Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lutafelagið MBM sóknast eftir nýggjum stjóra, eftir at oddamaður okkara síðan 1978, Eirikur Thorvaldsson, hevur lagt árarnar inn. Fram um alt vænta vit, at tú ert ein góður leiðari. Tú dugir væl at samstarva, og tú ert opin og ærligur. Tú torir at vísa starvsfólkunum álit og geva teimum ábyrgd. Tað hevur stóran týdning, at tú vilt varðveita og styrkja lutafelag- skensluna í MBM. Tú hevur fyrimun, um tú dugir væl við tølum. At tú ert framsíggin og hugsar altjóða er eisini týdningarmikið. Harumframt heldur tú tað vera spennandi at menna fleiri mjólkarvørur og víðka sølu- marknaðin hjá MBM til eitt nú at fevna Ísland og ES. Tað er eisini umráðandi, at tú hevur innlit í framleiðslu, sølu og vørumenning. Somuleiðis er tað fyrimunur, at tú hevur leiðslu- royndir og viðkomandi arbeiðsroyndir, og at tú ert útbúgvin á hóskandi stigi. MBM gongur ímóti eini spennandi og mennandi framtíð. Vilt tú taka við avbjóðingini at ganga fremst; eisini á ótroddum leiðum? Tú fært løn sambært avtalu. Umsóknir við prógvum og viðmælum skulu sendast til sakførara felagsins: Óla Jákup Kristoffersen, Postsmoga 6, 110 Tórshavn merkt: Stjóri til MBM ella sum teldupostur til ojk@jura.fo Freistin at søkja er flaggdagin, 25 apríl 2012, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meiri um stjórastarvið í MBM, áðrenn tú søkir, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til: Poul Klementsen, nevndarformann tel. 50 56 70 teldup. klettar@olivant.fo ella Óla Jákup Kristoffersen tel. 35 33 35 teldup. ojk@jura.fo STJÓRI TIL MBM MBM framleiðir drekkimjólk og mjólkarúrdráttir. Virkið hevur egna kanningarstovu og góðkent innaneftirlit. MBM selur kraftfóður, handilstøð og annað til landbúnaðin. Eisini selur felagið amboð og útgerð til húsdjórahald. Búrøkt hjá MBM rekur verkstað og veitir alla tænastu við mjólkarútbúnaði, maskinum og nýtsluvørum til landbúnaðin. Deildin umvælir eisini akfør og vinnutól felagsins. Í 2011 var søluinntøkan hjá MBM 118 milliónir krónur. MBM tók í 2011 ímóti 7,4 milliónum litrum av mjólk frá teimum 28 mjólkarframleiðarunum, ið eiga lutafelagið MBM.