fríggjadagur 20. apríl 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BREIVIK
Tá ið Barak Obama í 2009 fekk Nobels Friðarheiðurs
lønina, ætlaði Breivik at gera av við forsetan við eini
bilbumbu, men hann slepti ætlanini, tí hann óttaðist
stranga trygdareftirlitið í sambandi við handanina.
UTØYA 17 ára gamli Sverre
Sævarang situr saman við
vinfólkum hvønn dag og fylgir
málinum dag í rættinum í
Fredrikstad móti Anders Behring
Breivik. – Tað verður gott,
tá ið alt er av, sigur hann
Sverre
gleðir seg til
málið er av
Randi Jacobsen
17 ára gami Sverre Sævar
ang, sum hevur føroyskan
pápa, fekk einki likamligt
mein í álopinum hjá Anders
Behring Breivik á Utøya 22.
juli. Saman við fimm øðrum
krógvaði hann seg inni á
einum vesi, til hjálpin kom.
Skyldfólk hansara siga,
at hann sálarliga eisini er
komin væl frá hendingini,
og tað kemur av, at hann er
so róligur av lyndi.
Sverre Sævarang sigur
við Sosialin, at tey eru átta
ung fólk, sum sita saman
og fylgja rættarmálinum á
video. Hjá teimum eru for
eldur og aðrir stuðlar.
Løgið at hoyra
Hann fær ikki verið við
alla tíðina, tí hann gongur
í studentaskúla, og skúlin
má ikki forsømast.
– Tað kennist eitt sindur
løgið at sita og hoyra hann.
Eg havi ongar serligar
kenslur mótvegis honum,
men eg má siga, at mær
dámar ikki mannin, sigur
Sverre Sævarang.
Hann slapp frá at vitna
í málinum.
Rættarmálið
heldur
fram komandi vikurnar.
– Eg fylgi málinum, tá ið
tað ber, men eg má siga, at
eg gleði meg, til tað er av,
sigur Sverre Sævarang.
Hann heldur ikki, at tað
skaðar hann at skula hoyra
aftur um allar ræðuleikar
nar á Utøya.
randi@sosialurin.fo
Sverre
– Eg havi ongar serligar kenslur mótvegis
honum, men eg má siga, at mær dámar ikki
mannin, sigur Sverre Sævarang um Breivik
AVKLÁRING
– Eg haldi, tað er gott, at hann ikki bleiv dripin, tí so
hevði tað skjótt blivið til tað, at málið bleiv tagt burtur.
Ístaðin verða spurnartekin hjá teimum avvarandi og
teimum, sum yvirlivdu, minni, tí tey fáa eina ordiliga og
neyva forkláring, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur
Føroysku fjølmiðlarnir fylgja
eisini væl við í málinum um
Breivik, og sambært Eyðun
Joensen er tað ikki løgið,
at føroyingar hava stóran
áhuga fyri málinum um
norska hópdrápsmannin.
– Hesar ræðuligu hend
ingarnar eru farnar fram í
okkara bróðurlandi, og vit
kunnu lættliga identifisera
okkum við tað norska fólkið,
sigur Eyðun Joensen og
leggur afturat:
– Hendingarnar kundu
tað sama verið farnar fram
í
Føroyum,
sigur
Eyðun
Joensen.
Breivik vekir stóran ans,
og eins og vit fyrr hava sæð
í slíkum málum, verða fleiri
kvinnur hugtiknar av hon
um. Í hesi vikuni bleiv ein
kvinna úr Týsklandi útvíst úr
Noregi, tí hon gekk við eini
mynd av Breivik og segði seg
vera forlovaða við honum.
Sambært Eyðun Joensen er
tað vanligt, at summar kvinn
ur verða drignar at monnum,
ið hava gjørt herviligar brots
gerðir.
– At kvinnur verða hug
tiknar av einum sum Breivik
er ikki óvanligt. Hann er
spennandi, avbjóðandi, og
so hevur hann roynt tað
ekstrema, nakað, sum eingin
annar hevur roynt, greiðir
Eyðun Joensen frá.
rannva@sosialurin.fo
Breivik fangar okkum
Summar kvinnur verða
drignar at monnum, ið
hava gjørt herviligar
brotsgerðir, sigur Eyðun
Joensen, sálarfrøðingur
Savnsmynd