fríggjadagur 20. apríl 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tiðindi
Síðan januar 2008 eru stívliga 2.500 løntakarar farnir úr vinnu, tað er
umleið tíggjundi hvør. Í 2008 vóru næstan 4.000 løntakarar í byggivinnuni, nú
fýra ár seinni er tað um 3.000. Í fiski- og alivinnu var afturgongdin um 900
fólk, svarandi til 20%. Tænastuvinnurnar eru slopnar eitt sindur lættari.
Vil heldur enn fegin hava
eitt føroyskt fátækramark
Áki Bertholdsen
– Eg haldi, tað hevur stóran
týdning at vit fáa eitt alment,
føroyskt fátækramark.
Tað ger Annika Olsen,
landsstýriskvinna
í
al
mannamálum, greitt.
Hetta skal vera eitt fá
tækramark
sum
ásetir,
hvussu nógv eitt fólk í minsta
lagi skal hava av pengum fyri
at kunna liva eitt virðiligt
lív.
Jenis av Rana, løgtings
maður hevur spurt lands
stýriskvinnuna, hvussu gong
ur at fremja tað, Løgtingið
samtykti fyri einum heilum
ári síðani um at áseta eitt
føroyskt fátækramark.
Tað
var
Miðflokkurin,
sum legði uppskotið fram,
sum fekk dygga undirtøku í
tinginum.
Í tí sambandi heitti Løg
tingið á landsstýrið um at
seta ein arbeiðsbólk av ser
kønum at útgreina, hvat í
minsta lagi skal til hjá einum
húsarhaldi fyri at kunna
hava sámilig livikor.
Tá ið tað er útgreinað,
skal landsstýrið leggja lógar
uppskot fyri Løgtingið um at
áseta eitt fátækramark.
Spurningurin um eitt før
oyskt fátækramark er gamal
í Føroyum og bæði fakfeløg,
áhugafeløg og onnur hava
fleiri ferðir heitt á politiska
myndugleikan um at fáa eitt
føroyskt fátækramark.
Neyðugt at seta mark
Annika Olsen ásannar, at tað
er neyðugt at fáa eitt form
ligt mark fyri, hvat krevst í
minsta lagi fyri at yvirliva í
Føroyum.
Men hon sigur, at í Al
mannamálaráðnum er ivi
um, hvussu orðingin um eitt
sámiligt lív skal skiljast.
– Umsitingin heldur, at
hetta er eitt mark, sum eigur
at verða ásett politiskt, men
tað er ikki viðgjørt.
Hon staðfestir samstund
is, at tá ið Løgtingið sam
tykti, at arbeiðið at áseta eitt
fátækramark, vórðu ongir
pengar játtaðir til endamál
ið.
– Tískil skal arbeiðið gerast
í teimum fíggjarkarmum og
við teirri arbeiðsorku, sum
er í Almannamálaráðnum
frammanundan.
– Og tað verður tórført, tí
har liggja nógvar stórar upp
gávur og bíða.
Kortini hevur hon við
gjørt spurningin gjølliga í
Almannamálaráðnum, eisini
hvussu orðingin um eitt
sámuligt lív skal skiljast.
– Hóast vit hava avmark
aða orku, havi eg sett alt til
fyri at fáa hetta arbeiðið
gjørt og vit eru komin nak
að áleiðis við ymsum kann
ingum.
Hinvegin heldur hon, at
tað kann verða tórført at
áseta eitt fátækramark og
hon heldur ikki, at tað er
rætt at tey í Almannamála
ráðið skulu eiga alla arbeiðs
byrðuna einsamøll.
Eitt nú kundi tað hugsast,
at Hagstovan skal við í ar
beiðið at gera ymsar útgrein
ingar.
Sirið Stenberg úr Tjóðveldi
vísir á, hvussu stóran týdning
tað hevur eitt áseta eitt
fátækramark, serstakliga tá
ið nýggjar upphæddir skulu
ásetast fyri, hvussu nógv fólk
skulu hava í almannahjálp.
Virða Løgtingið
Jenis av Rana vísti á, at upp
hæddin
í
forsorgarlógini
er ikki hækka í 13 ár, hóast
prísurin á mati og øðrum
gerandisvørum er hækkaður
eini 25% hesi árini.
