fríggjadagur 20. apríl 2012síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jógvan Sundstein
fyrrverandi løgmaður, landsstýris- og
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
Ein blokkur og annar
Eitt orð, sum mangan verður
nýtt í politiska orðaskiftinum,
er blokkur. Hetta orðið hevur
mangar týdningar, men í før
oyska orðaskiftinum hevur tað
serliga ein týdning, og tað er:
studningurin úr Danmark. Blokk
stuðulin, ella bara blokkurin,
verður drigin fram í heilum. Av
summum hildin at vera einasta
lívsvón føroyinga, meðan onnur
halda hann virka doyvandi uppá
føroysku fólkasálina.
Samanhangandi heild
Í hesi greinini ætli eg mær fyrst og
fremst at umrøða ein annan blokk,
sum hevur verið nakað frammi í
seinastuni, men eg komi kanska
eitt sindur inn á danska blokkin
eisini. Hyggur tú í orðabókina, so
sært tú, at ein av týdningunum av
orðinum er: samanhangandi eind.
Í hesum sambandi fari eg
at draga fram, tað sum m.a.
Anita á Fríðriksmørk tók fram
á landsfundi Tjóðveldisins
herfyri, har hon mælti til, at
føroysku flokkarnir fóru at
reka blokkpolitikk. Einstakir
ummælarar hava meira ella minni
tikið undir við hesum. Hugburð
urin aftanfyri er, at veljarnir
áðrenn eitt val, skulu vita, hvørjir
flokkar eru “í blokki” saman,
soleiðis at teir áðrenn valúrslitið
fyriliggur, skulu vita hvør skal
samlast um stjórnarvaldið. Við
øðrum orðum: Flokkarnir skulu
savna seg í (tveir) bólkar ella
blokkar, har teir hugsjónarliga
meira ella minni halda seg hoyra
heima.
Blokkpolitikkur í
øðrum londum
Áðrenn vit fara víðari skal
stutt umrøðast viðurskiftini í
nøkrum øðrum londum. Besta
dømi um blokkpolitkk er USA.
Har eru stórt sæð bert tveir
landsumfatandi flokkar, sum
kappast um veljaranna vælvild.
Úrslitið er, at nøkur valskeið ráða
demokratarnir, og onnur valskeið
er tað republikanarnir, sum hava
valdið.
Eitt annað dømi er Stórabret
land. Har eru tveir stórir flokkar
Labour og Konservativu, meðan
tann minni Liberali flokkurin
sjáldan hevur beinleiðis ávirkan,
men við hvørt, sum júst nú, kann
vera tungan á vágskálini.
Í hesum báðum stóru londun
um vita fólk, hvønn politikk tey
fáa við at velja annan av teim
stóru flokkunum. Nakað ørðvísi
er tað í til dømis Norðanlondum.
Í hesum okkara grannalondum
er, eins og hjá okkum, politiska
landslagið býtt upp í nógvar
flokkar, alt frá uttarlaga á
vinstravonginum til nakað út á
høgravongin. Tað grannalandið
vit kenna best er Danmark. Í
løtuni eru 8 flokkar í danska
fólkatinginum. Áðrenn seinasta
val var øllum greitt, at 4 av flokk
unum, Sosialdemokratarnir SF,
Eindarlistin og Radikalu, hoyrdu
til “reyða” blokkin, meðan hinir 4
flokkarnir, Vinstra, Konservativu,
DF og Liberal Alliance, hoyrdu
til “bláa” blokkin. Hvør av blokk
unum hevði sítt uppskot til
forsætisráðharra. Fólk vistu
sostatt frammanundan, at um tey
atkvøddu fyri t.d. Eindarlistanum,
var tað samstundis ein atkvøða
fyri Helle Thorning Schmidt sum
stjórnarleiðara, meðan ein atkvøða
til t.d. DF samstundis var ein
stuðul til Lars Løkke Rasmussen.
Flokkarnir høvdu sostatt bundið
seg frammanundan til, hvønn
forsætismálaráðharra teir peikaðu
á, líkamikið um teirra egni flokkur
kom beinleiðis við í stjórnina ella
skuldi virka sum sokallað parla
mentariskt grundarlag. Hetta
parlamentariska grundarlagið
ger, at stjórnin kann virka, men
stjórnarflokkarnir hava ikki einsa
mallir avgjørdan meiriluta, og tí
kann stjórnin í summum førum
gera avtalur við aðrar flokkar,
sjálvt um onkur stuðulsflokkur
ikki er við.
Grundgevingin hjá flokkunum
at skipa seg í blokkar er, at teir
í høvuðsheitum eru samdir
um yvirskipaða politikkin,
t.d. búskaparpolitikk, sosial
politikk, útlendingapolitikk,
umhvørvispolitikk, vinnupolitikk
o.s.fr. Tað kemur tó eisini fyri, at
flokkarnir skifta blokk. Til dømis
hevur radikali flokkurin við hvørt
verið í bláa blokkinum.
