fríggjadagur 20. apríl 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 20. apríl 2012 · Nr. 46
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
List, vísindi – ella
ideologisk herferð?
So vita vit, hvat vit skulu nýta
oyru og eygu til í summar!
LGBT Føroyar hevur lýst við
eini framsýning, sum skal
vísa, at náttúran er ikki so
"hinskynd", sum vit óupp
lýstu halda. Óivað fáa vit
ríkiligan miðladekning av
átakinum, har langt verður
millum kritisku spurningar
nar.
Ein kann ikki ummæla
eina
framsýning,
áðrenn
hon hevur verið. Men vit
hava tó fingið boðskapin at
vita frammanundan, so eitt
sindur kunnu vit rokna út.
List og vísindi verður tað
nevnt. Javel, okkurt skal
barnið eita. Innast inni vita
vit tað flest øll: Hetta er
ideologi meira enn nakað
annað! At lata eitt ideologiskt
rák í vísindalig klæðir er
vælkent í søguni.
Á øllum frontum síggja vit
hesa ideologisku herferðina,
hvørs fremsta endamál er
at upploysa familju- og nú
eisini kynsmynstrið, sum øll
søgan hjá menniskjaættini
hevur bygt á. Innrættan av
familjum og pørum er nú
líka nógv eitt frítt val, sum
valið millum reyða og gula
saft. Innasta kjarnueindin
í samfelagnum, hjúnalagið
millum ein mann og eina
kvinnu, er nú bara eitt val
av mongum, har øll eru líka
nátúrlig. Nýggjasta skot á
hesum sama ideologiska buli
er, at munurin millum kynini,
burtursæð frá teimum reint
kropsligu, er ikki longur við
føddur, men einans ein "sosial
konstruktión". Nakað sum
vit eins og forfedrar okkara
hava lært – manipulerað -
børnini til at taka nátúrligt.
Um hetta síðsta loyvi eg
mær at pástanda, at øll ærlig
foreldur vita betur. Sjálvandi
avspeglar drongurin í stóran
mun
pápan
og
gentan
mammuna. Er tað viðføtt
ella lært? Jamen, tað er bæði
tvey, tí tað er nettupp viðføtt,
at barnið lærir sítt egna kyn
at kenna av foreldrinum
av sama kyni, uttan at siga
at tað einki lærir av hinum
kyninum. Og sjálvandi er
sjálvt kynið viðføtt, ikki bara
lívfrøðiliga. Øll sum vit eru,
eru nettupp fødd sum annað
hvørt genta ella drongur.
Men ideologiin ger øll
líka og tekur burtur allar
munir. Tað samkynda er
eins nátúrligt sum tað "hins
kynda", kallkyn og kvennkyn
eru ikki annað, enn vit gera
tað til. Hvat eitt hjúnalag er
og hvat eitt kyn er, er upp
til tann einstaka at definera
sjálv/ur. Hetta er ein ideo
logisk uppgerð við tað givna
(skapta) – hjúnalagið og
ymiskleikan millum kynini.
Eins og "Kammerat Jesus"
var ein ideologisk politisk
barnabók í 70’árunum, verða
nú aftur fleiri bøkur fram
leiddar, eisini á føroyskum,
sum skulu læra okkara børn,
hvussu tað er politiskt rætt
at hugsa (ella lata vera at
hugsa).
"Kynsneutralt hjúnalag" er
eitt av málunum. Eitt hugtak
sum er ein sjálvmótsøgn, tí
eitt hjúnalag í sjálvum sær
kann ongantíð vera annað
enn ein maður og ein kvinna.
Henda nýuppfinning hevur
onga rót í hvørki mentan,
søgu, náttúru ella átrúnaði
nakrastaðni í heiminum.
