fríggjadagur 20. apríl 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Í dag eru liðin 150 ár, síðani Louis Pasteur
gjørdi fyrstu royndina av pasteurisering.
Ein krukka, sum hevði verið forseglað
síðani 3. mars, varð latin upp.
Amerikanski sjónleikarin Jack
Nicholson, sum hevur vunnið
tríggjar Oscar heiðurslønir,
fyllir sunnudagin 75 ár.
Ein seinnapart á heysti, hugsi
tað var í oktober 1977, gráan
og samdrignan eins og hesin
aprílmorgunin nærum fimm
og tretivu ár seinni, kom eg
í ørindum fyri 14. september
út á Føroya fólkaháskúla
at hitta táverandi rektara,
rithövundin Steinbjørn B.
Jacobsen.
Í fólkaeygum var hann
langt síðani knæsettur sum
ein politiskur ribbaldur, hóast
hann ongantíð hevði verið
uppi í partapolitikki. Hampa
lesarar og rímkærir føroy
ingar úr öllum málsligum
heraðshornum litu á hann
sum eina bókmentaliga kjöt
kvörn, ið gloypti alt sum
heilt var og virðiligt í før
oyskari yrkingarhevd, mól
tað sundur og sputtaði tað
út aftur í einari prent-ó-
tespulögu fyri og aðrari eftir
av hálvtýskum klumpum og
smáfranskari sós.
Og so rópti hann hetta
upp á skaldskap.
Óreinsettur.
Men sum sagt eg kom
út á Háskúlan í ørindum
fyri 14. september, nývorðin
blaðmaður, og skuldi gera
viðtal við Steinbjørn um
nýføroyskan
skaldskap.
Íleiðingin var helst tann at
Steinbjørn um hetta mundið,
saman við Gunnari Hoydal,
var ritstjóri á Varðanum.
Teir báðir hövdu, tað man
ikki vera ovsagt, fingið hetta
gamla tíðarritið til æru og
gjørt tað sjónligt aftur í tí
kódnarmjörka sum orðaskifti
um føroyska mentan var og
tíverri tíðum er enn.
Teir vóru uppi í tretivun
um báðir tá, Steinbjørn og
Gunnar,
tilkomnir
menn,
borgarar, men sjálvur var eg
blaðungur, nítjan ára gamal
og ivaleysur um alt. Helt
meg vita tað sum vert var
at vita um rektaran á Há
skúlanum. Hevði ikki bert
lisið yrkingar hansara, fleiri
av sjónleikunum (eitt nú
Ivaliva), stuttsögurnar og
ikki at forgloyma greinarnar
og lesarabrövini. Hartil hevð
eg graml um mannin hiðani
og haðani og tað skuldi alt
vera rættiliga vist. Eitt nú var
hann var tjóðveldismaður frá
hvirli niður í húðaskógv (tað
segði pápi mín). Eitt erpið
mentavætti (segði mammu
beiggin sum valdi fólka
flokkin). Ein smáborgarligur,
smástirvnaður
ulpusosial
istur, sum ikki megnaði at
ríva seg upp úr eplaveltunum
suðuri í Sandvík (sögdu mao
istarnir
í
Skrivarastovu).
Fast skorðaður í afturlítandi
hugmyndir um tjóðskap frá
tíðini um og eftir 1946 (sögdu
Framamenn). Sjálvur helt eg
hann vera í so burturheftan
í eina skaldsliga uppgerð við
ættarlið í føroyskum bók
mentum sum eg í ungøði
míni og fleiri við mær í besta
lagi hildu vera óviðkomandi.
Men maðurin sum tók
ímóti mær á skrivstovuni
úti á Háskúlanum var annar
enn eg soleiðis hevði gingið
og bilt mær inn. Har kendist
einki bragd av mentaðum
stórlæti ella tilgerð. Tvørtur
ímóti. Maðurin var bragdlig
ur, opinlyntur, skálkaligur
og álvarsamur hvørt um
annað,
forvitin,
bersögin
og
fyndugur.
Hann
var
hvørki smáborgaraligur ella
smástirvin. Langt burtur
ífrá. Avgjørdur í áskoðanum
sínum, gaman í, men rúmligur
við, fullur av eygleiðingum
og dugdi at koma á óvart við
teimum, vitandi og víðlisin.
Gav sær eisini stundir at lurta
eftir mær. Lýddi við sínum
einstaka slagi av ótolnum
tolni eftir tí sum eg hevði at
siga, öllum hesum sum eg
helt vera mínar sjálvfingnu
og fríbornu hugsanir, men
fyri tað mesta vóru reksur
upp úr marx-leninistiskum
bóklingum. Hann var ikki
óátøkur sorinskrivaranum í
skaldsöguni Barba og harra
Pál, honum dámdi at reson
nera. At ivast í sær sjálvum
og öðrum.
Og víst var hann sjálv
stýrissinni inn í mergin. Men
nei, hann hevði ongantíð verið
limur í Tjóðveldisflokkinum.
Tíansheldur var hann yvir
givin til romantiska aftur
skoðan. Fortíðin, sum hann
hevði livað og ættarlið undan
honum roynt hana, var upp
runin til, men ikki samtíðin
sjálv. Tað farna gjørdi eina
neyðuga vitan, eitt grund
arlag til stöðutakan nú og
frameftir, ikki eina afturlits
halgaða fyrimynd. Hvørki
samfelagsliga ella í bókment
unum.