Støðan í Føroyum
Taka vit so og hyggja at viðurskift
unum hjá okkum í Føroyum, so
eru umstøðurnar ikki heilt tær
somu. Eins og í hinum Norður
londum hava vit nóg mikið av
flokkum, heilar sjey. Og út frá
vanligum politiskum kriterium
kundu vit fyri sovítt skipa
flokkarnar í nakað sum líktiskt
einum reyðum og einum bláum
blokki. Eg kundi sæð fyri mær ein
bláan blokk við Fólkaflokkinum,
Sambandsflokkinum, Framsókn
og møguliga Miðflokkinum.
Hin reyði blokkurin vildi so veri
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og
møguliga Sjálvstýrisflokkurin.
Men í Føroyum hava vit ikki
vanlig politisk kriteriir. Føroyum
tørva tað mest grundleggjandi
fyritreyt fyri einum normalum
politiskum virksemi, nevniliga
at hava fult ræði í egnum landi
og samfelag. Tí koma vit inn á
tað, sum í stóran mun skilir í
føroyskum politikki, nevniliga
sjálvstýri og stjórnarpolitiskt
frælsi. Ímyndin av hesum
trupulleika er áðurnevndi blokk
urin, eisin rópt ríkisveitingin.
Ikki fyrrenn vit hava fingið
hendan blokkin at bráðna full
komuliga og hvørva, og vit hava
tikið fulla ábyrgd av landsins
viðurskiftum, kann farast undir
at føra “vanligan” politikk, sum
í teim londum, vit gjarna vilja
samanbera okkum við.
Størsta takið hjá føroysku
politikkarunum er tí at koma
burtur úr hesum ósjálvstøðugu
bondunum. Fyri at fremja hetta
er helst neyðugt at skipa ein
sjálvstýrisblokk, sum setur sær
fyri at fremja fullveldi. Tá hetta
er avgreitt kann møguliga annar
blokkpolitikkur verða førdur.
Tá flokksbýti tók seg upp í
Føroyum fyri góðari øld síðani
fingu vit tveir flokkar, Sjálvstýris-
flokkin og Sambandsflokkin. Nú
hava vit sjey. Tá Pauli Ellefsen
var í vælmaktini plagdi hann at
speireka sjálvstýrisvongin við at
siga, at Sambandsflokkurin var
framvegis ein og sami flokkur,
meðan Sjálvstýrisflokkurin var
syndraður sundur í fleiri flokkar.
Fyrst fór Javnaðarflokkurin
burtur av Sjálvstýrisflokkinum,
síðani var tað Vinnuflokkurin,
sum bleiv til Fólkaflokkin. Síðani
var tað Tjóðveldisflokkurin og
so seinri teir ymisku smærri
flokkarnir. Sjálvt um rættiliga
langt er komið á sjálvstýrisleið,
so restar tó enn nakað í at taka
avgerandi stigini, og tað hava allir
“arvingarnir” hjá upprunaliga
Sjálvstýrisflokkinum ábyrgdina
av.
Tíðin má tí vera komin til, at
teir sjálvstýrissinnaðu flokkarnir
taka seg saman í ein blokk áðrenn
næsta løgtingsval og semjast um
eina fullveldisskipan. Hetta skulu
veljarnir so vita áðrenn valið.So
vítt eg havi skilt stevnuskráirnar,
so skuldu hesir flokkar kunna
gingið inn fyri einum slíkum
tiltaki: Tjóðveldi, Fólkaflokkurin,
Miðflokkurin, Framsókn og
Sjálvstýrisflokkurin. Harafturat
eigur Javnaðarflokkurin, sum
er runnin av sjálvstýrisrót, at
kunna tikið undir við hesum. Tá
er bert Sambandsflokkurin eftir í
hinum bólkinum. Men um tiltakið
eydnast, so ivist eg ikki í, at hesin
flokkurin eisini finnur seg til
rættis í politiska virkseminum
saman við hinum flokkunum
í einum framtíðar frælsum
Føroyum.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til
vikuskiftisblaðið. Næstu ferð skrivar Jóannes Eidesgaard
Ikki fyrrenn vit hava fingið blokkin at bráðna
fullkomuliga og hvørva, og vit hava tikið fulla
ábyrgd av landsins viðurskiftum, kann farast undir
at føra “vanligan” politikk, sum í teim londum, vit
gjarna vilja samanbera okkum við. Tíðin má tí
vera komin til, at teir sjálvstýrissinnaðu flokkarnir
taka seg saman í ein blokk áðrenn næsta
løgtingsval og semjast um eina fullveldisskipan