fríggjadagur 20. apríl 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Leygardagin hevur punkbólkurin
200 útgávukonsert í Perluni í
Havn. Eisini verður filmssýning.
Tiltakið byrjar kl. 22.00.
Rocksangarin Iggy Pop, sum
plagar at hava framførslur
við berum yvirkroppi,
fyllir leygardagin 65 ár.
Finnur Helmsdal hevði fylt
seksti í hesum døgum..
Finnur, bróðir, var borin
í heim 20. apríl 1952, og hann
hevði sostatt fylt seksti í ár.
Á kransabandið skrivaðu
vit systkini: “Tú verður sakn
aður”, og nú næstan 3 og eitt
hálvt ár seinri eru vit framveg
is nógv, systkin, kona og børn
og mong onnur, sum sakna
hann. Nýliga segði ein kvinna,
sum hevði arbeitt saman við
honum, “hann snýtti okkum”
(við at fara so tíðliga). Hann er
farin, saknaður, men als ikki
gloymdur.
At eini 12-1300 hundrað fólk
funnu veg niðan í Hoyvíkar
kirkju til jarðarferðina ein ill
fýsnan vetrardag, sigur nakað
um, at hann hevði skrivað seg
inn í mong hjørtu.
Nógv hildu, at tey áttu eitt
petti í Finni, og tað var kanska
júst tí, hann sá tey sum virð
ismikil og møtti fólkum sum
tey vóru, uttan mun til, um tey
høvdu megnað at toga seg upp
á høga rók, ella um tey vóru
skumpað niður á lægstu røkur
samfelagsins.
Til jarðarferðina tann 9.
desember 2008 segði eg nøkur
orð við og um Finn, og eg fekk
nakrar viðmerkingar til hesi
orð, og onkur vildi hava avrit.
Tá hesi orð ikki hava verið á
prenti fyrr, loyvi eg mær – til
minnis um Finn - at seta tey í
bløðini í sambandi við, at Finn
ur sum sagt hevði fylt seksti:
”Góði Finnur.
Vit systkini og børn okk
ara fara at sakna teg nógv –
ómetaliga nógv. Tú gavst so
nógv og vart eitt gott bindilið.
Skuldi skipast fyri onkrum
og kanska ruskast upp, so vart
tú har.
Eg havi búð uttanlanda í 38
ár, so eg havi mest fylgt tær í
fjarstøðu; men eg havi gleðst
um, at tú vart komin í eina
góða verfamilju – at tú vart í
góðum hondum.
Tá sjúkan rakti, kendi eg
meg maktarleysan í útlegdini,
og tað var ein gleði at hoyra,
hvussu Jórun og øll familjan
stuðlaðu teg í heilsubótartil
tøkunum, og hvussu væl tey
tóku sær av øllum, tá tit vóru
burturi.
Familjunnar vegna vil eg
takka tær, Jórun, fyri at tú
soleiðis legði alt til síðis fyri
at vera Finni nær – við tínum
kærleika, orku, viti, nærveru
og stríðsvilja.
Hann hevur sanniliga verið i
góðum hondum. Takk fyri tað.
Komin úr útlegd er tað sum
ein opinbering at síggja alt,
sum er farið fram hesar dagar
– ikki minst øll føtini av mati,
sum eru komin inn um dyrnar
á Móritsarvegi, so tit kundu
geva øllum teimum, sum komu
á gátt ein bita. Eisini alt tað,
sum liggur aftanfyri dagin í
dag – hjálparliðið, sum mannar
garð um tykkum, so Finnur fær
eina góða jaraðarferð og tit ein
so góðan dag sum møguligt.
Finnur var bert eitt gott ár
eldri enn eg, so vit hava fylgst
eitt petti. Eg kann siga, at tað
stutta fjúsið, snarsinnið og
áræðið hevði hann eisini sum
smádrongur, og tað kom m.a. at
kosta arr, ein brotnan arm og
ein stóran rút í klæðnabúðini
hjá Gunnari Stokholm.
Tá mamma fór til gravar 28.
februar 1990, helt Finnur eina
góða, heita, hjartanemandi og
minnisverda røðu fyri henni
við
jarðarferðina.
