fríggjadagur 20. apríl 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Sunset-kappingin upptakt onnur finalan
Myndir: Álvur Haraldsen
Pætur Albinus
Kvinnurnar hjá Neistanum stað
festu í fyrstu finaluni á heimavølli
mikukvøldið, at tær hava verið
sterkasta liðið í kappingini í ár. Tær
hava leikt fleiri javnar og spenn
andi dystir ímóti Stjørnuni og sum
heild fingið skarpasta gangin frá
teimum úr Klaksvík, men við ein
um trivaligum avriki í so at siga
øllum pørtum av spælinum lótu
tær ongan iva vera í fyrstu final
uni, og umvegis ein 27-23-sigur
hava tær munin, nú farið verður til
Klaksvíkar at spæla næstu finaluna
leygardagin.
Erla dugir
Tað tók eina løtu hjá Neistanum
at rista Stjørnuna av sær í fyrstu
finaluni, men tá ið tær so gjørdu
tað, gjørdu tær tað eisini reiðiliga.
Hálvleiksstøðan var 17-12 til Neistan
og heldur óvant í einari finalu
kundi Neistin við støðuni 22-13
í seinna hálvleiki velja at spara
nakrar av leikarunum, sum høvdu
tørv á hvíld eftir at Neistin hevði
valt at brúka nógva orku frá byrjan
av fyri at vinna sær eina trygga
leiðslu, sum mátti sigast at vera ein
góð uppskrift.
Stjørnan var sum dagur og nátt.
Tær skoraðu eitt skifti í seinna
hálvleiki bara eitt mál í góðar 20
minuttir, og hesa løtuna stóð Neista-
málverjin, Erla Eliasen, sera stinn.
Hon veit væl nær hon skal spæla
væl og hevur góðar eginleikar at
standa stinn í týðandi dystum.
Við nógvu útskiftingunum kom
stígur í spælið hjá Neistanum, og
tær úr Stjørnuni spældu seg upp og
vóru um at revsa Neistan. Tað vóru
serliga skjótálopini, ið tryggjaðu
fleiri mál, umframt at ein annars
væl vard Simona Petersen trein
fram síðstu løtuna.
Mugu stýra dystinum
Neistin er bara ein dyst frá at
tryggja sær FM-heitið, og merkir
tað, at Stjørnan undir ongum um
støðum hevur ráð at ikki spæla upp
til sítt besta. Nú eru tær á heimavølli
leygardagin og verða tvungnar út á
vøllin at stýra dystinum.
Tað er serliga mitt fyri á vøllin
um, at liðini bæði hava sínar størstu
profilar. Neistin megnaði til fulnar
í fyrstu finaluni at verja upp fyri
miðjuni og loyvdu ikki skjúttunum
Corinu Demeterca og Simonu
Petersen framat, meðan Stjørnan
stríddist við júst sama trupulleika í
teirra egnu verju – tær høvdu ilt við
at verja fyri álopunum frá miðjuni
og serliga Barbaru Brauer.
Taktikkurin er einfaldur, men
ikki eins einfalt er tað at fremja
hann í verki. Stjørnan skal av álvara
taka leiðslu av dystinum frá byrjan
og blanda kortini av nýggjum í
álopspartinum, tí í høvuðsstaðnum
riggaði hann ikki í ein mun, sum
kann sløkkja Neistan.
Seinasta góða løtan frá Stjørnuni
í fyrra dystinum má takast við inn á
hallargólvið í Klaksvík leygardagin,
og kann Marijana Lukic standa eins
væl tá sum hon gjørdi ímóti dystar
enda í Havn, so kann hon fáa eins
stóran týdning fyri Stjørnuna tá,
sum Erla Eliasen hevði fyri Neistan
í fyrstu finaluni.
Stjørnan hevur bara vunnið tveir
út av sjey dystum ímóti Neistanum
í vetur, og mugu tær hugsavna seg
um, at nú er besta løtan at venda
hesi gongdini.
albinus@sosialurin.fo
Stjørnan má blanda
kortini á heimavølli
Hondbóltur Neistin hevði uppskriftina at avmarka
vandamikla álopið hjá Stjørnuni og hevur nú fyrimunin
í FM-finalurøðini, áðrenn Stjørnan leygardagin fær
heimavøll og verður tvungin at finna eitt aftursvar
Eftir nógvar tættar og spennandi
dystir ímóti Stjørnuni, megnaði
Neistin í fyrstu finaluni veruliga
at gera av við Stjørnuna og var
eina løtu á odda við níggju
málum.
– Vit vóru ógviliga klárar og
tendraðar. Vit koyrdu okkara
spæl og høvdu eina øgiliga góða
verju, vísir stríðskvinnan Jacklin
Durhuus á.
– Vit ætla at vera eins klárar
leygardagin og vit ætla at tað
skal verða liðugt henda dagin.
Vit hava sama upplegg sum
mikukvøldið, sigur hon.
Hon ynskir ikki eina triðju og
avgerandi finalu.
– Vit ætla at avgera tað leygar
dagin, og riggar tað ikki, so gera
vit tað sunnudagin. Men nei, vit
ætla okkum at avgera tað leygar
dagin, sigur ein avgjørd Jacklin
Durhuus at enda.
Ein av landsins bestu leikarum,
landsliðsleikarin
Simona
Petersen, varð hildin í stuttum
tjóðri av Neista-verjuni í fyrstu
finaluni.
– Vit vóru ov seinar í gongd
og Neistin var bara betri handan
dystin. Vit hava trupulleikar við
at verja og skora næstan ikki í
20 minuttir, tað er ikki góðkent,
sigur hon.
Hon og liðfelagarnir fara nú
at gera alt fyri at fáa eina triðju
og avgerandi finalu í Havn, og
tað væntar hon fer at bera til.
– Vit trúgva framvegis uppá
tað. Nú hava vit heimavøll, og
tað hjálpir. Fyrst og fremst taka
vit verjuna, men í hinum end
anum mugu vit ikki missa 100%
møguleikar, tað ber bara ikki
til í einari finalu, sigur Simona
Dziugyte Petersen.
albinus@sosialurin.fo
Mugu ikki
misnýta
Simona Petersen:
Jacklin Durhuus:
Avgera tað
leygardagin