Gev gætur, at mótmæli
koma eisini frá fleiri sam
kyndum. Tí samkynda um
hvørvið hevur altíð stríðst fyri
at gera upp við tað etabler
aða (lívslanga, monogama
hjúnalagið), meðan "en stor
del af bøssekulturen (…) har
handlet om at give plads til
en mere fri eller mangfoldig
kærlighed, som gerne inde
bærer flere og skiftende
partnere, og som også gerne
adskiller sig fra de fleste
heteroseksuelles parforhold
på andre måder." (www.in
formation.dk/281652)
Hes
um hættar ein av odda
monnunum í Danmark fyri
kirkjuligum vígslum av sam
kyndum, samkyndi presturin
Ivan Larsen, sær eisini at
viðganga, nú slagið tykist
vera vunnið: "Der findes
homoseksuelle, som lever
i monogame forhold livet
igennem, som også er det
heteroseksuelle ideal. Men
det er ikke vores tradition
generelt. Vores tradition er,
at vi kan leve i par, men i et
åbent forhold uden at nogen
behøver forarges over det."
(Kristeligt
Dagblad,
21/3-
2012) Harvið verður óbein
leiðis viðurkent, at tað als
ikki gevur meining at (mis)
nýta hjúnalagið til hetta
endamál.
Men samkyndu felags
skapirnir hava eftir øllum at
døma broytt taktikk í teirra
knallhørðu ideologisku her
ferð. So gerst ikki við, hvørji
offur liggja við vegjaðaran
fram móti málinum.
Gev gætur: Verður málið
um "kynsneutralt hjúnalag"
rokkið, sum tað er í Noregi
og eftir øllum at døma skjótt
verður í Danmark, eru øll vit
onnur hjún knappliga eisini
umbroytt. Tí sjálv defini
tiónin
av
hjúnalagnum,
sum gongur aftur til okkara
fyrstu foreldur, og sum allar
mentanir hava sum grund
byggistein, er við einum
fingraknipsi broytt til nakað
heilt nýtt og ókent. Alt tí ein
ávísur áhugabólkur í sam
felagnum skal vinna henda
sigurin og kunna siga við seg
sjálvan: Okkara atburður
er ok. Hvønn berjast tey í
grundini við? Skal alt sam
felagið takast gíðsli í hesum
innara bardaga teirra?
Sjálvandi skulu øll menn
iskju hava somu rættar
verju og eingin skal vera
fyri vanvirðing. Tí øll eru
skapað í Guds mynd og
hava sama mannavirði. Men
harvið eru allar løgnar og
illa umhugsaðar uppfinn
ingar ikki rættar og samfe
lagsgagnligar. Sakin er, at
eingin veit, hvørjar langtíðar
avleiðingarnar
av
"kyns
neutrala
hjúnalagnum"
verða. Hvat ger tað við okk
ara børn og ungu og seinni
ættarlið? Broyta vit sjálvar
grundbyggisteinarnar
í
menniskjasamfelagnum,
kann ein ikki uttan víðari
spola filmin aftur. Og pilka
vit við kynssamleikan hjá
komandi ættarliðum, kann
tað fáa álvarsamar avleið
ingar. Vit tosa um menn
iskju og samfeløg, ikki um
legokubbar.
Sera mong eru skeptiskt
fyri
gen-manipuleraðum
matvørum. Og tað av røttum,
tí vit grípa inn í náttúruna
uttan at kenna langtíðar
avleiðingarnar. Vit óttast
eisini veðurlagsbroytingar. Av
røttum, tí vit hava framt eina
heimsumfatandi ídnaðar- og
húsarhaldskollvelting uttan
at taka atlit til sárbæra og
viðkvæma umhvørvið. Vinn
ingur framum burðardygd.
Vit eru eisini bangin fyri
lívsstílssjúkum. Av góðum
grundum, tí vit hava lagt
lívsstílin um yvir nøkur
fá ættarlið. Tað behagiliga
framum
tað
sunna.
Nú
heystar okkara ættarlið so
tær illa smakkandi fruktir
nar. Men júst sama ættarlið
er í holt við at pilka við
sjálvan
kynssamleikan
uttan nevniverdar moralskar
trupulleikar? Hvat er ein
drongur/maður í grundini?
Hvat er ein genta/kvinna í
grundini? Einki? Ella einans
ávís mongd av likamslutum,
sum brýtur eitt sindur frá
hinum kyninum? Hvat er
eitt hjúnalag í grundini, har
kyns-ymiskleikin
hevur
verið ein grundbyggisteinur
frá fyrndini? Hvar enda vit?
Tað er syrgiligt: Okkara
ættarlið í okkara parti av
heiminum er søguliga sæð
ríkasta og mest forkelaða
ættarlið í heimssøguni. Kort
ini eru tað júst vit, sum vilja
flyta sjálvar grundbyggistein
arnar í tilveruni/náttúruni.
Alt tí ein áhugabólkur vil
kenna seg viðurkendan og tí
hevur fingið skjótt vaksandi
part av bæði fjølmiðlum og
politikarum við sær. Hví eru
vit so ótakksom fyri tað, sum
er okkum givið frá skaparans
hond?
Farið ikki skeiv: Herferðin
er ideologi meira enn nak
að annað og úrslitið verður
á mangar mátar ein full
komiliga nýggj heimsmynd!
Øssur
Kjølbro
cand. theol.,
aðalskrivari í Kirkjuligu
Heimamissiónini
Lestrar
stuðul
til øll
H
UXA leggur nú fram
uppskot
um,
at
framyvir skulu allir
miðnámsskúlanæmingar
fáa lestararstuðul – eisini
teir undir 18 ár. Miðnáms
skúlalesandi undir 18 ár
hava alt ov leingi verið
fyri vanbýtið, tí tað bert
eru lesandi yvir 18 ár, ið fáa
lestrarstuðul.
Pleniklipparin hevur alt
ov ofta rakt tey ungu mið
námslesandi, sum seinast
við Helenu Dam á Neysta
bø á odda, skar yvir ein
kamb og lækkaði studn
ingin við heili 18% - úr 2200
krónum niður í 1800 krónur,
fyri tann lægra studningin.
Tað bleiv gjørt frá einum
degi til annan – umframt
at talan varð um, at hækka
aldurin úr 18 upp í 20 ár.
Umframt hetta varð ein
mótrokningar skipan sett
í verk, ið revsaði tey ungu
lesandi, ið royndu at for
vinna sær eitt sindur meira
av peningi avtræt lestrar
stuðulinum.
Við at fremja eina lítla
skattaumlegging ber til at
tryggja meirinntøkur til
landskassanum upp á 11,9
mió. kr., ið skulu brúkast
til at tryggja øllum mið
námslesandi lestrarstuðul.
Peningurin fæst til vega
við at lækka barnafrádrátin
í landskattinum niður í
16 ár, umframt at verandi
játtanin til lestrarstuðul og
bókastuðul verður støðug.
Harvið fer peningurin
at fylgja tí einstaka les
andi, eisini eftir loknan
fólkaskúla, og peningurin
verður tá útgoldin sum
lestrarstuðul.
Í 2011 vóru 564 lesandi
undir 18 ár, sum sostatt
høvdu
fingið
1800kr
í
lestrarstuðli í 11 mánaðir,
uttan tað hevði kostað
landskassanum
meira
pening. Tískil ber tað til,
við tílíkari umlegging, at
tryggja lestrarstuðul til øll
miðnámslesandi í Føroy
um.
Við hesi skattaumlegging
ber eisini til at hækka
vistarhaldsstudningin hjá
teimum lesandi undir 18 ár
við 459kr um mánaðin.
Mett verður ikki, at nakar
vansi er við, at peningurin
fylgir barninum. Annað
hvørt fer ungdómurin út
á arbeiðsmarknaðin eftir
loknan fólkaskúla og fær
harvið eina fasta inntøku,
ella fer hann undir mið
námsútbúgving, og harvið
verður peningurin útgoldin
sum studningur ístaðin fyri
at vera latin sum skatta
frádráttur.
HUXA vil heita á Bjørn
Kalsø um ikki at skerja
stuðulin hjá teimum, ið
eru undir útibúgving. Tað
er uttan týdning hvussu
langur teinurin er í skúla
– býr næmingurin ikki
heima, skal hann hava rætt
til
vistrarhaldsstudning
hóast aldur ella tein
HUXA
kjak
Lesið fleiri við
merkingar á
pressan.fo