Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-20, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. apríl 2012síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Ítróttur og fótbóltur H avi hug at gera við­ merkingar til kjakið um fótbólt í Hoyvík, sum var í bløðunum beint undan páskum. Tað er gleðiligt at síggja, at bæði andstøðuleiðarin Sjúrð­ ur Olsen, og borgarstjórin, Heð­in Mortensen, nú eisini tykjast at ásanna tað, sum eg gjørdi býráðslimum greitt, tá ið staðseting av fót­bólts­ vølli í Hoyvík var til um­røðu fyri júst einum ári síðani, nevniliga, at tað er skila­ leyst at gera ein fót­bólts­vøll á einum so veður­hørð­um staði, sum í Hoyvíks­hag­ anum. Staðið liggur ov høgt, og vindurin er støðugur. Tað einasta rætta er at gera eina fótbóltshøll, og hetta eru eisini so nógv betur út­givn­ ar skattakrónur. Tí gleðist eg sera nógv um, at einki illa umhugsað prosjekt er far­ið í gongd og at somu býráðs­ limir, ið talaðu mær ímóti fyri einum ári síðani, nú tykj­ ast at hava hugsað seg gjøll­ ari um. Takk skulu teir hava fyri tað. Eg hevði lesarabræv í bløð­unum 4. mai í fjørð við yvirskriftini, “Ítróttur er annað enn fótbóltur” um sama evni. Har eg um­framt hettar citat úr lesara­bræv­ inum: “Tað er púra burtur við at gera ein uttandura leikvøll á eitt so ábært og harðbalið stað, sum í Hoyvíkshaganum.......... ein­ asta og skilabesta avgerðin er at byggja eina fótbóltshøll í Hoyvíkshaganum”, eisini vísti á týdningin av, at aðrar ítróttargreinar eisini verða raðfestar frammarlaga. Skjøtul er nú settur á at betra um korini innan fleiri ítróttargreinar s.s. hjá teimum sum spæla golf, hjá teimum sum svimja (antin á landi og/ella á sjógvi) og teimum sum súkkla, ganga, ríða ella renna úti í guds fríðu náttúru. Sjósvimjarar Í næstum fáa sjósvimjarar betri umstøður í Sandagerði, har ein svimjibrúgv verður gjørd. Í fyrstu atløgu verða eisini gjørd wc, skiftirúm og brúsa. Seinni verður vónandi eisini ein sauna útvegað til sjósvimjararnar. Golf Loksins er eydnast at fáa golf í fremstu røð innan ítrótt­ar­raðfestingina, og nú hava flest allir býráðslimir ásannað, at ítróttagreinin golf skal verða eitt sjálvsagt tilboð í kommununi. Tað hevur tíverri gingið øgiliga striltið at fáa eigara/jarðar­ viðurskiftini tillagað soleiðis at farast kann í gongd, men nú tykist ljós at vera fyri framman. Svimjihylur At betra um svimjium­støð­ urnar, bæði til kappsvimjarar, barnafamiljur, rørslutarnað, motiónistar og pensjónistar, er eisini sett á dagsskránna. Endamálið er at finna ta bestu loysnina, og ein av av­ bjóðingunum verður upp­ hitingin, ið sjálvsagt skal vera frá varandi orkukeldum. Súkkling, ríðing, renning, gongufólk og hundar Fleiri súkklubreytir eru gjørd­ ar síðstu árini, bæði í sam­ band við nýgerð av vegum og í samband við dagføring av eldri vegum, og enn fleiri verða gjørdar í næstum. Eis­ ini er vaksið um netverkið av gongu­leiðum og gøtum, har høvi er hjá borgarum at røra seg í bilfríum um­hvørvi. Somuleiðis er lagt aftr­ at av teimum gøtun­um, ið reiðfólkinum og fjalla­súkklu­ fólk­inum dáma at ferð­ast á. Hesar gøtuskipanir verða alsamt útbygdar og hjúklað verður um fleiri náttúru­økir til gleði fyri allar borgarar, bæði barnafamiljur, rørslu­ tarnað, gomul og ung. Hunda­ eigarar eru ein alsamt vaks­ andi skari, og økir í náttúruni eiga at verða løgd av til teirra og skipað soleiðis, at pláss verður fyri bæði teimum sum dáma hundar, og teimum ið dáma teir minni væl. Kappróður, bogaskjóting, skoyting, fimleikur, hond­ bóltur v.m. Bert fyri at nevna nakr­ ar, ið eiga at fáa betri um­ støð­ur og at koma við á rað­festigarlistan um ítrótt í kommununi. Jú, vist er ítróttur meira enn bara fót­ bóltur, hóast at fótbóltur hev­ur ómetaliga stóra rúmd mill­um føroyingar. Men latið okkum standa saman um at gera heildar­ loysnir, varandi loysnir og framtíðar loysnir, sum eru til gleði og gagns fyri allar borg­arar, og latið okkum býta skattakrónurnar, ið til­ lut­aðar verða ítróttinum, javnt millum allar ítróttar­ grein­arnar. