fríggjadagur 20. apríl 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað byrjaði í tí smáa við at
fíggjarleiðarin í Útvarpinum
tók pening út av konto hjá
arbeiðsplássinum og setti
inn á egna konti.
Hetta lat seg væl gera, tí
hann var einsamallur á bók
haldinum hjá Útvarpinum,
og tí var tað eingin søk at fáa
bókhaldið at stemma.
Eftir
útbúgving
sum
skrivstovufólk endaði fíggj
arleiðarin
í
Útvarpinum
fyrsta januar 1977, og starv
aðist fyrstu árini sum skriv-
stovumaður har.
Í 1984 segði bókhaldarin
seg úr starvi fyri at royna
okkurt annað, og tá kom
ákærdi
fíggjarleiðarin
at
taka sær av bókhaldinum hjá
stovninum.
Júst nær undandrátturin
byrjaði er ilt at siga, tí ákæru
valdið fór bert aftur til 1987
í ákærum sínum, og sjálvur
dugdi ákærdi fíggjarleiðarin
ikki at siga nakað um, nær
kavablakið fór á rull.
Ákærurnar snúðu seg um
fíggjarligan undandrátt við
at taka reiðan pening út av
konto hjá Útvarpinum og
seta hann inn á egna konto,
at gjalda egnar rokningar
við peningi hjá Útvarpinum,
skriva út girokekkar til sín
sjálvs og flyta pening av
konto hjá Útvarpinum inn á
egnar konti.
Øll tey nógvu fyrstu árini
bar hetta lættliga til, tí fíggj
arleiðarin sat sum nevnt
einsamallur
á
kassanum,
og tá arbeiðsbyrðan vaks,
og fólk løgdust aftrat, sat
ákærdi framvegis á ovastu
rók og kundi bóka sum hon
um lysti.
Størri kreativitet
At fáa kassarapport og bók
hald at stemma var sum
nevnt lætt, og lat seg væl
gera, ikki minst tí at eftirlitið
hjá grannskoðarunum var so
lemfeldugt.
Ákærdi greiddi í rættinum
frá, at granskoðaraeftirlit
bert varð framt einaferð um
árið, og tí hevði bókhaldarin
ríkiliga tíð at fáa alt í rættlag,
so at roknskapurin einki ill
grunasamt vísti.
Hetta gekk sum eftir
ánni í mong ár, men so í 1999
fekk Útvarpið eina nýggja
bókhaldsskipan,
Navision,
sum var munandi meira
framkomin enn tann skipan,
ið framman undan varð
brúkt.
Nú bar ikki longur til at
taka reiðan pening út úr
peningastovnum og post
húsi, fyri síðani at seta inn
á egna konti. Heldur ikki
bar til uttan víðari at flyta
frá stovnsins konti á egnar
konti, ella at gjalda egnar
rokningar beinleiðis av konti
hjá Útvarpinum.
Tað kravdi tí størri krea
tivitet at halda fram við svik
inum.
Hesin størri kreativitet
urin vísti seg skjótt á tann
hátt, at fíggjarleiðarin fann
upp á, at avrita rokningar
tvær ferðir, og síðani at
gjalda somu upphædd tríggj
ar ferðir.
Hetta gjørdi seg galdandi
við rokningum frá Føroya
Tele. Rokningarnar vórðu
avritaðar tvær ferðir, og so
vórðu allar tríggjar rokningar
goldnar, einaferð til Føroya
Tele, og síðani einaferð til
fíggjarleiðarans egnu konti í
Eik Banka og í BankNordik.
Á henda hátt vórðu í með
al umleið 15.000 krónur gold
nar inn á konti hjá fíggjar
leiðaranum, 7.500 í Eik Banka
og 7.500 í BankNordik, um
mánaðin.
Fann onga grund
Eitt, sum undraði ákæru
valdið, var, at tað at síggja til
eingin orsøk var hjá fíggjar
leiðaranum at fremja hendan
umfatandi undandráttin.
Í rættinum váttaði ákærdi,
at honum ikki nýttist pening
til at spæla fyri, hann hevði
ikki alkohol trupulleikar og
hann roykti ikki. Heldur ikki
skuldi hann brúka pening til
dýrar ferðir, tí tað var sjáld
an, at hann ferðaðist uttan
lands, og í heila tikið hevði
hann ongar lastir, ið vóru
peningakrevjandi.
– Eg veit ikki, hvar pening
urin er farin, men hann er so
ikki til í dag, segði ákærdi í
Føroya Rætti í gjár.
Tað var tí einki, ið á
logiskan hátt kundi stuðla
undir, at fíggjarligi undan
drátturin byrjaði, og heldur
einki, sum talaði fyri, at neyð
ugt var, at sami undandráttur
skuldi halda fram.
Ákærin kundi tí bert stað
festa, at allar hesar 2,8 milli
ónirnar, sum undandrátturin
hevði verið sambært ákæru
ritinum, gjøgnum árini bara
var gingin inn í dagliga for
brúkið hjá ákærda.
Ákærin spurdi fleiri ferðir,
um tað var spenningur,
sum fekk fíggjarleiðaran at
fremja undandrátturin, men
tað helt hesin ikki vera allan
sannleikan. Tí hann helt,
at tað í líka stóran mun var
opni møguleikin saman við
einum vantandi eftirliti, sum
var orsøkin.
Tað var næstan, sum ein
asta orsøkin hjá ákærda var:
Eg gjørdi tað, tí eg kundi.
Varð uppdagaður
Tað var heldur ikki, sum
ákærdi ikki skilti, at tað, hann
gjørdi, var bæði skeivt og
ólógligt. Og í tvey tíðarskeið
hesi mongu árini, gjørdi
hann eina roynd at gevast
við undandráttinum.
Frá seint á vári 1993 og
umleið eitt ár fram kundi
ákæruvaldið ongan ólógligar
transaktiónir
finna
hjá
ákærda.
– Eg hugsaði, at hetta
mátti fáa ein enda, hetta bar
Tað var so lætt – har
var einki eftirlit
SVik Fyrrverandi fíggjarleiðarin í Útvarpi Føroya – seinni Kringvarpinum – dugdi ikki
at siga, hví hann byrjaði fíggjarligan undandrátt í starvi sínum, men hann gjørdist
púra ovfarin tá tað stóð greitt, hvussu nógvar pengar tað snúði seg um
tiðindi
Mikudagin heldur rithøvundin Carl Johan Jensen flaggdagsrøðuna í Havn.
Skrúðgongan fer úr Kommunuskúlanum kl. 15.00 og fer oman á Vaglið.
Havnar Hornorkestur hevur skipað fyri flaggdagshaldi síðani 1947.
Snýtti
Tað var so lætt, og eftirlitið var langt frá nøktandi, og tí framdi
fíggjarleiðarin í Útvarpinum fíggjarligan undandrátt