Mamma
hevði styrkt hansara vilja til
at gera tað góða fyri onnur.
Hennara stóri familjukærleiki
ikki bara til okkum og okkara
børn, men eisini til systkini hjá
henni og teirra børn, var hon
um ein góð fyrimynd og hevði
givið honum gott í beinið.
Soleiðis sum mamma var
fevnandi, var Finnur tað eisini.
Børnini hjá okkum hava altíð
kent seg væl á Móritsarvegi,
bæði Andrias og Amalie, tá
tey búðu í Føroyum eitt skifti,
og Anfinn eisini, sum hevur
ferðast hjá tykkum. Vit kendu
eisini, at Finnur hevði eitt
bleytt punkt fyri mongolinum
hjá okkum, Asbjørn.
Hann fevndi eisini systk
inabørnini, og fyrstu ferð øll
vóru saman, var tá hann savn
aði tey á Móritsarvegi fyri 3
árum síðani.
Nú sigi eg mest um mammu
her; men vit høvdu eisini ein
góðan pápa. Tað var mamma,
sum myndaði okkum mest, tí
babba var so nógv burturi í
ørindum. Hinvegin var hann
góður til at taka okkum við.
Hann tók t.d. Finn við til Ís
lands í 1967, og teir høvdu ein
fínan túr saman við ferða
skipinum Hansesatic. Tað var
eisini frá babba, at Finnur
hevði skrivihegnið og –hugin.
Finnur fekk mangt í blóð
ið frá mammu – eisini stríðs
viljan á sosiala økinum. Hann
fekk eisini bólteygað og onnur
kynstur frá henni, tí hon hóast
genta, var millum fremstu
bóltleikararnar á sandinum í
Miðvági. Miðvágur var framm
arlaga í bóltleiki, tí fótbólturin
var komin til Føroya gjøgnum
ein prest har.
Vit kunnu tosa um eina
ringrás, tí Finnur vendi so at
siga aftur til sandin í Miðvági
við sínum leikluti í MB fyri
nøkrum árum síðani.
Í hesi røðuni um og fyri
mammu nevndi Finnur eisini
hennara andaligu veking, um
hvussu trúgvin á Kristus hevði
verið ein týðandi drívmegi hjá
mammu, sum í stóran mun
eisini kom at mynda Finnsa
lív. Hann rætti út til tey minni
mentu uttan at hugsa um at
skaffa sær sjálvum stig – ella
at koma longur upp eftir stig
anum. Í røðuni nevndi hann
eisini Jóhannus 3,16, sum var
eitt ørindi, sum hevði brent
seg inn í sinni hansara. Hann
segði, at hann hevði lært tað,
tí tað var málað á bróstið
yvir røðarapallinum í gamla
Ebenezer, har hann so oftani
hevði sitið til sunnudagsskúla
fundir. Hann var ikki serliga
stórur, tá hann fyrstu ferð
royndi at stava seg ígjøgnum
hesi orðini; men seinri kom
tað meiri ræði: ”Tí so elskaði
Guð heimin, at hann gav son
sín hin einborna, fyri at hvør
tann, ið trýr á hann ikki skal
fortapast, men hava ævigt lív”.
Finnur gleddist um, at mamma
okkara eisini var fevnd av hes
um orðum.
Finnur var sum sagt snar
sintur; men hann gjørdist tolin
undir sjúkuni. Eg sá hann í
summar og tvær ferðir sein
astu dagarnar, hann lá á Ríkis
sjúkrahúsinum. Nakað av tí
síðsta eg hoyrdi hann siga við
meg, var:
”Lat ikki sólina seta yvir
vreiði tykkara”.
Hesi orðini úr Efesusbræv
inum komu sostatt at vera
millum seinastu orðini, eg
hoyrdi frá hansara munni.
Tað er ikki burturvið at
seta hesi orðini sum varða yvir
Finn. Hann kendi til vreiði frá
egnum sinnalagi; men hann
legði eisini stóran dent á at
lekja sár, sum høvdu staðist
av vreiði. Hann vildi ikki lata
relatiónir stívna av ymsum
áskoðanum.
Eg ivist stórliga í, at Finnur
hevði nógvar óvinir. Tað var
nokk heldur ikki so lætt at vera
óvinur við Finn, tí hann var
so fittur, eygagóður og hevði
vælmentan
humoristiskan
sans.
Finnur mundi óivað biðja
um fyrigeving meiri enn tvær
ferðir hesi árini; men eg minn
ist, at hann kom til mín tvær
ferðir.
Aðru ferð var miðskeiðis
í 90´unum, og tá kom hann
rættiliga skjótt aftan á, at
hann kendi, at hann hevði
gjørt ávísa ravasju í einum
máli, vit báðir høvdu við at
gera. Eg hevði nú ikki hugsað
stórvegis um, sum var hent.
Hina ferð var fyri einum
5 árum síðani. Hann segði, at
hann var sera keddur av nøkr
um, sum hann hevði rópt eftir
mær í 1971. Nei, eg hevði ikki
heilt gloymt hesa hending;
men hon var farin aftur við
borðinum. Samvitska hansara
mundi tó hava prikað on and
off hesi árini, og nú vildi hann
bara hava tað í lagi.
Tað hóskar væl til mangt,
vit hava hoyrt í dag, at Finn
ur hevði eina fíntfølandi sam
vitsku.
Eitt tabu í sambandi við
deyða er eisini vreiði. Vit hava
hug til at ruska í tann deyða,
buka hann og skelda út, tí
hann er farin og hevur latið
okkum standa eftir við alskyns
trupulleikum og í stórari sorg.
Tað er avgjørt ein kensla,
sum vit skulu geva pláss fyri
og viðganga, at vreiði móti
tí deyða eisini kann vera ein
partur av sorg okkara.
Eg veit ikki, um Finnur
kanska hevur hugsað um hasa
vreiðina; men hetta orðið um
ikki at lata sólina seta yvir
vreiði okkara kann vera gott
at minnast hjá okkum – um
ikki at lata vreiði, frustratión
og skuffilsir fylla lív okkara.
Vit kunnu gera sum Finnur:
Lata tað fara.
Latið okkum eisini lata
myndina av fitta, fevnandi
Finni standa og gleðast um alt
tað, hann gav okkum.
Farvæl, kæri bróðir.
Takk fyri”.
Árni
Finnur Helmsdal
Føðingar
1. apríl fekk Rebekka
ein lítlabeiggja. Hann
vigaði 3930 gr og var 54
cm. Foreldrini eru Laila
Hentze og Poul Dan
Kjærbo, Trongisvágur.
10. apríl fingu Noreidys
og Dan Knudsen á
Argjum eina dóttir
og Liss Norma eina
lítlasystur. Hon vigaði
3960 gr. og 55 cm long
23. mars fingu Randi og Richard Jacobsen, Keypmannah.,
eina dóttur. Hon vigaði 3912 gr og var 53 cm long.
9. apríl fingu Arnhild og Martin Schmidt, Hoyvík, eina
dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2520 gr.
9. apríl fingu Hannefía og Jens Pauli Joensen, Norðoyri,
ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4000 gr.
11. apríl fingu Helena Múller og Ragnar Stakksund,
Keypmannahavn, ein son. Hann var 58 cm langur og
vigaði 4500 gr.
12. apríl fingu Silvia & Eyðstein, Skipanes, Runavík,
eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2640.
14. apríl fingu Paula Mikkelsen og Oystan Jensen, Hós
vík, ein son. Hann vigaði 3980 gr og var 53 cm langur.
1. apríl fingu Halldis
Müller og Bergtórur
Hjelm Bjarkhamar,
Hvalvík, ein son.
Hann vigaði 3850 gr
og var 55 cm langur.
5. apríl fekk Jónas ein
lítlabeiggja, sum var
52 cm langur og vigaði
3900 gr. Foreldrini eru
Sólvá Ó. Johannessen
og Johannes Ásbjørn
Weihe, Fuglafjørður.
10. apríl fingu Marita
Johannesen, Toftir,
Amon Djurhuus
Ellingsgaard, Saltangará,
eina dóttur. Hon var 50
cm long og vigaði 2950 gr.