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Sjósvimjarar, golf, svimjihylur og fótbóltur. Súkkling, ríðing, renning, gongufólk, hundar, kappróður, bogaskjóting, skoyting, hondbóltur v.m. Ja, hesar og mangar aðrar ítróttargreinar við bíða eftir betri umstøðum. Tað er uppi í tíðini at tosa um kreppu, og tað hevur nærum ikki verið møguligt at lata miðlar upp utt­an, at hetta evnið hevur verið viðgjørt. Upp­runin stavar frá teirri herviligu skuldar­kreppuni, sum fleiri suðurevropisk lond eru í. Fleiri av hesum lond­um hava eina ovurhonds stóra almenna skuld, sum er størri enn teirra bruttotjóðarúrtøka (BTÚ). Hetta er, sum vera mann, ein stórur trupuleiki fyri hesi londini. Í Føroyum stendur lutfalsliga væl til viðvíkjandi halli og skuld. Búskaparráðið metir, at samlaða almenna hallið í ár verður umleið 4% av BTÚ. Tað er m.a. hetta hall, sum førir við sær almenna skuld, og ráðið metir eisini, at almanna bruttoskuldin verður umleið 45% av BTÚ í 2012. Hesi tøl vísa, at Føroyar eru væl fyri, tá tað um skuld ræður. Her­um­framt er áhugavert og ikki minni við­kom­andi, at danskur professari herfyri vísti á, at tað ikki er fyrr enn almenna skuldin hækkar upp um 80-90% av BTÚ, at støðan gerast hættislig og kann fáa neiliga ávirkan á búskaparvøksturin. Við øðrum orðum kann føroyska skuldin tvífaldast, við verandi BTÚ, áðrenn vandi er á ferð. Hetta er áhugavert. Hóast Føroyar als ikki kann sammetast við skuldarbundnu londini í Evropa, er tað sum um politiski mynduleikin kortini vil sleppa upp í part, og hann er veruliga farin í hernað móti føroyska hallinum og skuldini. Seinastu vikurnar hava landsstýrismenn nærum kappast um at greiða frá hvørjar sparingar eru ætlaðar á júst teirra málsøkjum. Tað er líkt til, at hesir politikarar hava gloymt, ella ikki vita, hvør teirra uppgáva er í samfelagnum. Tað er skyldan hjá politikarunum at føra ein stimbrandi fíggjarpolitikk, tá ringar tíðir eru, og ein tálmandi fíggjarpolitikk, tá góðar tíðir eru, og við verandi skuldar- og búskaparstøðu er veruliga gjørligt og neyðugt at stimbra búskapin. Hvussu ber tað til, at førdi búskaparpolitikkurin í Føroyum farnu árini, meira sum regul heldur enn undantak, hevur styrkt um konjunkturarnar? Hví verður tálmað og táttað í, tá tørvur er á at stimbra og seta ferð á? Ein orsøk er, at nógvir politikarar blanda tjóðarbúskapin við ein húsarhaldsbúskap. Hetta er grundleggjandi skeivt. Í einum tjóðar­ búskapi er alneyðugt, at hallið stundum er stórt fyri at halda samfelagshjólini gangandi. Hetta førir við sær skuld, og tað er ikki ein trupulleiki – í løtuni er tað hinvegin neyðugt. Tað er eisini skyldan hjá politikarunum, at hugsa um framtíðina – at vera visjónerir. Tí er tað ræðandi, at fleiri av sparitiltøkunum, ið eru ætlaði at seta í verk, fullkomuliga mangla visjónir. Hóast tað er sera ógreitt júst hvat ætlanin er, so eru boð m.a. komin um, at partur av lestrarstuðli til ávís lesandi, skal rindast aftur, um tey lesandi ikki flyta aftur til Føroyar eftir loknan lestna. Hetta kann vísa seg at gerast ein vanlagna fyri landið. Størsta tilfeingið hjá okkum er ungdómurin. Fyri tað fyrsta er vandi fyri, at øll tey ungu nú fara til Danmarkar at lesa. Hóast donsku lærustovnarnir eru framúr­skarandi, so er alneyðugt, at lærdómurin verður so fjølbroyttur sum møguligt, og at tey ungu nema sær kunnleika úr so nógvum londum sum gjørligt. Haraftrat er vandi fyri, at nógv ung setast aftur, nú ávísur stuðul kann enda sum lán. Heldur enn at tálma útbúgvingarmøguleikarnar, skuldu politikararnir júst nú stimbra soleiðis, at enn fleiri ung fóru at útbúgva seg. Tá tíðirnar so venda, og tað gera tær, er brúk fyri hesum vælútbúna ungdómi at koma heim at skapa vøkstur og byggja land. Jan Otto S. Holm Óheftur fíggjarráðgevi EYGA MÁLIÐ Stimbrið búskapin Marin Katrina Frýdal býráðslimur í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi