Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Í dag eru tað liðin 20 ár, síðani enski skemtarin Benny Hill doyði. Hann var 68 ár gamal. Vit fylgja líkið javnan og nú leygardagin verður aft­ur fólk at síggja á Lin­heyggi í Oynd­ arfirði, har oynd­firð­ingar leggja hamin áðrenn stóru ferðina út í alheimin, tá ið teir sum andi leggja leiðina eftir ljósari støðum, leysir av øllum fysiskum lógum. Símin andar ikki meira. Hann hevur verið sjúkur í mong ár og á náttartíð á Ríkis­ sjúkrahúsinum fyrr í vikuni smeyg lívið sær ljódliga úr honum, uttan stríð, uttan bardaga. Símin var menniskja í 68 ár. Hansara næstu vóru eisini á sjúkrahúsinum og tey lógu og svóvu søtan, tá ið stóra hendingin fór fram. Tað riggaði einki meira í hansara slitna og pínda likami. Símin kom til Oyndar­ fjarð­ar, tá ið eg var smá­ drongur og tað var ein stór­ hend­ing. Tí Símin hevði nak­að annað yvir sær enn bygd­armennirnir. Hann var upp­vaksin í Klaksvík í einum stór­plássi og hevði siglt við norð­monnum og tað eitt ann­að yvir honum, nakað sum festi seg hjá okkum smá­dreingj­um. Eg fekk hann tætt inn at lívinum, tí tey mongu fyrstu árini í bygdini búði hann saman við mostir míni Edith inni hjá ommu og abba í Hoyriksstovu, og har var eg dagligur gestur. Og hvønn minnist tú best, tá ið tú er smádrongur. Tað eru tey, sum eru gávumild. Símin var gávumildur og peng­ar lógu ikki serliga fastir í hansara hondum. Tá ið Símin var komin aftur av skipi, flokkaðust vit um hann. Og í handlinum keypti hann okkum sodavatn og annað gott. Hetta vóru vit slett ikki vanir við, og tit kunnu ætla, at vit vóru fegnir um nýggja mannin í familjuni. Haldið mær til góðar, tað er øgiliga torført at skriva nakað trist um Símin og eisini nú hann er deyður. Tí Símin var eitt menniskja, sum innihelt so nógv. Frá skyggj­andi bjartskygni til svart­asta døpurhuga. Úr svart­asta døpurhuga til ov­ fara­kæti. Í góðum lag var einki óført. Og tá lívið tyngdi sinn­ ið var alt ómøguligt. Og hann broyttist nógv, tá ið Jesus av álvara fór at blanda seg upp í hansara lív. Tað hendi ikki soleiðis á einum vekingarmøti ella undir øðrum mildum um­ støð­um. Nei, Símin helt seg ikki til miðjuna og tað vóru ógvusligar hendingar, sum fingu hann at prædika. Og hann møtti Meistaranum á deyðastrá fyri mongum árum síðani. Hann lá í koma á einum sjúkrahúsið í Noregi. Og hann var á veg út úr hesum heimi, ferðin gekk gjøg­num ein tunnil og inn­ komin stóð Jesus fyri honum og vendi honum við og koyri hann mildliga út aftur, aftur til lívið. Hansara tími var ikki komin enn. Hann var so bergtikin av hesi hending, at allur ótti fyri deyðanum hvarv og vitjaði ikki aftur. Og hann fór at vitna í missiónshúsum um hendan andaliga veruleika, sum nú ikki bara var ein trúar­spurningur, men sum hann hevði møtt í egen per­ son. Og síðan hann møtti sjálv­ asta Guds soni, hevur hann verið illa sjúkur likamliga og mangan hevur staðið um lív, men Gud hevur ikki viljað havt hann enn. Hann hevði okkurt eftir at útinna her á foldum og hesa náttina fyri nøkrum døgum síðani var verkið útint. Tað var fullgjørt fyri at brúka bíbilskt orðalag. Tunilin kom aftur fram fyri tann stríðandi deyðsmødda og hesaferð varð hann ikki vístur aftur. Hann gekk inn í ljósið og situr allarhelst nú og klórar sær í nakkanum og funderar yvir hvat hetta var fyri eitt lív, hann livdi í 68 ár á hesi einsamøllu klótuni, sum sveimar í alheiminum og fyri okkum enn einsamøll sum heimstaður fyri menniskju. Um lívið er ein dreymur, tað sanna vit ikki, fyrr enn vit eru farin hiðani, men tað er í hvussu er stutt í mun til ævinleikan. Og vit minnast Símin og eru takksom og fara at sakna tað skeiva eygað, teir stuttligu viðmerkingarnar og eldhugan, sum eisini var ein stórur partur av Símini. Jústinus Leivsson Eidesgaard Símin Poulsen farin GoymslustýrinG oG planleGGinG skeið 2. & 3. mai 2012 Nógvar fyritøkur hava sæð, at tær við effektivari goymslustýring kunnu minka um kapitalbindingina og tann vegin betra úrslitið í fyritøkuni. Við at tillaga goymslunøgdina til rætt støði, verður stórur partur av bundna kapitalinum frígivin. Mótsett rák skulu tó altíð umhugsast. Spurningurin um, ”hvussu skjótt skulu vit kunna avgreiða ein ordra”, ella spurt á annan hátt ”hvussu skal okkara tæ- nastustøði vera í mun til ymisk sløg av kundum”, liggur alla tíðina og lúrir. málbólkur Skeiðið er ætla leiðarum og starvs- fólkum, sum arbeiða við goymslu og innkeyp. Hetta er bæði fyri fólk, ið hava arbeitt leingi innan øki og til tey, sum eru nýggj. kom oG fá... Innlit og venjing í at meta um plan- • legging út frá logistiskari hugsan - hvørjar vørur skulu vera á goymslu - nær skal ein ordri sendast - hvussu nógv skal bíleggjast Arbeiðshættir at fáa yvirlit yvir • goymsluna og mongu vøru numrini Vitan um, hvussu tú mennir og fær • sum mest burturúr goymsluni Innlit og venjing í nýtslu av ABC- • greiningum tilmeldinG Tekna teg og les meiri um skeiðið á heimasíðu okkara - www.synergi.fo - ella ring 322355. Synergi | Tvørgøta 13 | 100 Tórshavn | Tel. 322355 | Fartel. 227464 | www.synergi.fo | synergi@synergi.fo Skeið í samstarvi við: - tillaGa Goymsluna til kundatørvin Brasilski fótbóltsspælarin Kaká, sum umboðar spanska felagið Real Madrid, rundar í dag 30 ár. Fram­ sýning Í morgin verður árliga fram­ sýningin hjá kvøldskúlanum á Tvøroyri. Á framsýningini verða handaliga tilvirkaðir lutir sýndir fram. Fram­sýn­ ingin letur upp klokkan 16 og letur aftur klokkan 18.