fríggjadagur 20. apríl 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tiðindi
Leygardagin verður ársmøtið hjá Heimamissiónini. Eitt evni er
roknskapurin fyri 2011, sum vísti eitt hall uppá 578.000 krónur.
Annars verður tosað um arbeiðið, har greitt verður frá trimum
succes-søgum av Strondum, Klaksvík og úr Vágum
Motivatión
& effektiv Mál
v/Chris MaCDonalD
skeið
27. apríl 2012
Hevur tú onkuntíð sett tær nøkur mál í
arbeiðshøpið ella privat, sum tú hevur
torført við at røkka? Følir tú teg onkuntíð
kanska eitt sindur strongdan, soleiðis at
tú hevur hug at missa móti?
Treingir tú til góð ráð og íblástur til, um
hvussu tú framyvir kanst gerast betur til
at seta tær realistisk og effektiv mál? Og
góð ráð um, hvussu tú heldur motivatió-
nini uppi, eisini tá útlitini kanska ikki eru
so góð?
So er skeiðið við Chris MacDonald, júst
nakað fyri teg.
Tann 27. apríl fer Chris MacDonald, ið
er ein av teimum mest motiverandi
skeiðleiðarunum, vit hava havt, nevnliga
at halda ein intensivan temadag á Hotel
Føroyum.
Brennidepilin verður settur á tvær av
mest týðandi fortreytunum fyri arbeiðs-
gleði okkara, nevnliga eginleikan at
varðveita motivatión og eginleikan at
seta sær effektiv mál.
“Kundi gott hugsað mær aftur at
luttikið á skeiðnum. Eg haldi, at hann er
fantastiskur. Eitt sera positivt menniskja
at lurta eftir!”
Rúna Hentze, Bank Nordik
tilMleDing
Les meiri og tekna teg á www.synergi.fo,
ella ring á tel. 322355/227464.
Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo
ELDRAØKIÐ Byggingin av nýggjum røktarheimi
í Klaksvík er byrjað, og á heysti næsta ár kunnu
fyrstu búfólkini flyta inn. – Hetta verður eitt sera
snøgt heim fyri tey eldru, sigur Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd hjá
Klaksvíkar býráði. - Umframt allar tænasturnar, fáa
tey eisini eitt ótrúliga vakurt útsýnið yvir vánna.
Dygdin skal
vera í hásæti
Snorri Brend
Klaksvík: Tað var í sep
tember mánaði í fjør, at
byggisáttmálarnir
millum
kommununa og teir ymisku
arbeiðstakararnar
vórðu
undirskrivaðir.
Enn er eingin bygningur
reistur, men fólk hava tók
kunnað eygleitt, hvussu ging
ið hevur arbeiðinum dag frá
degi.
Í vikuni komu fyrstu mo
dellini fram av tí heimi, sum
í minsta lagi 24 fólk kunnu
gleða seg til at skula búgva
í. Út frá hesum tekningum
sæst, at alt er gjørt fyri at
skapa eitt hugnaligt og eitt
gott umhvørvi kring nýggja
røktarheimið.
Ynskið
frá
Klaksvíkar
kommunu var upprunaliga
at byggja eitt heim, har pláss
var fyri 48 fólkum. Men játt
an fekst tó einans til 24 fólk,
sum, saman við øllum tæn-
astunum skulu búleikast í
nýggja røktarheiminum.
Vit hava samtykt, at bygg
ingin skal ikki kosta meiri
enn 55,7 milliónir krónur.
Men hóast henda rímiliga
lága prís, verður ikki slakað
eitt einasta petti uppá dygd
ina, sigur Elsebeth, sum
fegnast um at alt býráðið
stendur aftanfyri stóru verk
ætlanina.
Sambært
tíðarætlanini
skal heimið standa liðugt 14.
september í 2013.
Væl útgjørt
Røktarheimið í Klaksvík er
ikki tað einasta sum er í gerð
í løtuni. Á Boðaneshamri í
Havn verður eisini bygt eitt
slíkt heim.
Tað er tó ein avgerandi
munur á hesum heimunum:
Tað í Klaksvík verður einasta
røktarheim í Føroyum bert
við íbúðum. Umframt alt
hetta verða fleiri felagshøli,
eins og heimið er innrættað
soleiðis, at ein í framtíðini
kann hava eitt dagtilhald
her.
– Vit hava gjørt nógv
burtur úr teirri einstøku íbúð
ini, sum verður 34 fermetrar
til støddar. Við hesi støddini
er haraftrat møguleiki fyri, at
eitt eldri par kann búseta seg
her, sigur Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttir.
Onkur kann halda, at
kostnaðurin uppá slakar 56
milliónir krónur er í hægra
lagi. Hetta gevur ein fer
meturprís uppá góðar 2200
krónur.
Og hetta er haraftrat
heldur lægri enn líknandi
verkætlanir.
snorri@sosialurin.fo
UMHVØRVI
Nýggja røktarheimið í Klaksvík liggur skamt við vánna og høvuðsvegaskervið, soleiðis at eldri
kunnu búgva mitt í býnum. Nógv er gjørt fyri at skapa eitt gott umhvørvi kring. – Her koma
tey eldru at trívast væl, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd
Skopun: - Í fjør fingu vit bert
3600 tons, men vit skuldu
helst havt eini 5000 tons
um árið, sigur virkisleiðarin
á Sandoy Seafood, Martin
Olsen.
Sum er fáa tey bert rávøru
Eysturbúgvanum, Jaspis og
Ametyst, og tí sum er til av
lops frá bátunum úr Suður-
oy.
Men sambært tí, sum
Sandoyarportalurin skrivar,
rakk hetta bert til 40 arbeiðs
dagar í seinnu hálvu í fjør.
Tað arbeiða eini70 fólk á
virkinum. Flestu teirra eru
sum vera man av Sandoynni,
men tað koma eisini fólk úr
Havn hagar at arbeiða fisk.
sb.
Vágur: Í hesum døgum
verður arbeitt við at um
væla
vatnleiðingarnar
ymsastaðni í býnum, vegna
brot.
Í hesum umfari er tal
an um umvælingar á leið
ingarnar vestanfyri Skálá
og við Skótahúsið. Ein
onnur leiðing ovarlaga á
Traðarvegnum og vestur
ímóti reinsiverkinum við
Gjógvará skal eisini um
vælast í hesum sambandi.
Orsakað av hesum ar
beiðum, varð stongt fyri
vatninum í gjár.
sb.
Umvæla vatnleiðingar í býnum
Ynskja meiri rávøru