fríggjadagur 20. apríl 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 46 · 20. apríl 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ eydnu
eydna@sosialurin.fo
60'ini eru in. Orsøkin er sendirøðin Mad Men, sum alsamt vinnur
hyggjarar um allan heim, nú fimta sesong júst er byrjað. Don
og Betty Draper og restin av teimum í Mad Men ávirka bæði
hár-, klædna, innbúgvs- og sminkumótan, og stílisturin Janie
Bryant, sum ger leikbúnarnar, er vorðin trendsetari
Retro við Mad Men
Smyrsl
Sterkt littar varrar eru eitt mást, um tú skalt stjala Mad Men
stílin. Alskyns tónar av reyðum og rosa! Her summarvørur frá
Make Up Store. Pink varrastift: Attitude, pink varrablýantur: Pink
Soda og ljósareytt Lipgloss: Sea. Við 60'ara lookinum sleppur
tú heldur ikki uttanum følsku eygnavippurnar og eyeline'aran.
Hárið
Kvinnur skulu hava nógva
fyllu, og menn skulu greiðast
væl við skeivum reiki. Her eru
vørur frá label.m, sum fáast
hjá Royal, og sum hjálpa
tær at fáa lookið. Hárputur
gevur fyllu júst sum
toupering av hárbotninum,
skúmið lyftir hárið og gevur
fyllu, og soufflé gevur
glans og møguleika at seta
hárið, júst sum tú vilt.
Innbúgv
Eisini innbúgvið heintar íblástur
úr 60'unum – alt frá list,
brúkslist, lampum og størru
møblunum sæst nú í retrostíli.
Her finérborð úr Eikitræ frá
Ikea og 2 persóns Cougee sofa
frá Sentou, men royn eisini
eydnuna á loppumarknaðum
og sølusíðum á netinum. Har
er nógv gott og gamalt.
Kropsideal
Nýggjastu klædna
dukkurnar hjá H&M
í Svøríki hava fingið
meiri realistiskar
og rundar formar.
Vit nærkast aftur
kropsidealinum
frá 60'unum,
eftir ultraklønu
fyrimyndirnar
seinnu árini.
Tilhoyr
Framhevja tað kvinnuliga við
handskum, taskum, smúkkum,
høghælaðum skóm og sólbrillum.
Framhevja tað mansliga
við handskum, slipsum og
nýbustaðum skóm. Hatturin
er eitt mást, og regnskjólið er
hent, um tú skalt vera galantur
móti damunum í regninum.
Klæðini
Eisini klædnamótin leitar
sær íblástur út 60'unum,
og munur er á klæðunum
til kynini. Besta ráðið um
kvinnustíl kemur helst
frá Joan í Mad Men, sum
sigur: Lat teg úr, tak ein
posa yvir høvdið og stilla
teg frammanfyri speglið.
Granska nú nú kroppin
væl, inntil tú finnur tínar
bestu síður. Finn síðani
klæðir, sum framhevja
tær. Kjólar, niðurdeilar og
femininar skeringar, sum
framhevja miðjuna eru eitt
mást. Hjá monnum slepst
ikki uttan um buksur, jakka
og vest úr sama toyi.