fríggjadagur 20. apríl 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
atlantic airways-kappingin upptakt onnur finalan
Nógv má broytast hjá KÍF
Ási Dam, sum fyri tað mesta
spældi sum bindiliður í álop
inum hjá KÍF, metir, at teir ikki
dugdu nóg væl at takkla dystin.
– Vit fóru í panikk, tá ið teir
nærkaðust, og fóru at taka
býttar avgerðir bæði í skotum og
avleveringum. Tað hevði eisini
nógv at siga, at Andrias (Nielsen,
red.) gjørdist skaddur, sigur
Ási og vísir á, at tað serliga eru
skotini, sum skulu sita betur í
næstu finaluni, og um tey høvdu
sitið í fyrstu finaluni, so høvdu
teir helst vunnið hana.
Nú eru øll eyguni vend mót
vegis næstu finaluni leygardagin,
sum kann gerast avgerandi. Vit
spyrja Ása, um teir vænta teir
at hava nakran møguleika á
útivølli, nú teir ikki megnaðu at
vinna á H71 heima í Kollafirði.
– Tað verður ikki lætt, men
vit hava møguleikan. Vit eru
nummar eitt í deildini, men...
Nei, tað verður ikki lættari
enn á heimavølli, sigur kviki
spælstýrarin hjá KÍF.
albinus@sosialurin.fo
Tekniskt dugnaligi vongleik
arin hjá H71, sum stóð fyri
avgerandi málinum í fyrstu FM-
finaluni, Dánjal Tórgarð, var væl
nøgdur eftir sigurin í Kollafirði
mikukvøldið.
– Har var ikki nógvur munur
á liðunum, sum støðan eisini
sigur. Men eg haldi, at verjan hjá
okkum stendur ótrúliga væl, og
vit megna at fáa tey málini, ið
skulu til. KÍF verjir eisini væl,
so tað bleiv eingin penur dystur,
men tað handlar um at fáa eitt
mál meiri enn hinir, og tað fingu
vit, sigur Dánjal.
Hóast avrikið var nokk til
at vinna á annars næstan alt-
vinnandi KÍF, so kann hann
peika á – um ikki nógv, so nøkur
– ting, sum kunnu betrast.
– Vit skulu betra um álops
spælið. Tað var rættiliga stívt
í fyrstu finaluni. Eisini má
kontra-fasan betrast, men sum
heild er tað ikki so nógv, sum
treingir til broyting, sigur lands
liðsleikarin og slær fast, at einki
er avgjørt undan næstu finaluni
leygardagin.
– Nú hava fingið fyrsta sig
urin, men einki er avgjørt enn,
og vit hava langan veg eftir. KÍF
er eitt ótrúliga sterkt lið, so tað
kemur at krevja alt frá okkara
síðu at vinna leygardagin, sigur
Dánjal Tórgarð at enda.
albinus@sosialurin.fo
Verður ikki
lættari nú
Ási Dam:
Dánjal Tórgarð:
Einki er
avgjørt
Hondbóltur Hóast KÍF bara var eitt mál frá at
H71 í fyrstu FM-finaluni mikukvøldið, so mugu teir
broyta nógvar liðir í spæli og hugburði, skulu teir hava
nakran sum helst møguleika at vinna FM-heitið
Pætur Albinus
Tað er eingin ivi um, at KÍF má
broyta nøkur ting undan næstu
finaluni,
skulu
teir
gera
sær
nakða far um at vinna sær FM-
heitið. Serliga innanhýsis. Tað var
eyðsæð, at teir úr Kollafirði høvdu
sett sær fyri at takkla hart í fyrru
finaluni, og hóast tað í løtum
riggaði ógvuliga væl og setti hoy
víkingar undir virðing, so fór alt ov
ofta út um mark. Tann ørgrynna av
útvísingum - heili átta í tali – sum
raktu teir reyðu henda dagin, kemur
eiheldur at loysa seg leygardagin.
Greiða oddaliðið skal stíga fram
og vísa teirra virði, og tað skal
bonkurin eisini. KÍF-venjarin, Jan
Ottesen, hevur helst ovmikið at
gera við at fáa sínar egnu leikarar at
spæla væl, og ta drúgvu og óneyð
ugu tíðina hann spillir til at brøla
eftir dómarunum, má skerjast.
Spæla egið spæl
Tá ið KÍF spælir sítt egna spæl,
er tað helst einki lið í Føroyum,
sum kann spæla upp við teir, og
tað vístu teir eisini í løtum í fyrru
finaluni. Løturnar skulu tó helst
gerast longri í næstu finaluni.
Tað er trupult at lesa KÍF av,
hvaðani álopini verða rundað av, tí
teir hava so ótrúliga nógvar leikarar
um boðið, sum úr øllum vinklum
kunnu skjóta mál.
Tað eru serliga tær nógvu
yvirgongdirnar hjá teimum væl
samanspældu leikarunum hjá KÍF,
sum – tá ið tær rigga – eru við til at
skilja verjuna hjá mótstøðuliðnum
sundur. Hetta sóust eisini nøkur
dømi um í fyrstu finaluni, so um
meiri verður at síggja til tær, somu
leiðis sum verjan takklar skilabetri,
hava teir avgjørt eina møguleika at
bera eina triðju og avgerandi finalu
heim til Kollafjørð.
Kvikir hoyvíkingar
Tað er púra greitt, at spælið hjá
H71 í stóran mun er skrúvað sam
an til at spæla stórskjúttan Bogdan
Florea til skot. Tað, ið ger teir
vandamiklar, er, at hepast hetta
ikki, er teirra plan-B eisini vanda
mikil. Rógvi Sørensen gongur á
odda hjá einum lættbeintum álopi
við góðum fótskifti og ferð, og er
hetta við til at geva teimum góða
styrki í gjøgnumbrotunum. Dánjal
Tórgarð telist millum evnaríkastu
vongleikararnar, ið Føroyar enn
hava sæð, og er tann tekniskt
dugnaligi vinstri vongurin altíð
góður fyri nøkur mál og skal ikki
undirmetast.
Trupulleikin hjá hoyvíkingum er
áhaldnið. Í fyrstu finaluni spældu
teir ein góða fyrsta triðing, síðani
fullu teir fullkomiliga burtur og
síðani avgjørdu aftur í seinasta
triðingi av dystinum.
Verða kortini betur blandað
og umhugsnið nær og hvar orkan
skal leggjast, hevur H71 við heima
vallarfyrimuni ein góðan møguleika
at senda FM-heitið til Hoyvíkar
longu leygardagin.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen