lívinum, sigur Eyðun
Joensen.
Summi halda, at best
hevði verið, um Breivik
bleiv tikin av døgum tann
dagin hann bleiv handtikin
av norsku løgregluni. Hesum
er Eyðun Joensen ikki samd
ur í.
– Eg haldi, tað er gott, at
hann ikki bleiv dripin, tí so
hevði tað skjótt blivið til tað,
at málið bleiv tagt burtur.
Ístaðin verða spurnartekin
hjá teimum avvarandi og
teimum,
sum
yvirlivdu,
minni, tí tey fáa eina ordiliga
og neyva forkláring, sigur
Eyðun Joensen.
rannva@sosialurin.fo
Sálarfrøði Maðurin verður
nærmast húðflettur hvønn dag
í tíggju vikur. Mann skal vera
ekstremt sterkur og ísakaldur
sálarliga fyri at halda til
tað trýstið, sigur Eyðun
Joensen, sálafrøðingur
kann
bróta
saman