fríggjadagur 20. apríl 2012síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 46 · 20. apríl 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvat fekk teg at fara upp í landspolitikk?
Tað var áhugin fyri politikki yvirhøvur, og so møguleikin
fyri at ávirka landspolitikkin lokalt í Sandoynni
Hvørji eru tíni
hjartamál?
Tað er sjálvandi
tunnilin, sum øll vita,
umframt at menna
Sandoynna við
arbeiðsplássum og
samferðslukervinum
Hvat hevði tú raðfest ovast í
játtanarkarmunum?
Eg hevði raðfest samferðslu ovarliga, tí hon er
ein fyritreyt fyri, at útjaðarin kann trívast
Hvussu fáast fólk at støðast á Sandoynni?
Tey fáast at støðast við at Sandoyggin sleppur
at menna seg sum restin av landinum við einum
betri samferðslukervi, og fleiri arbeiðsplássum
Hvat ger tú
í frítíðini?
Eg havi onga
frítíð sum so,
men eg royni at
spæla fótbólt
Hvussu heldur tú teg í form?
Tað er partvís við at spæla fótbólt, men so eri eg
eisini bóndi, og gangi tí rættiliga nógv í haganum
Er tú til føroyska náttúru ella
suðurlendskar strendur?
Bæði, men serliga til føroyska náttúru. Mær dámar
ótrúliga væl at ganga úti í førysku náttúruni
Hvat er tað besta, tú fær at eta?
Føroyskur matur
Hvat er besti filmur tú hevur sæð?
Schindler’s List
Hvør árstíðin er hin besta?
Heystið, tá slaktið er fyri
Er føroyskt tilfeingi
stórur partur av
matarborðinum?
Mítt matarborð er
so at siga útilokandi
føroyskur matur.
Keypi næstan
ongan mat.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Eingin
Er tú framvegis uppi í politikki um 10 ár?
Tað er sjálvandi trupult at siga. Mær dámar hetta
væl og hetta er spennandi, eisini gevandi. Stórt
trýst er á viðhvørt, so man skal verða av serligum
stoypingi, fyri at klára tað. Men stendur tað til mín,
verið eg framvegis uppi í landspolitikki um 10 ár
Fjølmiðlarnir liva væl og leingi
av deyðanum, deyðanum hjá
øðrum, ikki blaðdeyðanum. Altíð
er onkur vanlukka ella onkur
beistagerð at minnast aftur á og
hátíðarhalda.
Tíggjunda hvørt ár verður
nógv gjørt burturúr. Men tá
hundrað ár eru farin, verður
fest í tað heilt grova fýrverkið
og alt jólaskreytið verður slongt
upp um allar geilar, teigar og
antennur.
Nú vóru so hundrað ár
síðani flótandi, í nakrar dagar,
stættarsamfelagið Titanic rendi á
og sakk. Meðan djassliðið spældi
lívsjáttandi tónar, sum frystu úti
á ovasta dekki. »I am sailing« var
ikki uppfunnið tá, tey fingu ikki
dupultan deyðadóm.
Og smokingsklæddir menn
drukku whisky við ísi í og
reypaðu og taldu pengar og
spældu kort, fyrst »Bridge
over trouple water«, men so
Svartaper til korthúsið rapaði
og skolaði burtur saman við
bjargingarvestunum.
Sjómansvísan »Leið meg enn
eina ferð út á dekkið« var heldur
ikki til tá, so hana sungu teir ikki
í amerikanskari týðing.
Sniðgevingin hóskaði ikki til
pingvinbúnan, so bjargingar
vesturin slapp at liggja. Brúk
var heldur ikki fyri honum.
Arrogansa hevur altíð, og hevði
eisini tá fyri hundrað árum
síðani, ein stíl, sum ikki varð
brotin. Heldur ikki, tá deyðin
stakk inn á dúrkið.
Nógvar aðrar vanlukkur
á sjónum kravdu nógv fleiri
mannalív enn handan, men
eingin milliardingur doyði har. So
tær eru ikki so gott infotainment
sum Titanic.
Ella annar heimsbardagi. Tori
ikki at hugsa um 2039 ella 2045.
Men ta miðlaveitsluna verði eg
ikki boðin til, tí tá eri eg deyður.
Og tað fer eingin at hátíðarhalda
ella at minnast.
Nú fingu miðlarnir tíbetur
høvi at gera Titanic burtur av
sær, áðrenn ein annar darling hjá
teimum, ein sera avgjørdur og
ágrýtin norðmaður, skal framat.
Tíggju ferðir um dagin í tíggju
vikur fara vit nú at hoyra um
Breivik. Í staðin fyri, at hann bara
gjørdist nummar 70 har á Utøya.
So var sloppið, ikki hjá honum,
men øllum øðrum.
Effektivitetur eyðkennir ikki
rættarsamfelagið og fólkaræðið.
Ikki sami effektivitetur sum tann
hjá teimum, sum spæla við tey og
bjóða teimum av.
Sum tað ljóðar so smikursøtt:
øll hava rætt til eina rættvísa
viðferð.
Men fólkið, fjøldin, elskar
undirhald. Drep eina rúgvu av
fólki, og tú fært títt egna reality
sjóv í heimsins sjónvarpi. Øll
spæla við.
Eingin minnist tey, sum bjarga
mannalívum. Líkteljingin ræður.
Og so aftur í 2021, 2031 og so
framvegis og so framvegis. Og
í 2111 kemur so tað heilt stóra
brakið.
Segði annars nakar nine
eleven?
Heimatíðindi: álmanakkin
er gjørdur í einari aðrari tíð
enn okkara. Einari med alla
farnari tíð. Hann er tí als ikki
tíðarhóskandi longur og krevur
broytingar.
Jólaaftan eigur at vera
24.oktober. So kann jólasølan
byrja í juli. Summarmáli, sum nú
er á hávetri, skal flytast til 14.juli.
Tá er vandin fyri frosti og kava
minstur.
Páskirnar eiga at vara í tvær
vikur í staðin fyri hálva aðru, tí
tá hátíðarhalda vit, at ein doyði.
Flaggdagurin verður altíð
sunnudag og eisini allir hinir
frídagarnir, sum liggja og
slongjast aftur og fram í vikuni.
Allir sunnudag fyri at sleppa
undan yvirtíð.
1.mai verður strikaður sum
arbeiðaradagur, tí hann hava øll
gloymt og stættarstríðið er tapt.
Kvinnudagurin verður
strikaður, tí hann er brot á javn
støðulógina. Ella skal hann eita
fólkadagurin.
Og í Føroyum fær Dýri
biðidagur navnabroyting til
Dýrasti biðidagur.
Líkteljingin heldur fram
hvønn álmanakkadag.
Infotainment.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Brandur Sandoy
lagt til rættis: Leo Poulsen
Útilokandi føroyskur
matur á borðinum
Tað sigur Brandur Sandoy, sum umframt at vera
tinglimur og borgarstjóri, eisini er bóndi á Sandi.
Í politikki brennur hann fyri at menna Sandoynna,
og besta árstíðin er heystið, tá slaktið er fyri
Breitanic