Annika Olsen staðfestir
samstundis, at tað hevur
stóran týdning, at markið
verður so rætt, sum gjørligt.
– Eitt fátækramark, sum
er skeivt ásett, er rættiliga
vandamikið, tí tað er kann
vera ein falskur tryggleiki.
Hon vísir á eitt húski við
góðari løn, men har húsini
eru so dýr, at tey eru ógvuliga
hart fyrispent.
– Hetta verður neyvan
mett at vera fátøk fólk, hóast
tey hava eitt ómetaliga tungt
hús, sigur hon.
Landsstýriskvinnan
leggur afturat, at skal eitt
fátækramark ásetast, verður
helst eisini neyðugt við eini
afturvendandi játtan til at
kanna prísir og livikostnað
javnan, so at fátækramarkið
kann dagførast so hvørt.
Hon sigur, at nú fer hon at
leggja málið fyri landsstýrið
fyri at fáa kanna eftir, hvat
samgongan er sinnað at
gera.
Men hon heldur, at tað
er sjálvsagt, at samgongan
virðir Løgtingsins vilja um
at eitt fátækramark skal
ásetast.
Tí vónar hon eisini at hon
fær eina játtan til endamálið,
so at arbeiðið kann gerast
liðugt.
Løgtingslimir í andstøðu
hava ført fram, at í roynd og
veru er samgongan als ikki
sinnað at áseta eitt fátækra
mark, tí tað fer at binda sam
gonguna til at hækka fleiri
veitingar?
– Tað er heilt burturvið.
Eg vil heldur enn fegin
hava eitt fátækramark, tí so
fáa vit eina ábending um,
hvussu stórar ymsar stuðuls
upphæddir skulu vera, sigur
landsstýriskvinnan.
FÁTÆKRAMARK Landsstýris
kvinnan í almannamálum vil hava
eitt føroyskt fátækramark, men
enn er arbeiðið ikki komið langt
Onki greitt mark
Í Føroyum er ikki nøkur greið fatan av, hvat fátækra
dømi er, men í kjakinum hevur m.a. verið spurt, um
eitt húski ikki livir í fátækradømi
• tá ið ráð ikki eru til egin sethús?
• tá ið ráð ikki eru til televarpið ella internet?
• tá ið ráð ikki eru til at keypa nýggj klæði?
• tá ið ráð ikki eru at fara til tannlæknan?
• tá ið ráð ikki eru at halda barnaføðingardagar ella
jólaaftan?
• tá ið ráð ikki eru til at lata børnini hava frítíðarítriv,
sum kosta p ening?
• tá ið ráð ikki eru til heitan mat hvønn dag.
Ongin orka
Landsstýriskvinnan í almannamálum vil heldur enn fegin hava eitt føroyskt fátækramark. Men
tey hava ikki fíggjarliga orku til at gera tað og tískil fer hon nú at leggja málið fyri landsstýrið
Fleiri
mørk
Fleiri
royndir
eru
gjørdar at áseta meiri
ella minni almenn fá
tækramørk.
ES hevur ásett, at
hevur eitt húski minni
enn 60 % í inntøku enn
miðalinntøkan
ann
ars er, livir familjan í
lutfalsligum fátækra
dømi.
Hinvegin
hevur
OECD markið til 50 %
av miðalinntøkuni í
landinum.
Í
Danmark
hava
halda tey, at eitt húski
er fátækt, tá ið tað ikki
hevur ráð til:
• senda børnini til
ítrótt
• halda føðingardag,
• eiga teldu, internet,
sjónvarp ella far
telefon.
Annika Olsen, lands
stýriskvinna
í
al
mannamálum,
stað
festir,
sviar
hava
staðfest, at ein stakur
skal hava minst 3. 100
danskar krónur um
mánaðin til útreiðslur
til persónligan tørv,
telefon og kringvarp.
Men so er spurning
urin, hvussu prísstøðið
er í Svøríki aftur ímóti í
Føroyum.
Í forsorgarlógini í
Føroyum er upphæddin
til persónligan tørv hjá
støkum góðar 4.100
krónur, umframt fastar
útreiðslur til kringvarp,
telefon og annað.