fríggjadagur 20. apríl 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ikki til, greiddi ákærdi frá í
rættinum. Kortini fall hann
aftur í felluna, og byrjaði aft
ur at nápa pening frá arbeiðs
gevaranum.
Aftur í 2004 gjørdi hann
eina líknandi roynd, men
við sama úrsliti. Tað gekk í
umleið eitt ár at halda seg
røttu megin markið, men so
datt hann útí aftur.
Ákæran gekk aftur til
november 1987, men ákærdi
varð blivin bókhaldari við
fíggjarligari ábyrgd av Út
varpinum í 1984, og tí kann
upphæddin
lættliga
vera
støddi en tær 2.773.291,94
krónurnar, sum ákæruritið
nevnir.
Og hóast fíggjarleiðarin
øtaðist um hesa stóru upp
hædd, so hevur Útvarpið – í
dag Kringvarp Føroya – eina
upphædd, ið ljóðar upp á 3,3
milliónir krónur.
Men »all god things must
end«, og soleiðis var eisini
hjá 56 ára gamla fíggjarleið
aranum.
Fyri at uppihalda svikin
um kundu flytingar til egn
ar konti ikki vísa seg aft
ur á kontoavritunum hjá
Kringvarpinum, og tí nýtti
ákærdi eina so tilafturs
komna framferð, sum at
klippa og klistra út yvir sítt
egna navn á kontoavritinum,
og seta Føroya Tele í staðin.
Hetta varð uppdagað, og
so mátti ákærdi inn til leiðsl
una at greiða nærri frá sínum
fyrihavandi.
Fíggjarleiðarin
viðgekk
beinanvegin, at hann hevði
framt fíggjarligan undan
drátt, og hann varð tí burt
urvístur frá arbeiðinum.
Tvey ára fongsul
Nú byrjaði ein strævin og
tíðarkrevjandi
gjøgnum
gongd av 25 ára roknskapum,
har hvørt einasta skjal mátti
endavendast. Tá ákæruvaldið
var liðugt við tilgongdina,
lógu fleiri enn 300 ymisk
skjøl, sum dokumenteraðu
fíggjarliga undandrátturin
hjá ákærda.
Fíggjarleiðarin hevði alla
tíðina hjálp til við kann
ingararbeiðinnum, og hann
øtaðist við, tá honum var
greitt, hvussu stóra upphædd
hann hevði svindlað fyri.
Hann avráddi beinanvegin
at rinda 10.000 krónur aftur
til Kringvarpið, og hann fekk
heldur onga løn útgoldnað
fyri august mánað í fjør.
Møguliga hevur ákærdi tá
hildið, at hetta var eitt
stórt lop at gjalda aftur
tað, hann hevði svikað fyri.
Men vegurin upp til 2,8, ella
í ringasta føri 3,3 milliónir
krónur er langur.
Á rættarfundinum varð
annars upplýst, at Kring
varpið tók fyrivarni fyri
muninum millum 2,8 og 3,3
milliónir og sagt varð, at helst
verður borgarligt sakarmál
um hesa hálvu milliónina.
Eisini varð upplýst, at
hald var lagt á helvtina av
frívirðinum í sethúsunum
hjá ákærda.
Ákærin metti, at talan
var um so umfatandi svik
yvir so langa tíð, at tað mátti
kosta tvey og eitt hálvt ár
treytaleysa fongsulsrevsing.
Verjin vísti hinvegin á, at
ákærdi beinanvegin hevði
játtað seg sekan, hann hevði
hjálpt løgregluni í kann
ingararbeiðinum, og hann
viðurkendi afturgjaldsskyld
una. Tí metti verjin, at talan
í mesta lagi kundi gerast um
tvey ára revsing og at hon
í stóran mun átti at verið
treytað.