Men var hann ikki vinstra
sinnaður, meðni? Nei. Yvir
hövur var hallið tann borgar
liga vegin. Men í hesum
sum öðrum galt tað sum
kinverskir spekingar longu
vóru komnir til tvey túsund
ár áðrenn Mao varð skaptur
oman á jörðina, hetta, at
sonn orð sjáldan eru fögur og
uttan misljóðið er samljómur
tögn. Svört tögn.
Samanumtikið
var
henda samrøðan ein gráan
seinnapart í oktober 1977
ørkymlandi fyri meg, unga
blaðmannin á 14. september.
Kanska tann mest ørkyml
andi samrøðan eg nakrantíð
havi havt við ein starvs
felaga. Áðrenn eg kom út á
Háskúlan, hevði eg fast undir
fótum, vissu um meg sjálvan
og mítt. Aftaná var jörðin
gløðandi og alt á reki. Men
samstundis kendi eg meg
upplyftan onkursvegna. Í
allari
óvissuni.
Sansaði,
um enn kámliga, eitthvørt
sum í longdini fataði við og
hevur verið mær meira vert
enn öll svikalig sjálvvissa.
Hetta kann dragast saman
í orðunum hjá Jevtusenko,
sovjetiska skaldinum, sum
Steinbjørn henda seinna
partin og javnan síðani tók
fram í samrøðum um bók
mentir: Listin er eingin bøn
um náði.
Viðtalið, fyrrnevnda, varð
vituligvís skrivað, tað kom
eisini á prent í Fjúrtanda og
fekk onkrar hissini glósur í
Dimmalætting og Dagblað
num. Hvat tá. Tað sum kortini
liggur eftir sum ein eldslóð í
huganum er samrøðan við
Steinbjørn og ikki einans
henda samrøðan sær, men
tann áhaldandi samrøðan
gjøgnum árini, tað mótspælið
og óofta eirindaleysa, men
altíð góðviljaða mótspælið,
sum eg sjálvur fekk og onnur
við mær, ta tíðina hann
var ritstjóri á Varðanum og
seinni við. Hann lærdi okkum
tað skapandi ósemjuna. Tann
ivan og ikki síðst sjálvsivan,
ið er listini so lívsneyðugur.
Nú er Steinbjørn farin.
Tað kenst tómligt. Saknur
er í honum, tað skal Guð
vita, men tað er og fer altíð
at verða við takksemi at
eg hugsi um hann fyrst og
fremst.
Carl Johan Jensen
Sjáldan eru sonn orð fögur
Nökur minningarorð um Steinbjørn B. Jacobsen
Andlát
Ivan Johannesen, úr Miðvági
andaðist í heiminum miku
kvøldið, 77 ára gamal.
Andrass Pállsonur Skarðenni
andaðist mikudagin 18 apríl á
Klaksvíkar sjúkrahúsi 77 ára
gamal
Hans Jacob Berg, Sandvík,
andaðist
sunnudagin
15.
apríl á Tvøroyrar Sjúkrahúsi
84 ára gamal. Farið verður úr
kapellinum í Sandvíkar kirkju
hósdagin kl. 18. Jarðarferðin
verður úr Sandvíkar kirkju
fríggjadagin kl. 13. Tey ið
ynskja at minnast Hans
Jacob við blómum ella kransi,
kunnu eisini velja at lata
Sandvíkar kirkju eina pen
ingagávu, konta í Eik banka
Símin Poulsen úr Oyndar
firði, ættaður úr Klaksvík
andaðist sunnudagin á Ríkis
sjúkrahúsinum, 68 ára gam
al. Kistan kemur heim og í
kirkjuna í Oyndarfirði klokk
an 15.00 mikudagin. Jarðar
ferðin verður úr Oyndar
fjarð-ar kirkju leygardagin
klokkan 13. Tey, ið vilja lata
blómur og krans kunnu lata
eina gávu á konto í Bank
Nordik.
Hildibjørg Gregersen, fødd
Hovgaard, ættað úr Vági,
búsitandi í Glostrup, andaðist
13. apríl, 81 ára gomul
Johannis Pauli Olsen, vanliga
nevndur Palli, andaðist á
Landsjúkrahúsinum fríggja
dagin 13. apríl, 68 ára gamal.
Steinbjørn
B.
Jacobsen,
ættaður úr Sandvík, andaðist
á Landssjúkrahúsinum hós
dagin 12. apríl, 74 ára gamal.
Johannis Pauli Olsen, vanliga
nevndur Palli, andaðist á
Landsjúkrahúsinum fríggja
dagin 13. apríl, 68 ára gamal.
Gunnvør Bærentsen, Tórs
havn andaðist á Lands
sjúkrahúsinum mikudagin,
79 ára gomul.
Johannis Pauli Olsen, vanliga
nevndur Palli, andaðist á
Landsjúkrahúsinum fríggja
dagin 13. apríl, 68 ára gamal.
Sunnva Lindekilde Hansen,
fødd Matras, ættað úr Ánin
um, andaðist hósdagin 12.
apríl í Helsingør, 74 ára
gomul.