Dómurin ljóðaði upp á
tvey ára treytaleysa fong
sulsrevsing, og dømdi fíggj
arleiðarin gjørdi í samráð
við verjan av at biðja um um
hugsingartíð at skjóta dómin
inn fyri Eystara Landsrætt.
tiðindi
Nýggi stjórin fyri Ferðaráð Føroya kemur heim úr Svøríki, har hon í 7 ár hevur
arbeitt sum marknaðarleiðari fyri Stockholm Visitors. Guðrið Højgaard
er 39 ára gomul og tekur við starvinum í Ferðaráðnum tann 1. mai.
Eg veit ikki, hvar
peningurin er farin, men
hann er so ikki til í dag
Zacharias Heinesen í Klampenborg
Síðsta leygardag var móttøka
á Galleri Lars Borella í
Klampenborg í Danmark.
Longu klokkan 15, tá dyrn
ar lótu upp, var fult hús. Lars
Borella, gallaríeigari, beyð
vælkomin áhugavum áskoð
arum, sum sýndu stóran
áhuga og stóra gleði við at
síggja litríku listarverkinum
hjá Zachariasi Heinesen.
Listarmaðurin
sjálvur
hevði úr at gera við at heilsa
upp á og tosa við fleiri av
gestunum, sum stóðu í kø
fyri heilsa uppá og vísa sín
stóra áhuga fyri vøkru listar
verkunum.
Myndevnini høvdu heiti
sum Sandvík, við Gjógv,
Oyndarfjørður, Mikladalur,
Suðuroy, Stora Dímun, Hal
dórsvík, Sumba og Mykines
eins og fleiri sum Sol og Dis,
Lysendi sky osfr.
Myndevnini fevna um 15
størri verk, olja og lørift og
15 smærri akvarellur. Verkini
hanga kring um í vakra hús
inum, í urtagarðsstovuni og
í gongini. Gallaríið hevur til
húsa í eini eldri herskapsvilla
á Strandvejen eitt sindur
norðran fyri Tårbæk, við
bakinum til Erimitageslottið
og Dyrehaven og framsíðu
móti tí bláa Oyrarsundi.
Boje Benzon búði í húsunum
til 1974, og nú er tað staturin
sum eigur – og Gallarí við
Lars Borella, sum leigar.
Hetta er fjórðu ferð, at
Zacharias
Heinesen
sýn
ir fram í hesum vakra um
hvørvi.
At ákoðarunum dámdi
væl verkini sást á stóra
talinum av smáu reyðu brikk
unum, sum sóðust á fleiri av
verkunum longu við fyrstu
framsýning.
– Øll hesi vøkru listarferk
vísa kærleikan hjá Zachariasi
Heinesen til land sítt og er
ein sera góð reklama fyri
Føroya Land.
Roland Thomsen
Pivottabellir
og raPPorteringar í excel
Skeið
8. & 9. mai 2012
Arbeiðir tú við at taka inn og viðgera
stórar dátunøgdir og greiningar, og kundi
tú hugsa tær at ment tínar førleikar og
arbeitt meiri effektivt við Excel?
So hava vit Skeiðið til tín!
Tú lærir at heinta inn, rudda og dygdar-
tryggja dáta og at brúka møguleikarnar
við Pivotskráum soleiðis, at tínar rap-
portir geva eitt gott avgerðargrundarlag
og eru meira professionellar.
Á Skeiðnum fært tú:
Neyvan kunnleika til Pivotskráir og
•
tips og triks at gagnnýta tær á besta
hátt
Praktiskar royndir at evna til
•
professionellar rapportir yvir
lyklatøl og status
Amboð at tryggja høga dygd í
•
samband við at innflyta
uttanhýsis dáta
Førleikar í trygging av dáta uppá
•
fleiri mátar
Vitan um, hvussu tú fært Excel at
•
arbeiða saman við øðrum Office-
amboðum
avmarkað PlÁSS!
tilmelding
Tekna teg og les meiri um skeiðið á
heimasíðu okkara - www.synergi.fo
- ella ring 322355.
Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo